Eitt dreymajobb

Beinta Árnadóttir Gregersen hevur fingið starvið sum leiðari á Virkishúsinum fyri ung í Klaksvík.
- Hetta er eitt dreymajobb, sigur ein sera fegin Beinta, sum vónar at sleppa gongd sum skjótast

Klaksvík:
Í summar tók Klaksvíkar býráð endaliga avgerð um at gamli Sjóvinnubankin, har kommunulæknarnir hava húsast, framyvir skal nýtast sum virkishús fyri ung undir 18 ár. Onki ungdómshús hevur verið í býnum síðani einaferð í 80unum, so í Klaksvík hevur verið fylgt við spenningi við ætlanunum fyri virkishúsið. Hósdagin frættist so, at 29 ára gamla Beinta Árnadóttir Gregersen úr Norðagøtu er sett sum leiðari fyri húsið.
Eitt hús fyri øll
Í fyrsta umfari er ætlanin at skipa virksemið í húsinum eftir nøkunlunda sama leisti sum Margarinfabrikkin í Havn. Tað vil siga eitt royk- og rúsfrítt umhvørvi, har ung undir 18 ár hava sína dagligu gongd og kunnu taka lut í ymsum virksemi. Eisini er ætlanin javnan at skipa fyri kjakfundum og fyrilestrum um evni, sum hava áhuga hjá teimum ungu. Í hesum sambandi heldur Beinta eisini, at tey ungu áttu at fingið møguleika at læra at duga og tora at traðka fram og siga sína hugsan alment.
Beinta sigur, at eftir hennara tykki skal tað verða hugskotini hjá teimum ungu sjálvum, sum seta sín dám á húsið. Tí ætlar hon, sum eitt tað fyrsta at fara inn í skúlaflokkar í Klaksvík at fregnast eftir, hvat tey ungu kundu ímyndað sær at brúkt virkishúsið til.
- Tey ungu eru full av hugskotum, so tað verður neyvan nakar trupulleiki at koma í gongd við okkurt spennandi. Men tað skal eisini vera pláss fyri bara at koma inn og slappa av og sita og práta, sigur Beinta.
Enn er ov tíðiliga at siga nakað ítøkiligt, um hvørji tilboð verða í húsinum. Men Beinta leggur áherðslu á, at hetta skal vera eitt hús, har øll kenna seg væl at koma. Hetta skal fyrst av øllum verða eitt stað, har tey ungu kunnu koma at hava tað stuttligt og hugnaligt saman, samstundis sum tey hava møguleika at læra okkurt innan til dømis tónleik, handverk og annað kreativt.
Ymsar royndir
Beinta er BA í samfelagsfrøði og hevur harumframt lisið Kultur- og sprogmødestudier á RUC. Hon hevur nakað av royndum sum lærari og á CISV barnalegum og hevur annars verið sera virkin í tónleikasamtakinum Grót og í nógva virkseminum kring G! Festivalin.
Beinta sigur, at síðani hon flutti aftur til Føroyar fyri tveimum árum síðani, hevur hon leitað eftir einum starvi, ið líktist júst hesum, hon nú hevur fingið.
- Eg var farin at halda, at tað nokk ikki funnust slík størv í Føroyum. So hetta er onki minni enn eitt dreymajobb fyri meg, sigur ein sera fegin og spent Beinta, sum vónar at sleppa í gongd sum skjótast.