stovnum og virkjum í samband við, at 1. november er minningardagur teirra sjólætnu, og er grunnurin sera takksamur fyri hesa peningagávu. Í fjør vóru útgoldnar gott 400.000,- kr. í studningi til gott 200 [...] 200 umsøkjarar. Grunnurin roknar við líka nógvum umsóknum í ár. Formaður grunsins er Óli Jacobsen, fiskimannafelagsformaður og skrivari er Borgarhjørt Kragesteen. Umsóknarbløð fáast við at skriva til grunnin [...] Grunnurin hevur síðani hann varð stovnaður í 1938 á hvørjum ári til jóla býtt studning út til fiskimenn, sum av sjúku ella vanlukku á sjónum eru óarbeiðsførir fiskimenn. Studningurin er treytaður av, at
at tað eru teir tingmenn, sum tiga og samtykkja í framhaldandi niðurbindingini av sunnara parti av Suðuroynni. Tað var tann 13. mars 1997, at formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, floksins vegna [...] vegna legði fyri tingið uppskot um misálit á Sámal P. í Grund, landsstýrismann. Í viðmerkingum sínum til misálitisuppskotið nevndi uppskotsstillarin m.a. søluna av Teistanum fyri bert 13,0 mill. kr. og [...] Javnaðarfloksins í hesum máli stóðst als ikki av suðuroyarsiglingini, sum jú var ónervað av landsstýrismansins avgerðum, og Henrik Old og onnur kunnu vissa seg um hetta við at lesa grundgevingina í misálitis
Poulsen er formaður í Oljuráðleggingarnevndini. Hann sigur við Sosialin, at nevndin samdist um at mæla til vanligan partafelagsskatt eisini í sambandi við kolvetnisvirksemi. Partafelagsskatturin í Føroyum [...] n um skatting av teimum lønum, sum verða goldnar út í sambandi við kolvetnisvirksemi. Petur Alberg Lamhauge, stjóri í fíggjarmálastýrinum og limur í Oljuráðleggingarnevndini hevur arbeitt nógv við uppskotinum [...] Oljuráðleggingarnevndin hevði í farnu viku sín fyrsta fund í meira enn eitt hálvt ár. Eitt mál var á skránni, og tað var uppskot til kolvetnisskattalóg. Arbeiðið við sjálvari kolvetnisskattalógini er liðugt
nakað við vegamálið í Kaldbak Vit fáa einki gjørt Páll Petersen í Kaldbak, er býráðslimur og formaður í Teknisku nevnd býráðsins. Hann sigur seg hava arbeitt fyri at fáa vegastubban í Kaldbak umvældan, men [...] myndugleikarnir gera nakað, men nú hava vit bíðað í 10 ár, sigur Andreas Hvannastein, sum býr í nýggja býlinginum í Kaldbak. Tá útstykkingin fór fram í síni tíð, sluppu fólk ikki at byggja nærri Kaldbak [...] sigur Henning Jacobsen. Eru 10 ár ikki í so long tíð, at fáa so lítið mál avgreitt? Jú, men vit eiga fleiri vegastubbar, sum hava bíðað í longri tíð tann í Kaldbak. Tá kommunan hevur bjóðað sær til
við ein annan jugoslava, nevniliga Zoran Mancic, sum í ár hevur spælt við KÍ og frammanundan eisini hevur verið á VB-liðnum. Martin í Nesi er formaður í Royn, og hann sigur, at teir eru væl nøgdir við at [...] uppat. Royn fyllir 75 ár í morgin, men enn hevur felagið ongantíð verið í 1. deild. Onkuntíð hevur verið nær við, og so var eisini í ár. Men hepnið hevur ikki verið við felagnum, sum í Føroyum man vera best [...] ikki upp í ár, men jubileumsárið hevur ikki verið beinleiðis miseydnað av teirri orsøk. Húsið hjá felagnum fyllir 25 ár ? tað er í góðum standi og hevur ikki nógva skuld. Royn vann sjey steyp í ár í fótbólti
