Royna at bjarga fiskivinnuni at Suðuroynni í sátt og semju

Vit mugu fyrst royna at loysatrupulleikan í sátt og semju. Tí havi eg heitt á landsstýrismannin í samferðslumálum um at fara til Suðuroyar at tosa við teir, sum arbeiða feskan fisk um, hvussu høvuðsvinnan í Suðuroynni kann bjargast - og tað er hann sinnaður til, sigur Hendrik Old

­ Tað nyttar onki at fara í kríggj beinanvegin.

­ Vit mugu fyrst royna at loysa málið í sátt og semju. ­ Og eg haldi, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður í samferðslumálum hevur ein góðan vilja at ganga vinnulívsmonnum í Suðuroynni á møti.

Hendrik Old, løgtingsmaður hevur spurt Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum, um hann ikki kann koma á fund við teir vinnulívmenn, sum arbeiða feskan fisk í Suðuroynni.

Og tað hevur landsstýrismaðurin játtað.


Stúra fyri gongdini

Ætlanin er, at fundurin skal vera ein av fyrstu døgunum, men akkurát nær, er ikki greitt.

Vinnulívsmenn í Suðuroynni eru farnir at stúra fyri framtíðini síðani ferðaætlanin enn einaferð var broytt soleiðis at møguleikarnir at sleppa av við fiskin enn einaferð eru versnaðir.

Nú skal fiskurin flytast av landinum fríggjamorgum við Norrønu. Og fyri at fáa fiskin umborð á Norrønu, má fiskurin til Havnar klokkan sjey hóskvøld.

Sostatt mugu virkini gevast at arbeiða nógv fyrr hósdagin enn vanligt er, umframt at tey noyðast at betala 41 oyry fyri kilo í frakt til Havnar.

Hetta ger umstøðurnar at arbeiða feskan fisk í Suðuroynni nógv verri enn aðrastaðni og stúrt verður fyri, at feskfiskaframleiðslan skal verða flutt av oynni, hagar umstøðurar eru betri.

Og tað verður ein ólukka fyri Suðuroynna, sum at kalla burturav livir av at skera feskan fisk.


Bráneyðugt

Hendrik Old, løgtingsmaður, sigur, at hetta er ómetaliga óheppið fyri Suðuroyingar og at tað hevur stóran skund at fáa málið loyst.

Men hann heldur ikki, at tað nyttar at fara í kríggj beinanvegin, sum hann málber seg.

Hann sigur, at hann hevur tosað við landsstýrismannin í samferðslumálum, Finnboga Arge um eina loysn á málinum.

Eitt fyribils úrslit av hesum er, at landsstýrismaðurin hevur játtað at fara til Suðuroyar ein av fyrstu døgunum at hitta teir vinnulívsmenn á máli, sum arbeiða feskan fisk.

Vónandi ber tað til hjá øðrum, eitt nú Smyril Line og kanska Skipafelagnum at vera við eisini, so at vit fáa tosa um, hvørjir trupulleikarnir eru, og, hvussu yteir kunnu loysast.


Fleiri trupulleikar

Hendrik Old sigur, at tað er blivið greiðari og greiðari, hvussu stór vanlukka tað var at skotlandssiglingin hjá Smyrli helt uppat, tí síðani eru umstøðurnar bara versnaðar og versnaðar.

­ Tað eru fleiri trupulleikar, sum loysn má fáast á.

­ Tann eini trupulleikin er, at ferðaætlanin má leggjast soleiðis, at tað ber til at arbeiða so leingi sum gjørligt og ikki sum nú, at virkini í Suðuroynni noyðast at gevast at kalla á hálvum degi fyri at fáa fiskin av oynni.

Ein annar trupulleiki er, at virkini í Suðuroynni noyðast at betala 41 oyru fyri kilo í frakt fyri at flyta fiskin úr Suðuroynni til Havnar og tað ger suðuroyingar nógv verri fyri í kappingini enn virkini aðrastaðni í Føroyum eru.Og ein triði trupulleiki er, at Smyril er hildin uppat at sigla til Vágs mikudag.


Hevur góðar vónir

Hendrik Old sigur, at eydnast tað ikki at loysa málið í sátt og semju, er onki at gera uttan at fara ³í kríggj3 og at leggja tað fyri tingi.

Men hann dylir ikki fyri, at hann hevur góðar vónir um, at trupulleikin verður loystur í sátt og semju.

­ Eg haldi, at Landsstýrismaðurin hevur viljan til at loysa trupulleikan.

­ M.a. hevur hann longu biðið fiskivinnuumsitingina kanna eftir, um hon ikki kann hjálpa til at loysa tann kappingaravlagandi partin í málinum, nevniliga, at suðuroyingar ikki skulu betala meiri í frakt fyri at fáa fiskin til Havnar, enn onnur gera.

Ein partur av hesum trupulleikanum kann kanska eisini loysast í samstarvi við Smyril Line, sum hevur útgerð at savna fisk saman og avtalu um lagaligari frakt, tá ið talan er um fullar bingjur.

Spurningurin er so um tað kann samskipast, so at talan mest møguliga verður um fullar bingjur.

Hendrik Old heldur eisini, at vit mugu fáa útvegir fyri, at framleiðslutíðin hjá Suðuroyingum verður longd munandi, helst so, at tað kann arbeiðast fríggjadagin eisini.

­ Men í øllum førum má fráferðin hjá Smyrli hóskvøld útsetast ein ella tveir tímar, til klokkan átta, ella níggju um kvøldið, so at virkini kunnu arbeiða longri hósdag.

Annars heldur Hendrik Old, at tað ber til, at loysa málið um mikudagstúrin til Vágs.

­ Løgtingið hevur samtykt at seta eina millión av til útoyggjarnar so at tær ikki vera verri fyri til frakt enn miðstaðarøkið er.

­ Kanska skal orðaljóðið í samtyktini broytast, men tað kundi kanska borið til at fíggja hósdagstúrin av Drelnesi av tí játtanini tí talan er um ein frakttúr burturav.