Eisini Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólki

Kanska skuldi Føroyar verið eitt land, sum bjóðaði sær til at taka ímóti nøkrum foreldraleysum børnum, heldur Jenis av Rana

At taka ímóti flóttafólkum er ein partur av tí at vera limur í heimssamfelagnum

 

Tað heldur Jenis av Rana, Løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og floksformaður.

 

Miðflokkurin hevur longu havt uppstillingarfund, har tey fingu tey fyrstu valevnini á listan til næsta løgtingsval. Í tí sambandi viðgjørdi flokkurin eisini flóttafólkamál, sum eru nógv frammi í tíðini.

 

Jenis av Rana staðfestir, at tað er munur á flóttafólki. Ein bólkur av flóttafólki eru tey, sum koma inn á okkum, men sum ikki flýggja undan kríggi og neyð. Orsøkin til at tey leita sær ímóti Evropa, og serliga ímóti Norðurlondum, er teir ágóðar, sum vit hava í okkara vælferðarsamfelagi.

 

Men so eru tað ein annar bólkur av flóttafólkum, ið kallast kvotaflóttafólk. Hetta eru flóttafólk, sum eru flýdd heimanífrá undan kríggi og forfylging, og sum ST formliga hevur skrásett sum flóttafólk.

 

– At taka ímóti kvotaflóttafólkum er ein partur av tí at vera limur í heimssamfelagnum, sigur Jenis av Rana.

 

Hann sigur, at tí eiga vit eisini at taka okkara part av kvotaflóttafólkum, men tað skal vera ígjøgnum ST, og undir teimum treytum, ST, setur.

 

Hann vísir á, at milliónir av kvotaflóttafólkum eru í legum runt umkring har tey bíða eftir at sleppa at onkustaðni at búgva.

 

Summi hava bíðað í fleiri ár, men londini rundan um okkum taka flóttafólk til sín, sigur Jenis av Rana.

 

– Men tað er alt væl fyriskipað, tí fólk úr móttakaralandinum fara í flóttafólkalegurnar at tosa við tey fólkini, talan kann vera um at taka ímóti, sigur formaðurin í Miðflokkinum.

 

Hann heldur fyri, at kanska skuldi Føroyar verið eitt land, sum bjóðaði sær til at taka ímóti nøkrum foreldraleysum flóttafólkabørnum í samráð við ST.

 

Formaðurin í Miðflokkinum hevur onki boð upp á, hvussu nógvum flóttafólkum, Føroyar kundu tikið ímóti.

 

Í undanfarnu samgongu, har Miðflokkurin eisini var, segði táverandi løgmaður, at Føroyar áttu at taka ímóti 50 flóttafólkum. Jenis av Rana heldur, at tað er púra ørt at tosa soleiðis. Hann hugsar sær heldur, at vit taka ímóti nøkrum heilt fáum flóttafólkum, í hvussu so er í fyrstu syftu, so at vit kunnu gera okkum okkara egnu royndir.

 

– Vit eiga at vera ógvuliga varin og gera okkum okkara egnu royndir á økinum, sigur Jenis av Rana.

 

Men hinvegin heldur Jenis av Rana, at vit skulu verja okkum fyri teimum, sum leita sær hendavegin, hóast tey ikki eru kvotaflóttafólk. Og hesum slagi av flóttafólki skulu vit lata markið aftur fyri, leggur hann afturat.