Veðurgudarnir tóktust at vera í sama hýri, sum viðurskiftini millum Danmark og Føroyar eru í løtuni. Regn, kalt og nógvur vindur var, tá nýggi formaðurin í Vinstraflokkinum vitjaði í hósdagin. Anders Fogh Rasmussen [...] kortini ikki bert um pening, men eisini um mennisjansligar kenslur í Føroyum eins væl og í Danmark. Vit hava hóast alt verið í lagnufelagsskapi í fleiri hundrað ár, sigur Anders Fogh Rasmussen, sum fór avstað [...] Eg havi tvey endamál við vitjanini. Tað er sum nýggjur formaður í Vinstraflokkinum at vitja Sambandsflokkin, og at hoyra teirra sjónarmið í samband við fullveldisætlanina. Hitt endamálið er at hitta
mismunir ikki bara vórðu gjørdir í gerandisdegnum, í uppalingini av gentu og dreingi, men eisini í málinum, gjørdist Kirstini greitt serliga í realskúlanum, tá ið hon varð rættað í sínum stílum við at umrøða [...] burturi í dag. Tað er ikki løgið, at kvinnugranskarar í dag ofta taka til, at vit liva í ein kvinnufíggindaligari tíð sum ongantíð fyrr. Tað er ikki rúm fyri tí kvinnuliga. Føroyska kvinnan fyrr í øldini [...] øldini var nógv tryggari í tí kvinnuliga enn kvinnan í dag. Hon var stolt av teim virðum, hon hevði, sigur Kirstin Didriksen. Málið stendur ikki í stað Í kjalarvørrinum á kvinnurørsluni byrjaði arbeiðið at
seg til fyrstuhjálparskeiðini, sum eru. Í løtuni er eitt skeið á kvøldskúlanum í Havn, men tað er óiva eisini møguligt, at taka skeiðið aðrastaðni í landinum. Í øðrum førum kann ein venda sær til Reyða [...] løgregluni klárast í minninum er, at ein eldri kvinna varð yvirkoyrd á gonguteiginum í R. C. Effersøesgøtu, beint uttanfyri SMS. Hetta vegastrekkið men verða eitt av teimum vegastrekkjum í øllum landinum, [...] ein snuddur í knæði. Bíliga sloppið tá hugsað verður at talan er um eina rættuliga tilkomna kvinnu. Men tað er nú ikki so galið at eydnan er vi- okkum vi- hvørt. Ansið eftir teimum eldru Í sambandi við
Skulptururin eitur "Hjørdis og Skyggen", hann er gjørdur í bronsu og sambært Jacob Saxild, ið er formaður í Den Saxildske Familiefond og fyrrverandi formaður í Dansk Ingeniørforening, var Hans Pauli Olsen valdur [...] kendur listamaður í Danmark. Hann hevur gjørt bronsumyndir av donsku prinsunum, Fríðrikki og Joakim, og kendasti skulpturin hann hevur gjørt í Føroyum er av Nólsoyar Pálli, sum stendur í Vágsbotni. Hans [...] Fyrst í hesum mánaðinum vórðu nýggju verkfrøðingahúsini á Kalvebod Brygge í Keypmannahavn vígd. Eitt av hæddarpunktunum á hátíðarhaldinum var avdúkingin av skulpturinum við inngongina til húsini. Og tað
hjá FSF skipaði í vikuskiftinum fyri einum parti av elituvenjaraútbúgvingini, sum nakrir av fremstu venjarunum í landinum hava tikið lut í hetta síðsta árið. Skeiðluttakararnir hildu til í hølunum, sum [...] sum ein av teimum, ið er við í útbúgvingini, og Jákup Mortensen, formaður í NSÍ, segði sína hugsan um framtíðina hjá føroyska fótbóltinum. Færri lið Vit søgdu leygardagin, at í innbjóðingini til fundin, sum [...] roynt í Danmark. Einki er at ivast í, at hetta er ein spurningur, sum feløgini fara at hava avgjørdar áskoðanir um. Undir øllum umstøðum kunnu vit staðfesta, at í løtuni er tað nógvur røringur í føroyska