eisini var, segði táverandi løgmaður, at Føroyar áttu at taka ímóti 50 flóttafólkum. Jenis av Rana heldur, at tað er púra ørt at tosa soleiðis. Hann hugsar sær heldur, at vit taka ímóti nøkrum heilt fáum [...] og undir teimum treytum, ST, setur. Hann vísir á, at milliónir av kvotaflóttafólkum eru í legum runt umkring har tey bíða eftir at sleppa at onkustaðni at búgva. Summi hava bíðað í fleiri ár, men londini [...] flóttafólkalegurnar at tosa við tey fólkini, talan kann vera um at taka ímóti, sigur formaðurin í Miðflokkinum. Hann heldur fyri, at kanska skuldi Føroyar verið eitt land, sum bjóðaði sær til at taka ímóti nøkrum
hjálp, heldur enn bara at kjakast aftur og fram um hvar, hví og hvussu vit skulu gera. Fyri at veita bestu hjálp áttu vit at hugt eftir konsekvensetisku hugsjónini, ið sigur, at ein góð moralsk avgerð [...] eisini Føroyar eina ábyrgd at hjálpa. Tað er sjálvsagt ein avbjóðing fyri eina tjóð á góðum 48.000 fólkum at gera sjónligan mun í tí stóra bílætinum, men tað merkir ikki, at vit eiga at leggja okkum afturav [...] hvat vit eiga at gera. Kæri Harra Løgmaður, eg vil vegna UfM heita á teg, sum landsins leiðara, at tú gongur fremst við at fáa hjálpt teimum í neyð. Tú segði sjálvur í Løgtinginum, at vit byggja okkara
Bygdafólkið visti, at har ein skriða er lopin er onnur væntandi, so tey tordu ikki at blíva verandi. Tey avgjørdu at flyta av bygdini, og harvið varð Syðradalur á Kallsoynni bygd. Í 1816 var eingin sum búði [...] tískil skrekk fyri at búgva á Blankaskála. Fólkið rýmdi beinanvegin til Lorvíkar, og teir róðu hvønn dag um fjørðin at ambæta neytunum. Seinni hetta summar fóru tey tó aftur til Blankaskála at vera. Bygdafólkið [...] eftir Pætur á Blankaskála og har sæst, at hann og einkjan, Sunnuva Johannesdatter, áttu tvey børn umframt Niklas: 12 ára gomlu Onnu og 4 ára gamla Jóannes. Í 1711 áttu tey eina dóttir, ið var doypt í Eysturoynni
við, tí tey áttu einki kjøt. Tey vóru mong, sum sagt kundi vera um: ”Sæl eru hini miskunnsomu.” Tey høvdu kúgv. Hon mjólkaði hampiliga, og mamman plagdi at taka róma omanav og kirnaði smør, so tey sluppu [...] fleiri ferðir, tá tey komu upp um morgnarnar, at menn slóu so mikið, at tey høvdu nóg mikið av at hoyggja fyribils. Hjálpsemið var tað sama, tá tað snúi seg um torvskurð. Tá menn róðu út og býttu fongin, vóru [...] manningum. Eg minnist, at tað var heilt nógvur fiskur at fáa, og ”Coronet” lá fløt av fiski. Eg minnist eisini, at ”Svínoyggin” kom uppá prei. Veðrið var gott tá, men eg minnist ikki at hava sæð barometrið
Øll vistu í hesum tíðum, at tað var als ikki vist, at tey komu at síggjast aftur. Men so kemur løtan, tá ið skiparin heldur, at nú man vera best at fara. Tað var umráðandi, at seglini kundu fáast upp, [...] øðrum. Tað sum hjálpti júst í hesum førinum var, at tey hjá Johannesi áttu eitt sindur av jørð, 12 gyllin. Hetta gav møguleika fyri at hava kúgv og at fáa nakrar seyðir. Alt hetta kravdi eisini arbeiðsmegi [...] Olivur minnist, at Poul fór niðan til foreldrini hjá sær at siga teimum farvæl. Síðan komu faðir og sonur oman á mølina, og Olivur minnist, at Poul helt um hálsin á pápa sín. Hetta má sigast at vera eitt vakurt
