fáa endurgjald fyri kreppuskerjingarnar. Ein partur av hesum eigur at avgreiðast á arbeiðsmarknaðinum, men tørvur er eisini á politiskum tiltøkum, so bøtast kann um tann økta ójavna, ið kreppan hevði við [...] barnsburðarfarloyvi. Korini hjá teimum, sum nema sær útbúgving eru blivin alsamt trengri. útbúgvingarstuðulin er afturúrsigldur, samstundis sum leiguútreiðslurnar bara vaksa. Tí eigur flokkurin at taka stig [...] pensjónsískoytisskipan, sum ikki er skattafíggja, er at styrkja samhaldsfasta - lutvíst við at hækka inngjaldi nakað og lutvíst við at landskassin endurrindar grunninum tað, sum bleiv mist í tíðarskeiðinum
væl sum stuðul hjá listafólkum, serliga nú privata keypið er minkað munandi. Umleið 300.000 krónur um árið fer til nýkeyp. Við verandi játtan kann stovnurin vera sjónligur í mentanarlívinum og vera eitt [...] vit arbeiða fram ímóti at fáa ein leiðara settan, sigur Bárður Jákupsson. Norðurlandahúsið eigur ein part av grafisku útgerðini, sum stendur í Listaskálanum, men hóast so hevur stovnurin ikki sæð møguleikarnar [...] útlendskum ferðafólki, sum hava vitjað. Nógvar dagar hevur verið fult hús. - Áhugin fyri Listaskálanum er sum heild vaksandi, eisini millum føroyingar. Umhvørvið er hugnaligt, og nógv, sum leita sær í viðalundina
bestu manningina, og spælararnir royna at vera so kaldir, sum tað ber til. Teirra uppgáva er at fáa so stóran peningaligan vinning burturúr frítíðarítrivinum, sum tað ber til. Søgurnar eru nógvar um, hvør [...] móti HB, og so runda teir av á heimavølli, tá KÍ kemur suður. TB hevur ikki lætta skrá, men tað hevur ofta nógv at siga, hvat mótstøðuliðini hava at spæla fyri, og í so máta knn tað vera ein fyrimunur fyri [...] spæla hvar í komandi kappingarári. Á aðalfundinum hjá FSF, sum var í vetur, samtyktu feløgini karmarnar um tað, sum kann fara at vísa seg at vera yrkisfótbóltur í Føroyum. Tað vórðu nógvar avtalur gjørdar
ikki bara ein fakfelagsfylking, tí í fylkingini vóru eisini valevni, ið hava roynt fleiri aðrar miseydnaðar flokkar longri úti á vinstraveinginum. Men nú er støðan ein onnur. Nú hava vit bara ein flokk [...] at læra av teimum mistøkum, sum vóru gjørd í 80?unum og í 90?unum, har persónligt stríð legði hetta søguliga samstarv í spønir. Tað var ein gamal danskur forsætisráðharri sum einaferð segði, at tá tíðirnar [...] kunnu vit kanska vera ójøvn á máli, men eyðsæð er, at vilja vit hava vinstraveingin at hava ávirkan á føroyskan politikk, so mugu Javnaðarflokkurin og fakfelagsrørslan draga somu línu. Tað sum hendi við valið
í tí, sum er hent, men við at tosa við tey, lurta og við at koma við einum Guds orði kann presturin vera teimum ein stuðul. Hann kann ikki taka sorgina burtur ella broyta nakað, men hann kann vera við til [...] støðuni, so fært tú ta styrkina, sum skal til, hóast tað við hvørt kann vera ógvuliga syrgiligt. Kvinnur og menn skulu brúka sínar gávur Spurd um tað er munur á kvinnuligum og mannligum prestum, so heldur [...] Høng upplivdi eg, at tað andaliga, sum var ein sjálvfylgja í tí føroyska samfelagnum, als ikki hevði nakran týdning millum tey ungu, sum eg gekk í skúla saman við. Á ein ella annan hátt provokeraði hetta
