Heðin Mortensen
býráðslimur
Kendu orðini úr Grindavísuni hjá Christian Pløyen eru longu dyggiliga staðfest so mangan, men ikki minst hetta síðsta árið, nú Nólsoyar kommuna og aðrar hava samráðst við Tórshavnar kommunu um samanlegging.
Nólsoyingar hava víst dirvi undir hesum samráðingum, og teirra partur hev-ur ikki ligið eftir. Men so mikið størri er ábyrgdin hjá okkum í høvuðsstaðnum, nú vit hava bundið okkum til at gera kommunurnar saman betri førar fyri at veita borgarunum betri tænastur.
Sjálvur var eg við til samráðingarnar um saman-legging, ið ikki minst bygdu á, at umráðandi var at hugsa um framtíðina, tá átøk skuldu gerast í Nólsoy. Og ikki minst var dentur lagdur á, at øll kommunal arbeiði, sum eru í gongd í kommununi nú, skulu fullførast.
Longu nú er skjøtil settur á barnagarð fyri umleið átta milliónir krónur, ið skal hava pláss fyri umleið 30 børnum, og somuleiðis verður farið undir ein útstykkingarveg fyri góða hálva millión. Nevnast kann í sambandi við barnagarðin, at har verða bæði vøggustova, barnagarður og høli til frítíðarskúla.
Fulla fótbóltsvøll
Ítróttarliga hava nólsoyingar á fleiri økjum megnað nógv, og umstøður verða eisini gjørdar fyri, at teir kunnu megna enn meira. Farið er undir fótbólts- og ítróttarvøll á Mýruni, og skal hesin vøllur hava fulla stødd og graslíki, so hann kann brúkast til góðkendar dystir.
Vit kunnu bara hugsa okkum, hvørjir møguleikar eru í hesum. Hví ikki eitt brak millum HB og B36 á hesum vølli á Ovastevnuni? Ella kanska NÍF kann bjóða øðrum av í avgerandi dysti har?
Teir nólsoyingar, ið kanska halda seg vera ov nógv til aldurs komnar til at fara í holt við fótbólt, eru heldur ikki gloymdir. Skipað verður nýggj umlætting fyri eldri við samlingsstaði, har øll kunnu koma at stytta sær stundir, nakað sum vit kenna tað frá Tilhaldinum.
Kann somuleiðis upplýsa, at Tórshavnar komm-una fer at keypa hús í bygd-ini, sum skulu geva umstøður fyri læknaviðtalu-høli, umframt høli til tann-lækna og heimasjúkrasystir.
Trivnaðurin hevur stóran týdning fyri lívið í eini bygd sum Nólsoy, og her hugsi eg ikki minst um mentanina, ið av sonnum hevur verið eitt av »vøru-merkjunum« hjá nólsoyingum. Umstøðurnar til mentanarligt virksemi eru ikki nøktandi, og tí eigur kommunan at hava ein virknan leiklut í at skapa karmar og møguleikar, so mentanarlívið í Nólsoy kann mennast enn meira.
Álit gevur álit
Nógvir virknir og livandi felagsskapir eru í Nólsoy, og vit mugu bara ásanna orðini hjá Pløyen enn eina ferð: »Nolsinger kan man lide på, de tiden ej monne spilde«.
Nú ræður um, at Tórshavnar kommuna ger sína skyldu ordiliga og røkir væl tað, sum er undirskrivað í samanleggingarsáttmálanum. Vit onnur mugu jú royna ikki at standa aftan fyri nólsoyingar, men eisini at vera til at líta á!
Hesum vil eg arbeiða fyri, og tí vóni og ynski eg, at nólsoyingar eisini geva stuðul til at halda fram við tí arbeiði, skjøtil er settur á, so Nólsoyar bygd kann gerast ein blómandi og framkomin partur av høvuðsstaðarkommununi!