Landsstevna Javnaðarfloksins staðfestir, at fyrst og fremst løntakarafjøldin, barnafamiljurnar og pensjónistarnir bóru byrðarnar í tungu kreppuárunum. Men hesi hava enn ikki fingið tann lut í búskaparframgongdini, sum teimum tilkemur. Tøka reala lønin er minkað 22% frá 1990 til í dag, pensjónirnar eru ikki dagførdar og útbúgvingarstuðulin er útholaður.
Samhaldsfasti
skal styrkjast
Landsstevnan heldur, at stundin nú er komin, har hesir bólkar fáa endurgjald fyri kreppuskerjingarnar. Ein partur av hesum eigur at avgreiðast á arbeiðsmarknaðinum, men tørvur er eisini á politiskum tiltøkum, so bøtast kann um tann økta ójavna, ið kreppan hevði við sær.
Landsstevnan ásannar, at skattatrstið á láglønarinntøkuna framvegis er alt ov stórt. Umframt eina sosialt rættvísari skattaskipan, skal lands- og kommunukassanna inntøkugrundarlag betrast við øktum virksemi og við at líkningarmyndugleikin fær umstøður at gera sítt arbeiði til fulnar.
Javnaðarflokkurin er framvegis av teirri fatan, at besta háttur at fremja eina veruliga pensjónsískoytisskipan, sum ikki er skattafíggja, er at styrkja samhaldsfasta - lutvíst við at hækka inngjaldi nakað og lutvíst við at landskassin endurrindar grunninum tað, sum bleiv mist í tíðarskeiðinum, tá inngjaldið varð burturtikið.
Men samstundis minnir landsstevnan á, at Javnaðarflokkurin í valstríðnum bant seg til at virka fyri at hækka fólkapensjónina beinanvegin. Fundurin fegnast um, at flokkurin á tingi fer at seta fram aftur uppskotini um pensjónshækkingar og styrkjan av samhaldsfasta.
Barnsburðargrunnur skal vera fyri øll
Á sama bógv eru uppskot floksins um at tryggja øllum løntakarum sjúkradagpening frá fyrsta sjúkradegi. Heldur ikki kann bíðast longur við at fremja uppskotið um felags barnsburðargrunn fyri privata arbeiðsmarknaðin og at skapa fyritreytirnar fyri longdum barnsburðarfarloyvi.
Korini hjá teimum, sum nema sær útbúgving eru blivin alsamt trengri. útbúgvingarstuðulin er afturúrsigldur, samstundis sum leiguútreiðslurnar bara vaksa. Tí eigur flokkurin at taka stig til at fáa framt eina veruliga øking í útbúgvingarstuðlinum, samstundis sum ungum við børnum verða tryggjaðir møguleikar at fara undir útbúgving.
Hóast arbeiðsloysið er munandi minkað, er tað enn eitt av størstu vandamálunum. Ikki einans við øktum vinnuligum virksemi men eisini við at økja um vinnuliga førleikan hjá fólki, m. a. við at fáa veruligar arbeiðsmarknaðarútbúgvingar settar á stovn, kann vinnast á arbeiðsloysinum.