vunnið er grundað á hansara egnu menning sum tónaskald. Vit í felagnum fyri føroysk tónaskøld hava millum okkum sagt, at vit hava roknað við tí, og vit hava eisini verið við til at innstilla hann til virðislønina [...] altjóða mál, sum ein kann bera fram allastaðni í heiminum. Vit her í Norðurlandahúsinum eru ógvuliga stolt av at vera tey fyrstu í Føroyum, sum hava verið karmur um fyrstu føroysku symfoniina, segði Helga [...] mentamálaráðharrin, ? hevur góð list onki við stødd á landinum ella fólkatal at gera. Tónleikur er eitt av bestu umboðunum fyri Føroyar í útlandinum, og hetta vísir, at vit skulu ikki smæðast burtur í altjóða høpið
mangan, men ikki minst hetta síðsta árið, nú Nólsoyar kommuna og aðrar hava samráðst við Tórshavnar kommunu um samanlegging. Nólsoyingar hava víst dirvi undir hesum samráðingum, og teirra partur hev-ur ikki [...] ikki ligið eftir. Men so mikið størri er ábyrgdin hjá okkum í høvuðsstaðnum, nú vit hava bundið okkum til at gera kommunurnar saman betri førar fyri at veita borgarunum betri tænastur. Sjálvur var eg við til [...] Ítróttarliga hava nólsoyingar á fleiri økjum megnað nógv, og umstøður verða eisini gjørdar fyri, at teir kunnu megna enn meira. Farið er undir fótbólts- og ítróttarvøll á Mýruni, og skal hesin vøllur hava fulla
leikarin á besta linum hjá HB nakrantí; hann var bert 16 ár, tá i hann leikti sín fyrsta dyst. Vit hittu hann í HB-húsinum fríggjakvøldi, tá i teir vandu innandura orsaka av tjúkka kavanum úti á vøllinum [...] hann byrjai at spæla fótbólt so skjótt, sum hann dugdi at ganga. Tá i hann var 7 ára gamal fór hann at spæla vi HB, og hevur hann altí veri í hesum felag. Ta gjørdist tíliga greitt, at Andrew hevi óvanliga [...] Johan Nielsen, á vári í 1996 tók tann tá bert 16 ára gamla unglingin til venjingar saman vi 1. lisspælurunum. Um hetta sigur Andrew, at hann kendi seg sera lítlan, tá hann sat í umklæingarrúminum saman vi
seg um, tá hann skrivaði hesa útsøgn á Facebook. Eg rokni við, at tað eru nógv, sum ynskja at hava sum mest eftir at liva fyri, tá lønin kemur í hús hvønn mánað. At siga við sama munni, at vit skulu hava [...] tað kann vera nakað um tað, men hava landspolitikarar ikki ein stóran part av ábyrgdini av hesum? Tá tað manglar peningur í landskassanum, leggur mann avgjøld á vørur, og tá tað manglar peningur í kommunukassanum [...] Johannesen vil hava, at kommunuskatturin verður lækkaður. Landsskatturin er farin niður, og tíðin er komin til kommunuskattin, sigur hann. Onkuntíð plagar mann at taka til, at ringt er at blæsa og hava mjøl í
reiðari á, hava egnt ógvuliga lítið av høgguslokki í summar, men tey hava altíð høgguslokk umborð. Hann heldur, at Pison og Kvikk í seinastuni hava havt minni enn eitt tons av høgguslokki við, tá ið tey byrja [...] Sostatt var høggurslokkur vorðin ein mangulvøra. - Sum vit hava skilt, hevur tað verið torført hjá útvegarum at fingið fatur á høgguslokki, og tá ið nýggj sending kom fyri einum 3-4 mánaðum síðan, fór [...] byrja nýggjan túr. - Orsøkin til, at vit hava so lítið av høgguslokki við, er partvís, at hann er so dýrur, og haraftrat hava teir heldur ikki latið so væl at honum. Reiðarin sigur, at Pison og Kvik mest