Hetta at skriva brøv sínámillum er ein næstan farin kulturur, takkað verið tí elektroniska frambrotinum, sum tykist at hava buktina og báðar endarnar. At eg nú skrivi tær nøkur orð í staðin fyri at nýta [...] Tá ið hetta dyggiliga arbeiðið var liðugt, fekk eg at vita, at eg skuldi upp á deild 8. Eg má viðganga, at eg gjørdist ikki sørt bilsin fyri ikki at siga kløkkur av hesum boðum. Ein portørur kom við einari [...] sum tú plagar at siga, vit mugu duga at síggja og frøast um sólina í okkara lívi, og at besta verjan móti politiskum biksimati og øðrum fjákalótum er júst sólin – og humor. Vóni annars, at tað stendur væl
tá tygum hava verið um miðjan aldur. Eg veit, at tygum vóru í hoyna til dagin fyri, at tygum áttu yngsta sonin, Gunnleiv. Og eg veit eisini, at tygum so at siga róku tygara egna eldrasambýli, har tygum [...] ein trupulleiki, at streymurin fer og hárturkarin og komfýrurin ikki riggar – ella at internetið slitnar ella arbeiðir ov seint. Fyri okkum er tað nærum ógjørligt veruliga at fata tey kor, tað stríð og [...] tað uttan iva eisini kenst hjá teimum, ið unst hevur at kenna verkið og hitan av tygara hondum, huga og hjarta. Fari tí at enda at takka fyri høvi at vera við á hesum hundrað ára degi tygara við einum ørindi
ætlanin javnan at skipa fyri kjakfundum og fyrilestrum um evni, sum hava áhuga hjá teimum ungu. Í hesum sambandi heldur Beinta eisini, at tey ungu áttu at fingið møguleika at læra at duga og tora at traðka fram [...] har øll kenna seg væl at koma. Hetta skal fyrst av øllum verða eitt stað, har tey ungu kunnu koma at hava tað stuttligt og hugnaligt saman, samstundis sum tey hava møguleika at læra okkurt innan til dømis [...] eftir, hvat tey ungu kundu ímyndað sær at brúkt virkishúsið til. - Tey ungu eru full av hugskotum, so tað verður neyvan nakar trupulleiki at koma í gongd við okkurt spennandi. Men tað skal eisini vera pláss
valdi kortini at halda fram í samgonguni. Uttan iva hava tungu málsøkini, sum flokkurin hevur umsitið hetta valskeiðið, vigað meira enn smeiturin av, at málið bleiv samtykt. At sagt tey frá sær, hevði [...] fyri kirkjuna. Nei talan skuldi bara vera um borgarliga vígslu av samkyndum. Øll áttu tó at vita longu tá, at broytingin fór at fáa avleiðingar fyri kirkjuna, og tað er júst tað, sum hendir nú. Tá tvær kvinnur [...] var sum um at tað ráddi bara um at fáa høvuðsmálið avgreitt, og so máttu fylgilógirnar koma seinni. Navnalógin er framvegis ikki broytt, og ístaðin fyri at broyta hana, eru løgfrøðingar farnir at kjakast
bygdafólkinum. Veit ikki, hvussu onnur foreldur hava tað, hugsi at tey halda sum eg, ið fegin vildi ynskt, at vit nakað skjótt fara at hugsa um at byggja nýggjan barnagarð her í bygdini. Sjálv starvist eg sum [...] við at nýta tey til eitt tilhaldsstað hjá einum útibarnagarði, bar hetta væl til. Men nú er Zion selt til brøðrasamkomuna í bygdini, og vilja tey fegin nýta húsið til tað, sum tað er bygt til. Tey hava [...] hildið, at hann fyri eftirtíðina kundi verið gjørdur um til eitt fornminnissavn, tí skúlin jú, í sjálvum sær, er eitt fornminni. Hann hevur húsað nógvum børnum og lærarum, og síggja tey út til at hava trivist