Bæði Javnaðarflokkurin og fakfelagsrørslan eiga at læra av teimum mistøkum, sum vóru gjørd í 80?unum og í 90?unum, har persónligt stríð legði hetta søguliga samstarv í spønir.
Tað var ein gamal danskur forsætisráðharri sum einaferð segði, at tá tíðirnar eru góðar, kemur egoisman upp í fólk, og tey velja borgarligt, men tá tíðirnar versna, og alt sær meira dapurt út, tá vaknar tørvurin á øðrum enn einum sjálvum, og tá velja fólk flokkarnar til vinstru.
Um hetta kunnu vit kanska vera ójøvn á máli, men eyðsæð er, at vilja vit hava vinstraveingin at hava ávirkan á føroyskan politikk, so mugu Javnaðarflokkurin og fakfelagsrørslan draga somu línu.
Tað sum hendi við valið í 1994 við Verkamannafylkingini var sera óheppið. Onkur av politikarunum fyri fylkingina, sum nú er farin upp í Javnaðarflokkin hevur sagt, at fylkingin var neyðug tá. Hetta er ikki rætt. Fylkingin var ikki neyðug, men tey fólk, ið stríddust persónliga, høvdu fyri neyðini at fylkjast - men tað gjørdu tey ikki.
Verkamannafylkingini var heldur ikki bara ein fakfelagsfylking, tí í fylkingini vóru eisini valevni, ið hava roynt fleiri aðrar miseydnaðar flokkar longri úti á vinstraveinginum.
Men nú er støðan ein onnur. Nú hava vit bara ein flokk - og kanska nakrar tingmenn úr Tjóðveldisflokkinum við - sum vit kunnu meta sum vinstravongurin í føroyskum politikki.
Tjóðveldisflokkurin í núverandi borgarligu samgongu fer ikki at standa á odda fyri einum løntakarapolitikki, ið gagnar fakfeløgunum. Onkur av politikarum floksins kann kanska berjast eitt sindur ímóti høgratrýstinum frá Fólkaflokkinum.
Tískil verður tað vinstravongurin í andstøðuni á tingi, ið má tala søk løntakaranna.
Formaður Javnaðarfloksins hevur tí skyldu veruliga at vísa í verki, at hann vil samstarva við fakfelagsrørsluna. Hetta skal ikki bara gerast í yvirlýsingum, men so sanniliga eisini í beinleiðis samskifti við fakfelagsrørsluna.