Fáur man taka Henrik Old í álvara, tá hann roynir at lúgva fyri fólki, at tingmaður úr Suðuroy tekur undir við skerjing av flutnings- og ferðasambandinum til og frá Suðuroynni, sum frammanundan er so torført og lítið nøktandi fyri okkum, sum her búgva. Sostatt er eingin orsøk til aftursvar, men eiga politikarar bara at sleppa snikkaleysir, tá teir siga ósatt, kann ein spyrja. Ella ein kann spyrja, um tað gongur sjón fyri søgn, at tað eru teir tingmenn, sum tiga og samtykkja í framhaldandi niðurbindingini av sunnara parti av Suðuroynni.
Tað var tann 13. mars 1997, at formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, floksins vegna legði fyri tingið uppskot um misálit á Sámal P. í Grund, landsstýrismann. Í viðmerkingum sínum til misálitisuppskotið nevndi uppskotsstillarin m.a. søluna av Teistanum fyri bert 13,0 mill. kr. og ta avleiðing av hesum, at siglingin við ferðafólki til Skotlands varð steðgað. Einki varð hugsað um, at henda óneyðuga ferðafólkasigling gav stórt hall, meðan tann alneyðuga siglingin innanoyggja tørvaði rakstrarpening.
Øsing Javnaðarfloksins í hesum máli stóðst als ikki av suðuroyarsiglingini, sum jú var ónervað av landsstýrismansins avgerðum, og Henrik Old og onnur kunnu vissa seg um hetta við at lesa grundgevingina í misálitisuppskotinum, sum var soleiðis orðað: Í gjár tók landsstýrismaðurin ta avgerð, at siglingin við ferðafólki millum Føroyar og Skotland verður niðurløgd og at P/F Skipafelagið Føroyar skal yvirtaka farmasiglingina á hesi farleið, og óvissan seinastu mánaðirnar og avgerðin ígjár (undirstrikað av mær) hava ørkymlað bæði føroyingar og útlendingar, sum hava áhuga fyri hesi farleið.
Við øðrum orðum, so legði Javnaðarflokkurin fram uppskot um misálit á landsstýrismannin Sámal P. í Grund, tí hann tók stig til at privatisera skotlandssiglingina. Hesum kundi eingin samgongutingmaður taka undir við, tí arbeiðsskjalið hjá Sámali P. í Grund, samgonguskjalið frá 11. juni 1996, segði, at samferðslan við útheimin má verða skipað á privatar hendur. Uppskot Javnaðarfloksins var so veruleikafjart, soleiðis sum tað var snikkað til, at atkvøðubýtið í tinginum varð 18 ímóti og 9 fyri ? 3 atkvøddu ikki, og 2 vóru burturstaddir.
Viðvíkjandi søluni av Teistanum er at siga, at Jákup Joensen var einasti tingmaður, sum gjørdi nakað við hetta mál, hóast ov seint var. Biðið varð um frágreiðing frá Søfartsstyrelsen viðvíkjandi teimum kostnaðarmiklu umvælingarkrøvunum, sum sambært landsstýrismannin vóru løgd á bæði Teistan og Smyril. Søfartsstyrelsen svaraði í skrivi, dagfest 29. mai 1997, avrit hjálagt. Svarið talar fyri seg og ger m.a. greitt, at tá Teistin varð seldur og Smyril tikin úr skotlandssiglingini vóru eingi krøv sett til skipið, sum var í altjóðasiglingini (t.e. skotlandssiglingini), og skipið í innanoyggjasiglingini siglir enn, siga tvørámenn.
Sjálvur haldi eg meg minnast, at táverandi samferðslumálaráðharri nú aftan á hevur viðgingið sína óhepnu hond í samferðslumálum, og hann varð jú eisini loystur úr starvi av táverandi løgmanni, formanni Sambandsfloksins. Men tað var í teirri tíð, tá Føroyar aftur átti løgmann, sum hevði rygg at standa sum veðhaldsmaður fyri lóglýdni, trúvirði og ábyrgd í politikki lands okkara.
Samanumtikið má sosatt sigast, at tað er illa smíðað lygn, tá Henrik Old gevur umboðum Sambandsfloksins skuldina fyri, at suðuroyarsiglingin verður so happað ? og serliga sunnari partur av Suðuroynni sum vanligt.
Men Henrik Old og Hergeir Nielsen tykjast trívast væl við hesa støðu. Tað er ilt at skilja, at samgongutingmaður, sum sjálvur breggjar sær av at hava fingið sett í fullveldissamgonguskjalið, at suðuroyarsiglingin skuldi dagførast, t.e. gerast nútíðarhóskandi beinanvegin, kann vera nøgdur við ongantíð at síggja Smyril á Vági, sum vanligt var, áðrenn fullveldissamgongan varð skipað.
Lættari er at skilja, at henda gongd hevur minni týdning fyri tingmann, sum ikki býr á hesum leiðum, men bert vitjar, tá politiska jørðildi skal tæðast við føðingardagar og jarðarferðir, og sjálvandi tá skurðfjøllini verða gingin, og sperlarnir verða stungnir.
Lopra tann 19. okt. 1998
Jákup Joensen