20. mai 2013
Heri Mohr
-----
Kæri vinur.
Hetta at skriva brøv sínámillum er ein næstan farin kulturur, takkað verið tí elektroniska frambrotinum, sum tykist at hava buktina og báðar endarnar. At eg nú skrivi tær nøkur orð í staðin fyri at nýta SKYPE ella aðrar hentleikar í telduni, skal tú skilja sum eitt mótmæli. Fyri einum ári síðani skrivaði tann virdi blaðmaðurin Ulrik Høj m.a. soleiðis til mín. ”Jeg synes du fortjener et ordentligt brev, ikki den flyvske lapidariske kommunikation gennem æteren, der dog har fået overtaget. Jeg skriver færre og færre breve, desværre. En kapitulation overfor tidsånden. (Um mína bók, sum hann hevur lisið, skrivaði hann m.a. í sama brævi: ”Jeg vil placere dit værk i kategorien ”livspræstationer,” fordi o.s.v.”)
Av tí at eg havi verið plágaður av hosta, krími, snori og øðrum, og av tí at eg í 2002 fekk blóðproppar í bæði lunguni – hetta var árið, tá ið landsstýrið við salamitaktikki niðurbant lógtryggjaða fígging til heilsuverkið og almannaverkið – fór eg til mín kommunulækna fyrrapartin mánadagin í seinastu viku. Læknin kannaði meg væl og virðiliga, men eg gjørdist eitt sindur bilsin, tá ið hon segði, at eg beinanvegin skuldi fara á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum. Eg takkaði, setti meg í bilin og gjørdi, sum mær var álagt.
Frá tí at eg vendi mær til Leiðbeining á Landssjúkrahúsinum, til ein sjúkrasystir leiddi meg inn á Skaðastovuna, gekk bert ein lítil løta.
Ikki meira enn innkomin byrjaði ein drúgv og nágreinilig kanning og skráseting av mær. Ein sálarlig og likamlig klassing í fleiri stigum var byrjað. Tvær sjúkrasystrar og ein lækni handfóru meg.
Tá ið hetta dyggiliga arbeiðið var liðugt, fekk eg at vita, at eg skuldi upp á deild 8. Eg má viðganga, at eg gjørdist ikki sørt bilsin fyri ikki at siga kløkkur av hesum boðum. Ein portørur kom við einari song og skuldi fáa meg upp á nevndu deild. Har hjálpti eingin góða mamma. Á vegnum í elevatori gjørdu vit ein heilt stuttan steðg í røntgendeildini, har myndir vórðu tiknar av lungunum. So aftur í elevatorin við portørinum og songini. Komin á 8, beint í song og undir dýnuna.
Nakað seinri fóru vit trý: portørurin, seingin og eg við elevatori oman í kjallarahæddina. Eg skuldi skannast. Sjúkrasystirin (ella var tað ein lækni, trupult at síggja munin) har hevði trupulleikar við skannaranum, okkurt var, sum ikki riggaði. Tað tók eina lítla løtu, so varð tað vandamálið loyst, og tey bæði, sjúkrasystirin og portørurin mest sum rullaðu meg úr seingini á ein pall og potaðu meg so liggjandi á rygginum varliga inn í skannaran. Tað tók ikki langa tíð, so varð skanningin liðug, og portørurin, seingin og eg fóru aftur á 8. hædd, haðan vit vóru komin.
Løtu seinri komu sjúkrasystrar og ein sjúkrasystranæmingur til mína song. Har varð mangt og hvat spurt og svarað og gjørt: hvussu høgur eg var, hvat eg vigaði, blóðkanning, kardiogrammir, blóðtrýst og fepur meira enn eina ferð, og hvat veit eg. Sum kunnugt kann okkara føðingardagur og -ár lesast í p-talinum. Ein sjúkrasystur spurdi, um árstalið 25 í mínum p-tali var ein feilur.
Tað var stuttligt at hoyra. Tú mást trúgva mær, eg klemmaði hana innantanna.
Seinri á kvøldi um 9-tíðina kom ein sjúkrasystir við einum høgum stillassi við slangu og plastikposa við 1½ litri av vatni. Slanguna hefti hon í ein ventil, sum sjúkrasystirin á Skaðastovuni hevði opererað inn í mítt handabak. Tá ið eg spurdi, hvat hatta var gott fyri, svaraði hon, at eg drakk ov lítið av vatni.
Týsmorgunin var einki vatn í posanum, alt var farið í mínar æðrar.
Um 10-tíðina kom ein sjúkrasystir og segði, at eg skuldi til ein hjartaspecialist. Eg lat meg í, og sjúkrasystirin vísti mær á leiðina, har hjartakanningin skuldi fara fram.
Specialisturin – hon var av Eiði – rætti mær hondina og fór so undir sjálva kanningina av mínum hjarta. Tað er óvanligt, at vit hoyra okkara hjarta sláa, men nú veit eg, at tað ljóðar sum ein væl smurdur fýrataktsmotorur.
Tá ið kanningin var liðug, gekk ein lítil løta, áðrenn dómurin fall: 1. Hjartanum bilti einki, klapparnir arbeiddu, sum teir áttu, og 2. Lunguni vóru góð, einki óvanligt at síggja. Tá kundi eg skríggjað av gleði.
Spurdi hjartaspecialistin, hvat nú fór at henda (ætlaði mær aftur í seingina). Eg kundi fara heim, var tað dámliga svarið.
Klassingin var liðug.
Eg tók í hondina á sjúkrasystranæminginum, sum sat í búrinum nær elevatorinum, ynskti grannamanninum í seingini á sjúkrastovuni góðan betring og fór til hús.
Frá tí at eg varð móttikin á Landssjúkrahúsinum – kom í professionellar lækna- og sjúkrasystrahendur við kompleksari vitan og framkomnum tólum – og varð útskrivaður, gingu 24 tímar.
Kæri vinur.
Eg vildi siga tær frá hesum, tí, sum tú plagar at siga, vit mugu duga at síggja og frøast um sólina í okkara lívi, og at besta verjan móti politiskum biksimati og øðrum fjákalótum er júst sólin – og humor.
Vóni annars, at tað stendur væl til hjá tær og tínum.










