Teir hava verið staddir í Irmingarhavinum í ein góðan mánað nú. Men áhugin hjá manningini umborð á Skálabergi fyri bæði stevnum og landsdystum og tí, sum annars fyriferst heima, ikki vorðin minni. Tey sessast hugagóðir frammanfyri sjónvarpinum, hvørja ferð Dagur og Vika er á skránni, hóast sendingin sum oftast er nógv seinkað. Og tað ræður um at halda seg framat, tá Sosialurin kemur niður í messuna hvønn gerandisdag longu um trý tíðina
32 mans ? eitt blað
Síðsta ár gjørdi Skálaberg avtalu við Sosialin um at fáa blaðið í pdf útgávu við telduposti, samstundis sum tað fer til prentingar. Hetta merkir, at manningin oftast fær hendur á blaðnum, longu áðrenn tað er komið í kioskir og handlar heima.
- Sosialurin kemur ótrúliga væl við hjá okkum, og hvørt blað verður tráðlisið. Tað kemur fyri, at blaðið er eitt sindur seinkað, tí internetsambandið kann vera nakað svikaligt, og tá byrja menn at ótolnast rættiliga skjótt, sigur skiparin Róðin Biskopstø.
Blaðið, sum manningin sleppur at seta seg við, sær næstan út, sum ein vanligur Sosialur. Tað verður prentað út í somu stødd, sum vanliga blaðið, við myndum, lýsingum og øðrum. Av og á prenta teir blaðið út í litum eisini, men litprintaran, teir hava í løtuni, er arbeiðir nakað seint, so oftast endar tað heldur við eini svart/hvítari útgávu.
- Tað skal helst ganga skjótt fyri seg, tí tá klokkan nærkast trý, byrja teir at spyrja eftir blaðnum. Vit eru jú 32 mans, sum skulu deilast um eitt blað. So tað ræður um at halda seg framat, tá tú hevur frívakt og møguleika fyri at seta teg við blaðnum eina løtu, sigur Róðin, sum heldur, at hetta við at fáa føroysku bløðini umborð er eitt sera stórt framstig fyri langfararskipini.
Stevnur og fótbóltur
Nú stevnurnar seta sín dám á summarið, leitar hugurin hjá manningini sær, sum vera man, ofta heim. Myndafrásøgnirnar í blaðnum verða granskaðar gjølla, og serliga forvitnisligt var tað hjá manningini at fáa Norðoyastevnu Sosialin í hondina, har høvuðssøgan tann dagin snúði seg um ein av teirra skipsfelagum, sum júst var vorðin pápi. Ein stórur partur av manningini við Skálabergi hendan túrin eru norðoyingar, og tí var eisini rættur stevnudámur umborð á Norðoyastevnu, tá kokkurin borðreiddi við steiktari dunnu til døgurða og stóra kalda borðinum til nátturða.
Manningin letur annars avbera væl at kokkinum, sum eisini altíð er fúsur at gera okkurt forkunnugt burturúr, tá høvið býðst. Er landsdystur á skránni í sjónvarpinum, fylgir sum oftast onkur serliga góður matur afturvið, og tað kann vera ringt at standa móti freistingini.
- Jú, eg má viðganga, at vit hava ein trupulleika umborð. Ein luksustrupulleika, má man siga, tí fleiri er farnir at gremja seg um, at tað er blivið í so møtimikið at halda vektini, síðani vit løgdu frá landi, flennir skiparin.
Annars hevði veðrið verið óvanliga gott hendan túrin. Menn ganga í stuttum buksum og njóta sólina og hitan, og ein hevur enntá riggað sær eina heingikoyggju úti á dekkinum, har hann tørnar inn, tí alt ov er á kamarinum. So eisini summarið er komið fyrr til manningina umborð á Skálabergi enn her heima.