Eitt dagligt bragd

Heilsan til Honnu Dalsgarð av Velbastað á 100-ára degnum, 2. Januar 2012

Góða Hanna. Og góðu tit synirnir. Verdøturnar. Ommubørnini og langommubørnini við makum. Og oldurommubørn. - Ja, øll hendan stóra fjølskyldan, sum tygum hava givið lív og sett við, Hanna.

Hjartaliga til lukku á hesum mikla merkisdegi hjá tær og tínum. Tær bestu kvøðurnar vil eg bera tygum – frá mær sjálvum og vegna Tjoðveldisflokkin. Eyðmjúkliga vil eg takka fyri tann trúfasta og dygga stuðul, ið tygum hava veitt flokkinum frá byrjan - og seinni eisini mær persónliga. Og eg vil takka fyri alt tað dagliga verk, tygum hava útint fyri bygd, land og tjóð – í eina samfulla øld. Við hugsjón, hjarta, hondum og mentan.

Tygum, Hanna, eru partur av tí liði, sum skaldið lýsir soleiðis: “Eitt fáment trúgvandi lið, sum trúgv móti stórari hugsjón, fingu Føroyar at vakna við.” Hetta hava tygum gjørt við tygara stóra dagliga verki í uppvøkstrinum og lívinum sum bóndakona Uppi í Stovu í mentanarbygdini, Velbastaði. Við tygara uppihaldi á Vallekilde Háskúla í Danmark, har tygum eins og onnur tjóðskaparfólk hava fingið og givið íblástur til føroyskt framburðsstarv, upplýsing og mentan. Og við tygara stóra áhuga og luttøku í samfelagsmálum og mentanarstarvi sum heild.

Og tygum vóru millum teirra sum í 1946 settu álitið á fólkaræðið og fólkið í landinum, og valdu loysing á fólkaatkvøðuni 14. September. Og tað hava tygum staðið við, hildið fast um og borið áfram – í mun til onnur, sum lupu frá og fóru at ganga ímóti fólksins avgerð.

Takk fyri tað, Hanna. Tann førningur, ið tygum og tygara lið støðugt hava lagt afturat og borið fram á leiðina, er eftir mínum tykki bulurin í teirri menning og teimum virðum, sum allarflestu fólk í Føroym í dag dýrmeta. Í máli, mentan, skúlaskapi, vinnu, javnrættindum og samhaldsfesti.

---

Tað er enn í stóran mun “ein óskrivað søga, ein orðaleys røða, um fólkið her livdi, skapaði tjóð”, sum Christian Matras yrkir.

Og serstakliga er tað enn ein óskrivað søga og ein orðaleys røða um tær kvinnurnar – ja, tey konubrotini – ið, sum tygum, Hanna, hava virkað, strevað og skapað tað samfelagið, tey virðini og tann mentanararvin, sum vit øll kunnu eiga framíhjá í dag.

Fyri mítt ættarlið og tey, ið síðani eru komin afturat, kann tað stundum fatast sum ein trupulleiki, at streymurin fer og hárturkarin og komfýrurin ikki riggar – ella at internetið slitnar ella arbeiðir ov seint. Fyri okkum er tað nærum ógjørligt veruliga at fata tey kor, tað stríð og tær broytingar, sum tygum hava livað og virkað hesa seinastu øldina.

Sum smágenta at missa móður tína. At vaksa upp undir einum heimsbardaga og trongum korum. At seta búgv. Festa. Fara burtur í skúla uttan stuðul ella skipanir. Eiga børn. Halda hús og reka garð við fólki og fæi. At vinna og virka alt burturúr tí tilfeingi, ið sjógvur, bøur og hagi kundi geva. At ansa børnum og teimum eldru. Og alt uttan teir hentleikar og tær tænastur, sum hava staðið okkum í boði. Ja, Velbastaður fekk ikki streymveiting fyrr enn í 1958, tá tygum hava verið um miðjan aldur.

Eg veit, at tygum vóru í hoyna til dagin fyri, at tygum áttu yngsta sonin, Gunnleiv. Og eg veit eisini, at tygum so at siga róku tygara egna eldrasambýli, har tygum ansaðu fleiri av teimum eldru í familjuni. Og ikki fyrr enn 97 ára gomul komu tygum sjálv her á Ellisheimið í Havn.

Og so afturat øllum at hava orkuna til at taka lut í mentanarlívi og sosialum lívi í bygdini og í landinum, og at hava givið hugsjónir, andsvirðir og musikalitet víðari til familjuna og samfelagið – sum vit síggja nógvar fruktir av í dag. Tað er eitt dagligt bragd, sum søgur og røður eiga at skrivast um.

---

Abbi mín, Karsten Hoydal, var eins og tygum, Hanna, føddur í 1912. Hann sigur í eini yrking, sum er vígd móðir hansara, at tað hann kendi í sínum uppvøkstri og barnaheimi, var:

“...signað við eygum og hondum,
sum dugdu hin ljósasta gand.”

Og soleiðis hevur tað uttan iva eisini kenst hjá teimum, ið unst hevur at kenna verkið og hitan av tygara hondum, huga og hjarta.

Fari tí at enda at takka fyri høvi at vera við á hesum hundrað ára degi tygara við einum ørindi úr somu yrking hjá abba mínum:

“Tú sum ert undan á vegnum,
dýrmett var gáva tín,
mín hin reinasta tøkkin
tær fylgi um ytstu sýn.”
------------
Høgni Hoydal