Jugoslaviska ávirkanin á føroyskan fótbólt hevur verið stór seinastu árini, einamest í Suðuroynni. Tað eru fýra fótbóltsfeløg í Suðuroynni, og í farna kappingarárið høvdu øll jugoslaviskan venjara ? Milan Milanovic hjá VB, Spasojé Biberdzic hjá Sumba, Zoran Pavlovic hjá TB og Milan Cimburovic hjá Royn.
Milanovic og Pavlovic fóru av landinum, áðrenn kappingin var liðug, og herfyri frættist, at Milan Cimburovic skifti frá Royn til NSÍ. Sostatt skuldi Royn hava nýggjan venjara, og mánadagin skrivaði felagið hjá hvalbingum sáttmála við ein annan jugoslava, nevniliga Zoran Mancic, sum í ár hevur spælt við KÍ og frammanundan eisini hevur verið á VB-liðnum.
Martin í Nesi er formaður í Royn, og hann sigur, at teir eru væl nøgdir við at hava fingið Zoran til Hvalbiar.
? Vágbingar kenna hann væl og lata væl at honum, og hann er eisini væl dámdur millum spælararnar, sigur Royn-formaðurin. Hann sigur, at Zoran Mancic skal venja øll liðini hjá Royn og fær onkrar hjálparvenjarar afturat sær.
Sasha ikki við næsta ár
Ein annar jugoslavi hevur verið í Royn seinastu árini. Tað er Alexander Vukotic, ella Sasha, sum tey kalla hann, men hann verður ikki við aftur næsta ár. Sjálvur var hann áhugaður í at halda fram í Royn, men hvalbingar vóru ikki heilt nøgdir við hann, og tí er samstarvið hildið uppat.
Royn fyllir 75 ár í morgin, men enn hevur felagið ongantíð verið í 1. deild. Onkuntíð hevur verið nær við, og so var eisini í ár. Men hepnið hevur ikki verið við felagnum, sum í Føroyum man vera best kent fyri, at tað sum tað einasta hevur ein grasvøll sum heimavøll. Tað hevur B68 eisini, men toftamenn hava eisini ein graslíkisvøll ? tað hevur Royn ikki.
Hóast uppflytingin enn einaferð glapp hjá hvalbingum, so hevur árið í ár verið serligt á tann hátt, at vøllurin hjá teimum fekk altjóða viðurkenning frá UEFA, og tað meta hvalbingar sum ein stóran sigur.
Martin í Nesi er eitt sindur vónsvikin av FSF, tí Fótbóltssambandið ikki ger meira brúk av vøllinum.
? Eg haldi, tað eru trý ár, síðani vit bjóðaðu FSF at brúka vøllin til venjingar, men higartil hava vit bert havt eitt dreingjalandslið, sum var her fyri trimum árum síðani, sigur hann.
? Vøllurin er góður og góðkendur. Tá VB spældi her í summar, spurdu vit UEFA-umboðsmannin, um tað bert var til intertoto-kappingina, tí hon er minni enn hinar kappingarnar, men hann segði, at UEFA er UEFA, og um vøllurin er góðkendur, so er hann góðkendur, sigur Royn-formaðurin.
Tað var í sambandi við, at VB spældi í intertoto-kappingini móti kekkiska liðnum Boby Brno, at hvalbingar fingu grasvøllin góðkendan av europeisku fótbóltsmyndugleikunum.
Framtíðin sær góð út
Royn flutti ikki upp í ár, men jubileumsárið hevur ikki verið beinleiðis miseydnað av teirri orsøk. Húsið hjá felagnum fyllir 25 ár ? tað er í góðum standi og hevur ikki nógva skuld. Royn vann sjey steyp í ár í fótbólti, og í kappróðri bleiv Snopprikkur, sum felagið eigur, føroyameistari hjá dreingjum. Tað vóru »bygdadreingir í Havn«, sum Martin í Nesi tekur til, ið mannaði Snopprikk í ár.
Fyri at fara aftur til fótbóltin, so sær framtíðin góð út hjá Royn. Felagið hevur nakrar ungar spælarar, m.a. Gisla Dánjalsson, sum hevur verið á U16-landsliðnum í ár og bleiv nóg gamal til at spæla nakrar dystir í endanum av landskappingini í ár. Allan Michelsen hevur verið við 2. deild í ár og er eisini úttikin til U18-landsliðið. Hann er annars sonur tann meira kenda Vilmund Michelsen.
Royn hevur annars ætlanir um at fáa aðrar spælarar til felagið til komandi
Røddir hava verið frammi um, at liðini í Suðuroynni mugu leggja saman, um teir skulu gera seg galdandi í kappingini um europeisku fótbóltspengarnar, men Martin í Nesi er ikki serliga bergtikin av hesum hugskotinum.
? Tað rokni eg ikki við, verður til nakað. Eg trúgvi neyvan, at limirnir hjá feløgunum høvdu gingið við til tað, sigur Martin, sum ikki roknar við eini slíkari samanlegging í nærmastu framtíð.
Sosialurin ynskir Royn tillukku við 75 ára føðingardegnum í morgin.