Suðuroyar ein av fyrstu døgunum at hitta teir vinnulívsmenn á máli, sum arbeiða feskan fisk. Vónandi ber tað til hjá øðrum, eitt nú Smyril Line og kanska Skipafelagnum at vera við eisini, so at vit fáa [...] umstøðurnar bara versnaðar og versnaðar. Tað eru fleiri trupulleikar, sum loysn má fáast á. Tann eini trupulleikin er, at ferðaætlanin má leggjast soleiðis, at tað ber til at arbeiða so leingi sum gjørligt [...] trupulleikanum kann kanska eisini loysast í samstarvi við Smyril Line, sum hevur útgerð at savna fisk saman og avtalu um lagaligari frakt, tá ið talan er um fullar bingjur. Spurningurin er so um tað kann samskipast
og samráðast um samstarv við ein flokk, sum man hevði eina so djúpa andstygd fyri, hugsaði ein við sær sjálvum. Tað eydnaðist so Edmund Joensen at forpesta samráðingarnar so mikið, at støðan gjørdist vónleys [...] longur at hava bara eitt nøkulunda sømuligt samskifti við løgmann. Tá øll virðing fyri leiðsluni var rokin, tá er onki eftir. So veruleikin er tann, at javnaðarflokkurin bara nýtti so bara fyrsta og besta [...] nógv umtalaða strategiin um »at fremja tær broytingar, sum tæna fólkinum best« var ikki bara vorðin ein troyttandi innantóm »floskul« men eisini ein total politisk fiasko! - Við Edmundi Joensen á odda var
hon er góð. Eg havi tað enn so, at lesi eg eina bók, sum eg haldi vera keðiliga, so leggi eg hana frá mær, og so kann evnið vera so spennandi tað vil. Tað er sjálv søgan, sum stýrir øllum hinum og sála [...] fyrilit, enn at hava í huga, at ein barnabók altíð skal hava ein góðan enda. - Tá ið hugsi um tær bøkurnar, eg las sum barn, minnist eg, at mær dámdi ikki tær bøkurnar, sum høvdu ein syrgiligan enda. Børn skulu [...] skriva sjónleik. Drekar og annað valafólk, ið sum sagt kemur út um stutta tíð, er eitt savn við fimm ævintýrum, har drekar sum vera man spæla ein stóran leiklut. Bara í fyrsta ævintýrinum, Køksgluggin, hitta
toppskjuttin hjá KÍ svíkti ikki, tá hann kom einsamallur móti HB málverjanum. So var rómurin so stórur, sum hann bara kann vera í Klaksvík. Ferðin var høg, spælið var ofta gott og samanhangandi, men viðhvørt [...] hann ikki gjørdi tað, so átti vinkulin hjá KÍ manninum at verið so stórur, at tað hevði ikki borið til at kiksa. Men Arnold líka sum gleið av, fór eitt sindur út í vinstru, og so spurdist einki burturúr [...] bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru tað HB og teirra viðhaldsfólk, sum í hvussu so er royndu at fegnast, meðan heimafólkið var vónbrotið. Og tað var ikki so undarligt. Tí KÍ hevði øll kort á hondini at vinna. Teir
gera sama mistakið, sum vit hava sæð so ofta í ár, altso at vit detta alt ov langt aftur á vøllin í 2. hálvleiki, og so fáa vit ikki samanspælið í lag, sum akkurát í sovorðnum støðum sum fram móti endanum [...] eg ivist onga løtu í, at tey, sum vóru eftir har suðuri, høvdu borið skjótt at, um vit høvdu vunnið, ella um B36 ikki hevði fingið stig, og so hevði móttøkan verið tann, sum sømir seg fyri FM vinnarum. Nú [...] á heimavølli, og við úrslitunum hjá Sumba eftir summarsteðgin í huga, so eigur tað at eydnast. Eydnast tað ikki sunnudagin, so kann Havnar Bóltfelag gott pakka saman, men sjálvandi fer tað at eydnast, sannførdi