Fiskivinna
Tá ið útboðið minkar, hækkar prísurin.
Tað er hetta, sum er galdandi fyri høgguslokkin, sum fyri 3-4 mánaðum síðan fór úr umleið 10 krónum fyri kilo upp í 16 krónur fyri kilo. Hetta er ein stór øking í prísi hjá einum flota, sum hevur havt minkandi inntøkur orsakað av nógv slakari fiskiskapi og lægri fiskaprísum.
Í Klaksvík, har nógv línuskip eru, keypa fleiri agnið hjá P/F Kambi á Strondum, meðan aðrir keypa agnið hjá P/F Kósini.
Torleif Sigurðsson, sum er reiðari á línuskipunum, Pison og Kvikki, sigur, at teir keypa agnið á Kósini, tí hann heldur, at hetta fyri teir er praktiskari.
Hann sigur tó, at P/F Kambur er ein góður, støðugur og álitisfullur útvegari av agni, sum hevur eina góða tænastu.
Minni útboð
Torleif sigur, at útboðið av høgguslokki í ár hevur verið lítið, tí fiskiskapurin eftir høgguslokki við Falklandsoyggjarnar hevur svikið. Sostatt var høggurslokkur vorðin ein mangulvøra.
- Sum vit hava skilt, hevur tað verið torført hjá útvegarum at fingið fatur á høgguslokki, og tá ið nýggj sending kom fyri einum 3-4 mánaðum síðan, fór prísurin upp við einum seks krónum fyri kilo, úr umleið 10 krónum upp í 16!
P/F Kambur fekk fyrr hendur á høgguslokki enn Kósin, sum ikki altíð hevur havt høgguslokk á goymslu.
Hann sigur, at P/F Kambur hevur skamtað søluna av høgguslokki, tá ið goymslan var minkandi, soleiðis at skipini ikki altíð fingu tað, tey bóðu um.
- Hetta gjørdu teir fyri at fáa høgguslokkin at røkka, sigur hann.
Sum skilst á Torleifi, hevur Kósin eitt nú keypt sild og makrel frá Norðborg.
- Men Kósin hevur leingi ongan høgguslokk havt, til felagið nú fekk hendur á høgguslokki aftur. Í fyrsta lagi fingu teir 100 tons og skuldu síðan fáa 100 tons aftrat, men eg haldi ikki, at tey seinnu 100 tonsini eru komin.
Reiðarin ásannar, at tað er P/F Kambur, sum hevur tryggjað línuflotanum agn. Teir hava skipaði viðurskifti og hava verið trúfastir sum útvegarar av agni.
- Nú Kambur fyrst fekk nýggjan høgguslokk og seinni Kósin, fór prísurin uppá 16 krónur fyri kilo, sigur hann.
Torleif sigur, at tann smái høgguslokkurin roynist drúgvari enn hin stóri, og hann hevur skilt, at høgguslokkurin hjá Kósini er smærri enn tann, ið Kambur selir í løtuni.
6-7 tons av agni
Reiðarin veit at siga, at ein línubátur brúkar eini 6-7 tons av agni til ein vanligan línutúr, sum er einar 8-9 setur, og tað svarar til einar 50.000 krónur.
- Skipini, eg eri reiðari á, hava egnt ógvuliga lítið av høgguslokki í summar, men tey hava altíð høgguslokk umborð.
Hann heldur, at Pison og Kvikk í seinastuni hava havt minni enn eitt tons av høgguslokki við, tá ið tey byrja nýggjan túr.
- Orsøkin til, at vit hava so lítið av høgguslokki við, er partvís, at hann er so dýrur, og haraftrat hava teir heldur ikki latið so væl at honum.
Reiðarin sigur, at Pison og Kvik mest egna makrel og nakað av sild.
- Tá ið makrelurin er passaligur í stødd, verður hann klovin, og tá er hann eisini drúgvari, sigur Torleif Sigurðsson.