Stjórar ikki loyvi at lúra eftir starvsfólki

Arbeiðsgevarar hava ikki loyvi at njósnast um starvsfólk fyri at vita, hvat tey brúka internetið og telefonina til á arbeiðsplássinum. Tað eru tað fleiri føroyskir arbeiðsgevarar, sum hava biðið um loyvi til

Ert tú ein av teimum, sum hevur ein stjóra, ið gongur í njósnast í øllum, tú ger?

So kanst tú róliga melda stjóran til løgregluna løgregluni.

Tað er nevniliga ólógligt av arbeiðsgevarum at njósnast um starvsfólk – eisini í arbeiðstíðini.

Tað er enntá brot á sjálvan mannarættindasáttmálan hjá ST.

Í takt við tøkniliga framburðin, veksur eisini áhugin hjá arbeiðsgevarum at hava eftirlit við, hvat starvsfólk havast at í arbeiðstíðini.

Í dag fer ein stórur partur av arbeiðsdegnum hjá starvsfólkunum á nógvum arbeiðsplássum frammanfyri telduna og tað veksur eisini um áhugan hjá arbeiðsgevarunum at fylgja við, internetnýtsluni hjá starvsfólkunum.

- Tað eru stjórar, sum fegnir vilja sleppa at fylgja við, hvørjar heimasíður, starvsfólkið vitjar og hvønn, tey senda teldubrøv til og hvørjum, tey fáa teldubrøv frá, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum.

Í dagsins hátøkniliga samfelag er tað eisini barnamatur at skráseta, hvørji telefonnummur, ein hevur samband við og tað eru eisini arbeiðsgevarar, sum fella fyri freistingini at njósnast eftir, hvønn starvsfólk ringja til í arbeiðstíðini og hvør ringir til tey.

- Hetta er eisini ólógligt, staðfestir stjórin í Dátueftirlitinum.

Ingunn Eiriksdóttir sigur, at Dátueftirlitið hevur fingið fleiri umsóknir frá arbeiðsgevarum, sum vilja hava innlit í telefonnýtsluna hjá starvsfólki, tí teir hava illgruna um, at telefonin verður brúkt til privat ørindi í arbeiðstíðini og at teir av tí sama koma undir størri telefonrokning enn neyðugt.

- Men hesar umsóknirnar eru allar afturvístar, tí treytirnar fyri at fáa innlit í telefonlistarnar hjá starvsfólki, hava ikki verið til staðar.

Hon leggur kortini afturat, at í onkrum førum hevur Dátueftirlitið givið loyvi til innlit í telefonskráseting. Ein orsøk til at loyvini eru givin, er, at upplýsingarnir skulu brúkast til próvførslu í rættarmálum í sambandi við ymsar kanningar hjá løgregluni.

Ingunn Eiriksdóttir sigur, at í Føroyum eru strangar reglar fyri, nær arbeiðsgevarin hevur loyvi at kanna eftir nýtsluni av interneti, telduposti og telefon hjá starvsfólkum.


Brot á mannarættindi

Dátueftirlitið hevur akkurát verið á ráðstevnu í Bergen saman við Dátueftirlitunum í hinum Norðanlondunum.

- Har fingu vit at vita, at tað er enntá brot á sjálvan mannarættindasáttmálan hjá ST, at stjórar eftirkanna nýtsluna hjá starvsfólki av internetinum, telduposti og telefon - eisini tá ið talan er um nýtsluna í arbeiðstíðini.

Ingunn Eiriksdóttir sigur, at á ráðstevnuni fingu tey innlit í ein dóm, sum mannarættindadómstólurin feldi í apríl í ár, har ein kona í Wales hevði meldað stjóran fyri at lúra í hvørjar heimasíður hon vitjaði á internetinum.

Stjórin hevði eisini eftirkannað, hvønn hon samskifti við umvegis teldupost og telefon, tí hann hevði illgruna um, at hon brúkti telduna og telefonina hjá arbeiðsgevaranum í privatum ørindum.

- Niðurstøðan hjá dómstólinum var, at tað er brot á mannarættindini, tá ið stjórar taka slík stig mótvegis starvsfólki.

- Mannarættindadómstólurin sigur, at eisini nýtslan av interneti, telduposti og telefon á arbeiðsplássinum, er fevnt av hugtakinum um privatlív í grein átta í mannarættindasáttmálanum.

Stjórin á Dátueftirlitinum vísir á, at hesin dómurin hevur áhuga í Føroyum, tí mannarættindasáttmálin er eisini í gildi her.

Kortini ber tað til undir heilt ávísum treytum at eftirkanna teldu-og telefonnýtsluna hjá starvsfólki.

- Er spurningurin um at eftirkanna telefonnýtsluna hjá starvsfólki, skal loyvi altíð fáast til vega frá Dátueftirlitinum.

Er talan um at kanna nýtsluna av internetinum og telduposti, er ikki altíð neyðugt við loyvi frá Dátueftirlitinum.

- Men arbeiðsgevarin skal framvegis hava ógvuliga góðar orsøkir til at gera tað. Tað er sostatt ikki nokk, at stjórin vil kanna eftir, um internetið og telduposturin verður brúkt í privatum ørindum.

- Orsøkirnar til at kanna internetið og teldupostin hjá starvsfólki skal viga tyngri enn rætturin hjá starvsfólki til privatlív, so tað skal rættiliga nógv til.

- Enn hevur Dátueftirlitið ongi dømi um hetta í Føroyum, so hvørjar linjur verða lagdar er fyri slíkum virksemi, er ikki heilt greitt enn, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

-Tað fáa vit ikki lagt støðið fyri, fyrrenn vit fáa eitt ítøkiligt mál. Men tað er í øllum førum greitt, at tað skal meiri til enn ein vanligur illgruni um misnýtslu, leggur hon afturat.

Og undir øllum umstøðum skal starvsfólkið hava tað at vita frammanundan.

Ingunn Eiriksdóttir sigur, at aðrastaðni eru prógv av hesum slagi, sum eru fingin til vega ólógliga burturvíst í rættinum í sakarmálum ímillum starvsfólk og arbeiðsgevara.


Starvsfólk við GPS

Ingunn Eiriksdóttir sigur, at á ráðstevnuni í Bergen fingu tey eisini at vita, at nýggjasta rákið innan hetta økið, er, at fyritøkur eru farnar at fylgja við starvsfólki umvegis GPS-skipanina.

- Fyritøkur seta GPS-ara í bilar hjá fyritøkuni og sita so heima á skrivstovuni og fylgja við, hvar bilar starvsfólk eru stødd.

Ingunn Eiriksdóttir hevur ikki hoyrt um hetta í Føroyum, men í øðrum norðurlondum vindur hetta upp á seg. Ikki minst í Svøríki er hetta rættiliga vanligt.

- Í Svøríki hava tey gjørt reglar fyri, nær hetta er loyvt og tær treytirnar skulu lúkast. Eitt nú hava tey ásett í Svøríki, at er endamálið at effektivisera raksturin, er tað ílagi at fylgja við bilum hjá fyritøkuni og starvsfólki umvegis GPS, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Hon veit tó onki dømi um, at føroyskar fyritøkur brúka hesa mannagongdina fyri at kanna eftir, hvar starvsfólk og bilar hjá fyritøkuni eru stødd.

Men tað er helst bara ein spurningur um tíð, áðrenn hetta kemur hendavegin eisini....