Grunnurin hevur síðani hann varð stovnaður í 1938 á hvørjum ári til jóla býtt studning út til fiskimenn, sum av sjúku ella vanlukku á sjónum eru óarbeiðsførir fiskimenn. Studningurin er treytaður av, at læknin váttar á umsóknina, at viðkomandi er óarbeiðsførur. Studningurin er persónligur.
Aftur í ár er grunnurin á fíggjarløgtingslógini við 300.000,- kr., men fyri komandi fíggjarár er grunnurin skorin niður við 200.000,- kr. til bert at standa á fíggjarlógini við 100.000,- kr.
Grunnurin fær á hvørjum ári pening frá ymiskum stovnum og virkjum í samband við, at 1. november er minningardagur teirra sjólætnu, og er grunnurin sera takksamur fyri hesa peningagávu.
Í fjør vóru útgoldnar gott 400.000,- kr. í studningi til gott 200 umsøkjarar.
Grunnurin roknar við líka nógvum umsóknum í ár.
Formaður grunsins er Óli Jacobsen, fiskimannafelagsformaður og skrivari er Borgarhjørt Kragesteen.
Umsóknarbløð fáast við at skriva til grunnin, postboks 2114, FO-165 Argir, ella ringja á tlf. 31 60 89.









