FSF leggur upp til lægri tal í bestu deildini

Fótbóltur: Eisini verður spurningurin um ójøvnu inntøkurnar frá áskoðarunum tikin fram á fundinum um fýra vikur

Útbúgvingarnevndin hjá FSF skipaði í vikuskiftinum fyri einum parti av elituvenjaraútbúgvingini, sum nakrir av fremstu venjarunum í landinum hava tikið lut í hetta síðsta árið.

Skeiðluttakararnir hildu til í hølunum, sum Tryggingarfelagið Føroyar eigur í Runavík, og har sum landsliðið plagar at halda til, tá teir fyrireika seg til landsdystirnar á Svangaskarði. Praktisku venjingarnar vóru á Svangaskarði, har U-16 og U-18 landsliðið vóru í venjingarlegu.

Seinnapartin sunnudagin varð skipað fyri fundi í Runavík, har luttakararnir umframt skeiðluttakararnar vóru umboð fyri Fótbóltssambandi.

Jens Erik Magnussen, formaður í kappingarnevndini, og Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari hjá Allani Simonsen og venjari hjá U-16 landsliðnum, høvdu innlegg, umboðandi FSF. Petur Simonsen hevði eitt innlegg sum ein av teimum, ið er við í útbúgvingini, og Jákup Mortensen, formaður í NSÍ, segði sína hugsan um framtíðina hjá føroyska fótbóltinum.


Færri lið

Vit søgdu leygardagin, at í innbjóðingini til fundin, sum FSF hevur bjóðað feløgunum til 21. november, verður eitt av punktunum á dagsskránni tos um broytingar í tí greinini í kappingarreglunum, sum hevur við talið á feløgunum í fremstu deildini at gera.

Á fundinum sunnudagin segði Jens Erik Magnussen, at FSF á fundinum fer at skatta dýpið fyri at finna út av, um tað verður undirtøka millum feløgini fyri at lækka talið á liðum í bestu deildini úr tíggju og niður í átta.

Um tað vísir seg, at feløgini fara at taka undir við hesum, so fer Fótbóltssambandið til ársaðalfundin, sum verður eftir ársskiftið, at koma við uppskoti um at lækka talið á liðum.

Harafturat eru tað í FSF hugsanir frammi um at broyta reglarnar soleiðis, at feløgini, sum hava lið í bestu deildini, ikki skulu hava rætt at spæla í 2. deild.

Orðaskiftið á fundinum sunnudagin var avmarkað, og tað bar brá av, at tað vóru fáir av teimum til staðar, sum hava rættin at atkvøða, tá avgerðin skal takast um, hvussu landskappingarnar skulu skipast í framtíðini, men hóast fáar luttakarar og hóast avmarkað orðaskifti, so vóru tað greiðar ábendingar um, at áhugamálini eru ymisk, og at undirtøkan fyri uppskotinum tískil fer at vera misjøvn.

Tey, sum taka undir við einum sovorðnum uppskoti, gera tað millum annað, tí tey halda, at hetta fer at hava við sær, at dystirnar verða javnari, og at kappingin tískil verður tættari. Hetta rokna tey við fer at hækka støðið í bestu deildini.

Hesi siga seg ikki vera bangin fyri, at áhugin fyri fótbólti fer at minka, tí tey rokna við, at bestu spælararnir kring landið fara at finna fram til feløgini, sum hava møguleika at standa seg í fremstu røð.

Tey, sum eru ímóti uppskotinum, eru tað millum annað, tí tey síggja ein stóran vanda vera fyri, at fleiri øki í landinum, sum nú eru umboðað í bestu deildini, fara ikki at megna hetta, um talið verður lækkað, og tað rokna tey við fer at hava við sær, at áhugin millum áskoðararnar og eisini millum tey smáu og ungdómarnar fer at minka og harvið fara færri góð fótbóltsevni enn undir galdandi skipan at koma til sjóndar.

Hesi trúgva við øðrum orðum einki uppá eina framtíð fyri smáu feløgini sum talentklekjarar fyri stóru feløgini.

Á fundinum varð einki sagt um, hvussu broytingin við at lækka talið á feløgum skal fremjast, men tað tykist vera púra greitt, at hetta er ikki nakað, sum hendir frá degi til dag. Á aðalfundinum hjá FSF í fjør var samtykt at lækka talið á feløgum í bestu kvinnudeildini, og henda prosessin tekur tvey ár. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er eingin møguleiki fyri, at talið á luttakarum í bestu deildini í 1999 verður átta, og tað er neyvan sannlíkt, at tað í ár 2000 verður átta. Men nú skal tað fyrst fyri á fundinum við feløgini um góðar tríggjar vikur, og so verður støða tikin til, um uppskotið skal leggjast fyri ársaðalfundin, sum verður eftir ársskiftið.


Fleiri útlendingar

Á fundinum varð eisini nevnt, at gongdin hesi seinnu árini, t.d. at nógvir av bestu spælarunum á bygd fara til havnarfeløgini, hevur havt við sær, at spurningurin um hægst loyvda talið av útlendskum spælarum má takast upp til nýggja viðgerð.

Higartil hevur tað verið soleiðis, at tað hevur ikki verið loyvt at hava meiri enn tveir spælarar, sum í fótbóltshøpi eru skrásettir uttanfyri Føroyar, á liðnum. Nú eru tað teir, sum vísa á, at um nøkur kapping skal vera, so er neyðugt, at hetta talið verður hækkað. Hesir halda, at tað kann ikki roknast við tøttum dystum og harvið einari javnari kapping, um tey bestu feløgini, sum draga teir bestu frá teimum næstbestu feløgunum til sín, skulu kappast við lið, sum mugu uppaftur longri niður í deildirnar fyri at finna manning til teirra besta lið.

Tað er ikki greitt, um uppskot hesum viðvíkjandi verður lagt fyri ársaðalfundin, men tað er greitt, at hesin spurningurin fer at verða tikin fram á fundinum 21. november.


Býta pengarnar kristiligari

Á fundinum í Runavík sunnudagin varð nortið við lutin, sum feløgini fáa av áskoðarainntøkunum.

Higartil hevur tað verið soleiðis, at heimaliðið hevur allar útreiðslur, sum standast av at fyrireika dystin ? burtursæð frá at útiliðið rindar fyri sínar útreiðslur. Heimaliðið fær eisini allar inntøkurnar frá áskoðarunum.

Tað eru summi, sum halda, at hetta er órímuligt, og á fundinum í november fer tað at verða tikið upp, um tað ikki hevði verið rætt at funnið ein býtislykil, soleiðis at ein partur av inntøkunum av einum dysti í framtíðini skal fella útiliðinum í lut. Hetta er ikki ókent aðra staðni, t.d. hevur hetta áður verið roynt í Danmark.

Einki er at ivast í, at hetta er ein spurningur, sum feløgini fara at hava avgjørdar áskoðanir um.

Undir øllum umstøðum kunnu vit staðfesta, at í løtuni er tað nógvur røringur í føroyska fótbóltshylinum.