Tú elskaði havið; tú elskaði tað, sum havið gav. Tíni bestu ár brúkti tú á sjónum; at enda tók sjógvurin teg. Tín síðsta túr við Sjóborgini fór tú týsdagin tann 31. mars, og av honum komst tú ongantíð heimaftur.
Pápi mín var sjómaður burturav; sjógvurin var hansara eitt og alt. Líkasum vit onnur hava brúk fyri luft, so hevði babba brúk fyri sjónum Tá ið eg skuldi velja mær starv, segði babba altíð við meg: »Ongin verður leingi í einum starvi fyri penganna skuld; hugurin má dríva verkið«. Hetta legði eg mær í geyma, tí at eg sá, at babba gleddi seg, tá ið hann skuldi til arbeiðis; ein orsøk til lívsgleði hansara var at finna í arbeiðnum. Takk fyri at tú lærdi meg at tora at velja eftir egnum áhuga, og ikki lata onnur áhugamál forða mær í at skilja, hvat veruliga hevur virði.
Babba elskaði ikki einans havið; hann elskaði eisini familjuna. Vit hava øll brúk fyri mati og drekka fyri at kunna halda áfram, og fyri babba var familjan at samanlíkna við júst hetta. Styrki hansara var grundfest í familjuni.
Øll høvdu vit stóran týdning fyri babba, men eyðsýnt var, at av okkum øllum, var mamma tann, sum hann helti seg mest til. Umframt mammu og okkum systkini, knýtti babba seg til mammu sína ? kanska serliga aftaná at abbi fórst við Gamla Tummas, tá ið babba var tredivu ára gamal.
Tá ið abbabørnini komu, varð babba bæði stoltur og glaður, hann hevði altíð tíð at sita við teimum í fanginum ella at spæla við tey.
Minnini um babba eru nógv, og 1000 blaðsíður høvdu ikki verið nóg mikið at givið bert eina so nøkurlunda lýsing av babba. Men um eg hugsi um hann, so koma orð til mín sum: gávumildur, vitugur, reiðiligur, framhugsin og áhaldandi.
Fyri pápa mín var tað sera umráðandi at geva; at vera gávumildur. Ofta gav babba øðrum fisk ? í eitt so ríkt mát, at tá ið hann kom til húsa, bar so á viðhvørt, at ongin fiskur var eftir til okkum. Um eg onkuntíð bað hann um okkurt, fekk eg altíð dupult ella trídupult frá honum.
»Vitugt« og »rætt« fylgdust altíð at hjá babba. Hann ynskti ikki at fara fram við svikum, men royndi í øllum, sum hann gjørdi, at geva hvørjum sítt og halda seg burtur frá tí, sum var ímóti landsins ? og mansins ? lógum.
Babba segði altíð, at »tann, sum ikki dugir at húsast, tá ið lítið er um hendi, hann dugir heldur ikki, tá ið hann hevur nógv«. Onkuntíð gekk ikki so væl hjá babba, men hann vildi ikki leggja árarnar inn ? í mótgongd ella tá ið lítið var um hendi. Babba reisti seg altíð aftur; gekk ikki so væl við tí táverandi støðuni, so fann babba altíð uppá ráð.
Hetta skapti pápa mín, og við hesum sum grundarlag bygdi babba virksemi sítt. Babba byrjaði á botninum og arbeiddi seg sjálvur upp; hesum var hann sera stoltur av. Tað, sum babba kanska dámdi serliga væl, var at hann átti skipini sjálvur og á tann hátt var óheftur av øðrum; honum dámdi at sleppa at ráða sær sjálvum, uttan at onnur spurdu »hvussu« og »hví«. Tí at honum dámdi væl at royna seg sjálvan ? bæði so og so; og tá ið vit øll hildu, at nú var kanska roynt ov nógv, so vísti hann okkum, at framhugsni hansara var ikki langt av leið.
Babba legði alla sína orku og megi í tað, sum hann gjørdi; hansara partur lá ongantíð eftir. Millum annað hetta kendi eg hann fyri, og í øllum hesum fer babba altíð at standa sum ein fyrimynd fyri meg.
Men í dag kennist, sum um vit hava ikki nógv eftir; tómrúmið í heimi okkara er stórt nú babba og Hannus eru farnir. Babba gjørdist 56 ár og Hannus 23 ára gamal; vit hildu, at vit fóru at hava tykkum hjá okkum í nógv ár afturat, men hesum gjørdust vit ikki harrar yvir.
Saknurin kenst svárur hjá okkum øllum, sum eftir sita; kanska serliga hjá tær, mamma, sum hevur mist bæði mann, son og verson, og hjá tær Sóleyg, sum umframt at hava mist pápa og beiggja, er vorðin einkja á so ungum árum. Omma og systkin, vit hava øll mist nógv. Hjá okkum øllum fer róðurin at kennast nógvar ferðir tyngri í langa tíð framyvir, men latum okkum taka árar í hond og halda áfram.
Mín bøn er, at vit minnast pápa mín fyri alt tað góða, sum hann var og gjørdi. Harrin gav okkum loyvi at kenna hann í eina tíð, og tað vil eg takka honum fyri. Má Harrin styrkja og varðveita okkum øll í stóru sorg okkara.
Friður veri við minninum um pápa okkara,
vegna systkini,
Anita Thomsen Simonsen