ganga skjótt fyri seg, tí tá klokkan nærkast trý, byrja teir at spyrja eftir blaðnum. Vit eru jú 32 mans, sum skulu deilast um eitt blað. So tað ræður um at halda seg framat, tá tú hevur frívakt og møguleika [...] Sosialur. Tað verður prentað út í somu stødd, sum vanliga blaðið, við myndum, lýsingum og øðrum. Av og á prenta teir blaðið út í litum eisini, men litprintaran, teir hava í løtuni, er arbeiðir nakað seint, [...] burturúr, tá høvið býðst. Er landsdystur á skránni í sjónvarpinum, fylgir sum oftast onkur serliga góður matur afturvið, og tað kann vera ringt at standa móti freistingini. - Jú, eg má viðganga, at vit hava
onnur hava fingið í høvdið um, at leggja fótbóltsvøll í fríøkið í Dalin Langa, og harvið at oyðileggja økið sum nátturulendi, er tað einasta, sum er nýtt fyri hetta økið. Tey, sum fyrst og fremst hava krav [...] ein yvirskipað ætlan fyri Hoyvikshagan. Stórt sæð alt, sum er bygt har, hevur fylgt hesi ætlan, tað veri seg bústaðarbygging, skúli, Hoyvíkar kirkja, útstykkingin við Myllutjørn og miðstaðargøtan Karlam [...] krav uppá at verða hoyrd um hesa ætlan hjá Levi og øðrum, eru tey mongu, sum hava keypt sær grundstykki vid Myllutjørn, og ikki FC Hoyvik ella okkurt annað ítróttarfelag, sum Levi heldur. Tí tað verða hesi
Dátueftirlitið hevur fingið fleiri umsóknir frá arbeiðsgevarum, sum vilja hava innlit í telefonnýtsluna hjá starvsfólki, tí teir hava illgruna um, at telefonin verður brúkt til privat ørindi í arbeiðstíðini [...] . - Har fingu vit at vita, at tað er enntá brot á sjálvan mannarættindasáttmálan hjá ST, at stjórar eftirkanna nýtsluna hjá starvsfólki av internetinum, telduposti og telefon - eisini tá ið talan er um [...] fyri slíkum virksemi, er ikki heilt greitt enn, sigur Ingunn Eiriksdóttir. -Tað fáa vit ikki lagt støðið fyri, fyrrenn vit fáa eitt ítøkiligt mál. Men tað er í øllum førum greitt, at tað skal meiri til enn
byrjaði við at selja brúkt klæðir í Danmark. Hetta hendi í 1972, og vóru tað tá mong sum yptu øksl til eina slíka ætlan. Tað var tá hildið at vera óhugsandi at kunna selja brúkt klæðir til onnur. Tað vísti [...] eisini rættiliga stórt, tí her hevur felagsskapurin einar 600 stuðlar. - Tað vóru nakrar av hesum, sum vit eisini fegin ynsktu at hitta, sigur Henrik Stubkjær. Yptu øksl Í Føroyum finnast longu slíkir endu [...] 4000 sjálvboðin fólk íðin arbeiða fyri at stuðla felagsskapinum á henda hátt. Fólk frá felagsskapinum hava eisini verið dúglig savna fløskur, m.a. á Roskilde-festivalinum. Bara við hetta høvið fingu tey einar
dag kennist, sum um vit hava ikki nógv eftir; tómrúmið í heimi okkara er stórt nú babba og Hannus eru farnir. Babba gjørdist 56 ár og Hannus 23 ára gamal; vit hildu, at vit fóru at hava tykkum hjá okkum í [...] mín var sjómaður burturav; sjógvurin var hansara eitt og alt. Líkasum vit onnur hava brúk fyri luft, so hevði babba brúk fyri sjónum Tá ið eg skuldi velja mær starv, segði babba altíð við meg: »Ongin verður [...] familjuna. Vit hava øll brúk fyri mati og drekka fyri at kunna halda áfram, og fyri babba var familjan at samanlíkna við júst hetta. Styrki hansara var grundfest í familjuni. Øll høvdu vit stóran týdning