Vil Levi Mørk hava hóp av endurgjaldskrøvum uppá nakkan?

Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, form. í byggi og býarskipanarnevndini
---------

Jú, hoyvikingar skulu fáa fótboltsvøll, sjálvandi! Tí taki eg til fulnar undir við. Men tað skal vera við skili og neyðugum umhugsni og atlitum. Og tað skal ikki fremjast við at oyðileggja náttúruvirði og lívið hjá øðrum.
Nógv ár áðrenn bæði Levi Mørk, Jákup Simun Simonsen og eg komu í býráðið, varð gjørd ein yvirskipað ætlan fyri Hoyvikshagan. Stórt sæð alt, sum er bygt har, hevur fylgt hesi ætlan, tað veri seg bústaðarbygging, skúli, Hoyvíkar kirkja, útstykkingin við Myllutjørn og miðstaðargøtan Karlamagnusarbreyt.
Og sum einhvør onnur skilagóð ætlan fyri skipan av býarøkjum, so fevndi hendan ætlan eisini um øki til trivna fyri íbúgvarnar har. Hetta var m.a. við at leggja Dalin Langa út til fríøki, har náttúran verður varðveitt, og at leggja eitt stórt øki uppat nýggja skúlanum til ítrótt.
Hesar staðsetingar og skipan av økinum er tí ikki nakað nýtt. Men tvangstankin, sum Levi og onnur hava fingið í høvdið um, at leggja fótbóltsvøll í fríøkið í Dalin Langa, og harvið at oyðileggja økið sum nátturulendi, er tað einasta, sum er nýtt fyri hetta økið.
Tey, sum fyrst og fremst hava krav uppá at verða hoyrd um hesa ætlan hjá Levi og øðrum, eru tey mongu, sum hava keypt sær grundstykki vid Myllutjørn, og ikki FC Hoyvik ella okkurt annað ítróttarfelag, sum Levi heldur. Tí tað verða hesi, sum verða mest ávirkað av hesum ørvitistankanum hjá Levi.
Tey skulu góðtaka at fáa ein fótbóltsvøll kroystan upp í vindeyguni, ístaðin fyri eitt fríøki, sum tey fingu lovað, tá tey keyptu sítt grundstykki. Tað, sum Levi vil, er tískil ein klokkuklár uppskrift uppá at oyðileggja ikki bara fríøkið í Dalinum langa, men er eisini eitt greitt avtalubrot um útstykkingina við Myllutjørn. Og hetta kann útvega kommununi eina rúgvu av endurgjaldskrøvum upp á nakkan. Skattaborgararnir koma tí eisini at gjalda ein høgan prís fyri hesa oyðileggjandi ætlanina hjá Levi.
Eitt er, at Levi vil hoyra FC Hoyvik um staðseting av einum fótbóltsvølli, men tá mann vil fara so langt sum Levi vil, at lata itróttarfeløg og lokalpolitikarar úr ávísum býarpørtum avgera og broyta býarplanleggingina í høvuðsstaðnum, so hevur mann spælt fallit sum limur í byggi- og býarskipanarnevndini. Og býráðið hevur eisini spælt fallit, um vit lata hetta um okkum ganga.
Um økið við nýggja skúlan er so óegnað sum Levi sigur, so lat okkum kanna, um so er. Og er hetta ein trupulleiki, so lat okkum finna eina aðra staðseting í Hoyvikshaganum, uttan at oyðileggja útstykkingar og fríøki, sum vóru planløgd langt áðrenn Levi Mørk og onnur komu í býráðið.