Endurnýtsluhandil nr. 116 í Havn

Gongur sum Neyðhjálp Fólkakirkjunnar ætlar verður ein endurnýtsluhandil settur á stovn í Havn um stutta tíð.
- Vit hava funnið hølir til handilin. Nú vantar okkum bert fólk at skipa fyri handlinum, varð upplýst á kunnandi fundi í Havn í farnu viku. Ætlandi letur handilin upp um ein góðan mánað.

 
 
 
 Hesin virkni felagsskapurin hevur longu omanfyri 100 slíkar handlar í Danmark.
Men hetta verður altso fyrsti handil teirra á føroyskari jørð. Endamálið við hesum handlum er at útvega pening til víttfevnda arbeiðið sum felagsskapurin ger heima og úti.
Avlopið frá søluni í handlunum kemur veruliga til sín rætt:
- Hjá okkum er tað soleiðis, at 66 % av hesum fara til arbeiði okkara úti í heimi, sigur Kamilla Balslev-Olesen, hvørs ábyrgdarøki eru handlar av hesum slagi.
Hon var her saman við aðalskrivaranum í Neyðhjálp fólkakirkjunnar, Henrik Stubkjær og øðrum frá felagsskapinum. Endamálið var at kunna um arbeiðið og bjóða fram møguleikan at stuðla einum slíkum endurnýtsluhandli.
Á fundinum varð upplýst, at í Danmark eru eini 125.000 fólk sum regluliga stuðla Neyðhjálp Fólkakirkjunnar. Í Føroyum er talið eisini rættiliga stórt, tí her hevur felagsskapurin einar 600 stuðlar.
- Tað vóru nakrar av hesum, sum vit eisini fegin ynsktu at hitta, sigur Henrik Stubkjær.
 
Yptu øksl
Í Føroyum finnast longu slíkir endurnýtsluhandlar í Klaksvík og í Havn. Hesir geva eitt gott íkast til raksturin av felagsskapunum, sum varða av handlunum.
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar var fyrsti felagsskapurin sum byrjaði við at selja brúkt klæðir í Danmark.
Hetta hendi í 1972, og vóru tað tá mong sum yptu øksl til eina slíka ætlan. Tað var tá hildið at vera óhugsandi at kunna selja brúkt klæðir til onnur.
Tað vísti seg kortini, at hetta bar til, og í dag eru íalt 115 slíkar handlar, har eini 4000 sjálvboðin fólk íðin arbeiða fyri at stuðla felagsskapinum á henda hátt. Fólk frá felagsskapinum hava eisini verið dúglig savna fløskur, m.a. á Roskilde-festivalinum. Bara við hetta høvið fingu tey einar 900.000 kr. til felagsskapin í ár.
Út frá hesum ber til hjá teimum at kunna verða til hjálp hjá neyðstøddum fólkum kring allan heimin annaðhvørt tey so eru stødd í neyð av tsunami, jarðskjálvta, kríggi, landminum ella á annan hátt.
Vónað verður nú, at føroyingar eisini vilja stuðla einum slíkum handli bæði í praktiskum arbeiði og sum keyparar av vørunum í handlinum.
Tá hann verður veruleiki verður hann tann 116. í røðini hjá felagsskapinum. Hølini liggja væl fyri í miðbýnum í Havn, har Køkubúðin helt til í síni tíð.