Gamli skúlin hevur tænt fyri seg, hann er meira enn 125 ára gamalur. Ein vildi hildið, at hann fyri eftirtíðina kundi verið gjørdur um til eitt fornminnissavn, tí skúlin jú, í sjálvum sær, er eitt fornminni. Hann hevur húsað nógvum børnum og lærarum, og síggja tey út til at hava trivist gott í honum, gjøgnum tíðina. Næmingar og lærarar hava í hvussu so er ikki verið kend fyri at lata illa at umstøðunum. Og at fáa ein nýggjan skúla, er teimum sera væl unt, tí børnini eru jú okkara framtíð.
Tað er tó eitt men... Eitt ynski er afturat frá bygdafólkinum. Veit ikki, hvussu onnur foreldur hava tað, hugsi at tey halda sum eg, ið fegin vildi ynskt, at vit nakað skjótt fara at hugsa um at byggja nýggjan barnagarð her í bygdini. Sjálv starvist eg sum námsfrøðingur í Barnagarðinum á Teigunum á Sandi. Og eg havi ikki hoyrt eitt orð um, at kommunalpolitikarnar hava framtíðarætlanir um at byggja ein nýggjan stovn til okkara smáu borgarar.
Í Barnagarðinum á Teigunum ganga í løtuni eini 55 børn. Talið av starvsfólkum er, til dags dato, 13 fólk. Umstøðurnar har eru alt annað enn góðar. Sjálvur barnagarðurin húsast í einum elligomlum húsum, ið vórðu umvæld fyri eini 8 árum síðani. Tey eru lítil, ja so lítil, at øll 55 børnini als ikki rúmast inni har. Í Lítlu Lon, hetta er vøggustovan, ganga til dagligt 11 børn, og í Mið Lon ganga 16 - 18 børn. So er tað Lítli Teigur, ið er ein útibarnagarður, ið í løtuni rúmar 24 børnum.
Útibarnagarðurin, Lítli Teigur, sá dagsins ljós fyri knapt 5 árum síðani, tá Sands kommuna fór undir ein leigusáttmála við Zion á Sandi, tí tey áttu eitt samkomuhús, ið liggur undir liðuni av barnagarðinum. Húsið var als ikki nýtt til tað endamál, ið tað varð bygt til, og stóð tað nærum tómt alt árið. Her hava so millum 20 og 30 børn saman við starvsfólkum húsast til dagligt í hesi 5 árini. Hølini vóru ikki 1. Floks, men við at nýta tey til eitt tilhaldsstað hjá einum útibarnagarði, bar hetta væl til.
Men nú er Zion selt til brøðrasamkomuna í bygdini, og vilja tey fegin nýta húsið til tað, sum tað er bygt til. Tey hava sostatt uppsagt leigusáttmálan við Sands kommunu til 1. Januar 2009. Hetta vil við øðrum orðum siga, at børn og starvsfólk í útibarnagarðinum, Lítli Teigur, eru heimleys eftir 1. Januar 2009, um leigusáttmálin ikki verður longdur.
So er tað, at vit, starvsfólkið á Teigunum, hava frætt, at gamli skúlin, ið er eldri enn 125 ár, skal nýtast til barnagarð, tí hann jú fer at standa tómur, tá nýggi skúlin verður liðugur. Ja, hetta ljóðar eitt sindur løgið. Húsið er 125 ára gamalt, og tað kann ikki longur nýtast til skúla; men til barnagarð, tað kann tað nýtast til. Tað eru jú bara nøkur børn og nøkur fá starvsfólk, ið skulu húsast har í eitt óavmarkað tíðarskeið.
Eg síggi hetta sum eina sera vánaliga lappaloysn til okkara smáu borgarar her í Sands kommunu. Vit hava eitt stórt og snotuligt ellisheim til okkara gomlu, óhjálpnu borgarar, eitt vælvirkandi tilhald til tey eldru, ið eru før fyri at ganga sjálvi. Og nú ein spildurnýggjan skúla til okkara skúlabørn. So mugu vit ikki gloyma okkara allarminstu borgarar. Tey kunnu ikki bara tveitast inni í eitt gamalt fornminni av einum húsum. Og um gamli skúlin skal nýtast til hetta endamál í 2009, so skulu jú nógvar og kostnaðarmiklar umvælingar gerast, áðrenn børnini kunnu ganga har. Og hetta síggi eg sum eitt peningaspill, ið kundi verið betri umsitið.
Sum foreldur og námsfrøðingur, vil eg altíð geva børnunum tað besta, og tað fái eg ikki gjørt, undir verðandi umstøðum.
So eg havi eina bøn til okkara kommunalpolittikarar og komandi valevni, nú tað nærkast einum kommunuvali: Hugsið um, at okkara smáu børn skulu hava tað besta. Um tað so kostar eina kommunusamanlegging.