­ Vit vilja varðveita ríkisfelagsskapin

Formaðurin í Vinstraflokkinum heldur, at tað er í lagi at føroyingar vilja hava meira sjálvstýri, men hann heldur ikki at tað harfyri er neyðugt at føroysingar taka seg úr ríkisfelagsskapinum

Veðurgudarnir tóktust at vera í sama hýri, sum viðurskiftini millum Danmark og Føroyar eru í løtuni. Regn, kalt og nógvur vindur var, tá nýggi formaðurin í Vinstraflokkinum vitjaði í hósdagin.

Anders Fogh Rasmussen kendi seg kortini væl, og hevði fingið góða móttøku av Sambandsflokkinum, sum var vertur undir vitjanini.

­ Eg havi tvey endamál við vitjanini. Tað er sum nýggjur formaður í Vinstraflokkinum at vitja Sambandsflokkin, og at hoyra teirra sjónarmið í samband við fullveldisætlanina.

Hitt endamálið er at hitta Anfinn Kallsberg, løgmann, fyri at kunna meg um tær ætlanir, sum Landsstýrið hevur í hesum sambandi, sigur Anders Fogh Rasmussen.

Hann heldur tað vera umráðandi, sum leiðari fyri størsta andstøðuflokkinum í Danmark, at vita hvørji sjónarmið føroyingar hava um fullveldisætlanirnar.


Trý javnt sett lond í ríkisfelagsskapinum

­ Eg haldi tað vera av størsta týdningi,at vit í Danmark gera okkum greitt, at tey trý londini í ríkisfelagsskapinum eru javnt stillað lond. Vit fara tí ikki at leggja okkum út í, hvat føroyingar ætla sær at gera viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum, sigur Anders Fogh Rasmussen.

Hann vil - eins og danski stjórnarleiðarin, gera vart við, at sambandið í ríkisfelagsskapinum er annað og meir enn bert peningur, og vísir á mentanarliga og menniskjansliga sambandið, sum í fleiri hundrað ár hava tengt Danmark og Føroyar saman.


Fíggjarligur solidaritetur

­ Tað er tí ein náttúrligur liður í samstarvinum, at vit sýna tykkum fíggjarliga solidaritet, sum er 1,5 mia. krónur árliga, men talan er eisini um hugburð og støðutakan: ­ Ríkisfelagsskapurin er millum trý eins verdug fólkasløg, og fyri tað um okkurt kemur ímillum okkum í hesum samstarvinum, so er ikki neyðugt hjá føroyingum at taka seg úr felagsskapinum.

­ Donksu sjónarmiðini eru yvirhøvur, at vit skulu varðveita felagsskapin, men um føroyingar skulu gera álvara av fullveldisætlanunum, so noyðast vit at siga frá.Talan verður ikki um at veita blokstuðul, um so verður. Tað hava vit skyldu at siga føroyingum.

­ Vilja føroyingar hinvegin fullveldi, so stendur tað tykkum frítt fyri, men so skal hetta samfelagið fíggjast á annan hátt.

­ Er talan um at tað skaðar umdømið hjá Danmark í útheiminum, at føroyingar ikki vilja samstarva longur?

­ Nú hugsi eg ikki, at útheimurin ikki veit, at Føroyar hava serligan status í danska ríkinum. Føroyar eru t.d. ikki limur í ES, og tí skaðar hetta ikki danska umdømið.


Ikki góðtikið um Danmark noktar

­ Er tað ikki óheppið fyri Danmark, at ein partur av ríkisfelagsskapinum ynskir at virka sum sjálvstøðug tjóð. Er tað ikki tað sama sum at siga, at ríkisfelagsskapurin hevur givið skarvin yvir?

­ Eg vildi hildið, at støðan er júst tað mótsetta. Um Danmark ikki tekur ynskini hjá føroyingum í góðum, so kundi tað virka sum vístu vit okkum sum hjálandaveldi. Tað verður ikki góðtikið í útheiminum, sigur Anders Fogh Rasmussen.

Hann vil heldur tosa um kensluna av at danir og føroyingar eru tvey fólkasløg, sum hava nógv felags, bæði mentanarliga, men eisini menniskjanslig. Hann kennir t.d. nógvar føroyingar, sum eru giftir við dønum, og hann hevur eisini vitjað í Føroyum einar fýra ferðir, og heldur, at tað er óheppið, um hesi vinarbond skulu slítast.


Neyðugt at broyta donsku grundlógina

­ Tað er tó einki ivamál, um føroyingar skulu hava fullveldi, so skal danska grundlógin broytast, og eisini, at tá verða føroysku umboðinií Fólkatinginum avtikin.

­ Vit kunnu ikki hava tveir limir í danska Fólkatinginum, sum eru úr øðrum landi, og tí skal grundlógarbroyting til, um tað verður veruleiki.

­ Í fyrsta lagi skulu broytingar gerast, og tær skulu staðfestast í tveimum fylgjandi fólkatingskeiðum, umframt at ein fólkaatkvøða skal til, har 40 pst. av samlaða atkvøðunum skulu verða fyri broytingunum. ­ Hetta er ein langt og torskilt mál, sum tekur drúgva tíð, sigur Anders Fogh Rasmussen.


Lagnufelagsskap

í fleiri hudrað ár

­ Hinvegin, um vit hava felags kongahus og gjaldoyra, so skuldi tað verið ein møguleiki fyri at samstarva.

­ Talan er kortini ikki bert um pening, men eisini um mennisjansligar kenslur í Føroyum eins væl og í Danmark. Vit hava hóast alt verið í lagnufelagsskapi í fleiri hundrað ár, sigur Anders Fogh Rasmussen, sum fór avstað aftur fríggjamorgunin.