misnýtt tveir stórar møguleikar fyri steðgin. - Hatta var eitt ótrúliga deiligt mál at fáa. Sjálvur skuldi eg ikki gera so nógv, annað enn at seta fótin á, men hatta var ein veldugur lætti. Tit sóu moyrir út [...] Fyrra hálvleik spæla vit í løtum heilt góðan fótbólt, men eftir steðgin kom ikki veruligt glið á, og tá er altíð strævið at spæla. Men tíbetur megnaðu vit so at avgera dystin, áðrenn tað kom so langt. Og tá [...] kemur til eina finalu, so fer mann væl eisini eftir sigrinum har? - Ja, sjálvandi. Alt annað vildi jú verið býtt, so vit vóna at klára tað tvey ár á rað, segði Hanus Eliasen.
Eitt annað dømi um sambandsins mýktu kós var tað, at Poul Niclasen varð settur sum blaðstjóri á Dimmalætting. Poul Niclasen var, so tykist ið hvussu er, ein frísinnaður maður við livandi áhuga fyri søgu [...] hevði úttalað: Jeg ønsker Hr. Mortensen genvalgt, først fordi han er en dygtig Repræsentant for færøske Interesser, og saa fordi han er en paalidelig Støtte for Ministeriets Politik. Jeg ønsker naturligvis [...] røddir, sum ikki vildu ganga tann gráa og grýtuta sambandsvegin, er Anton Degn eitt gott dømi um. Umboð fyri hesa nýggju leiðina vóru m.a. Poul Niclasen og H.C.W. Tórgarð. Tá ið sjálvstýrisins nýggi løg
sama. Jú, rætt er tað, at nøkur av hesum hugnaligu og fjálgu orðunum vanta í føroyska málinum. Spurningurin er so, um tað er nakar trupulleiki? Tað meti eg, sum ordiligt føroyskt mannfólk, at tað er tað [...] føroyskum. Sama er galdandi fyri orðið ‘nusse’. Í Danmark kunnu tvey fólk gott ‘nussa’. Tað ber ikki til á føroyskum. Sambært orðabókini kann man fjasast, men tað er ikki ordiliga tað sama. Smáputl er eitt annað [...] fari upp. Restin er rein tíðarspilla! Og ‘nussa’? Gud forbarmi seg! Hatta kunnu donsku mannfólkini taka sær av. Skal eg partú vera kerligur, so gev mær ein koss ella tað, sum betur er! Tí at sova, tað
íttróttarøki í Sandavági við m. ø. fótbóltsvølli og tað sama er ætlanin í Sørvági umframt ítróttarhøll eisini – alt hetta til ítrótt har bóltur er við í spælinum. At bygt eina moto-cross ella speedway breyt [...] siga, at henda skilaleysa prutkoyringin og hesi óforsvarligu foreldrini als ikki er nakað eindømi í Vágum – nei soleiðis er tíverri óskilið um alt landið! Nú leggur tú tað soleiðis út, at løgreglan í Vágum [...] upp á ein stóran part av lívi sínum. Hetta líkamikið um barnið er undir 15 ár, tá ið skaðin hendur! Eitt pruttl, sum onga nummarplátu hevur, er ikki tryggjað! Koyrir eitt barn yvir 15 ár eitt fólk í hel á
teir søgdu, at hetta undirmineraði kajuna. Men hvat skuldi man gera, kolið kostaði jú nógvar pengar. Summir høvdu jú ikki torv heldur. Eg plagdi at keypa kol uppí eina spann úti hjá Valdemar Lützen. Hon [...] Áarvegnum. Lønin var 10 kr um vikuna. Eg var hjá Otto Bech, sum hevði kjøthandil. Eg var eisini hjá Poul Restorff, sum sonur hansara Andrias rak tá. Hetta var serliga, tá ið nógv var at gera um høgtíðir [...] ein króna. Tá fekk konufólkið 30 oyru um tíman. Eg veit, at teir sum gjørdu fiskastykkini, Essa og Poul á Kirkjuveg, fingu 68 oyru um tíman í 1935. Men tað var bara so lítið arbeiði hjá fólki at fáa. Eg
dømis í fjør (2007) vardu 11 føroyingar PhD/Dokaraheiti! Eitt er tann talborni/kvantitavi spurningurin. Annað er tann kvalitativi: hvussu er tilveran nú einaferð hjá einum føroyskum granskara? Verða kv [...] granska heima í Føroyum« – hevur verið tikið til nýliga í føroyskum fjølmiðlum. Jú, helst er tað so; men ein føroysku granskari er nú einaferð eisini eitt menniskja av kjøti og blóði. Sum ikki bert livir av [...] at vísa á, at nógv er , ið krevur ábøtur, til tess at føroyska samfelagið fær fulla nyttu burturúr sínum lutfalsliga stóra heilakapasiteti. Skipanin við granskingarfígging í Føroyum er soleiðis háttað, at
Fótbóltur Jú, tað var eyðvitað, hvør var vónbrotin og hvør var fegin eftir dystin á Svangaskarði í gjár. Í leikaratunlinum í felagshúsinum hálsfevndust toftamenninir, meðan gestirnir úr HB fóru beina leið [...] Vlada Filipovic vardi fyri royndini. B68 hevði onga roynd á málið hjá gestunum í fyrra umfarinum. Poul Thomas Dam var ikki tryggur sum vongverji í vinstru, men heimaliðið legði ongantíð trýst á hann. Tað [...] hvør hevði vunnið og tapt stig. Sigursrøðin hjá HB steðgaði á Svangaskarði, men høvuðsstaðarfelag er framvegis fremst í Formuladeildini. B68, sum longu hevur spælt móti oddaliðunum EB/Streymi, NSÍ og
tjóðini ein tjóðarsamleika, fyri turra spott. Men, hugsar gløggi lesarin, hvat er so nóg mikið? Jú, upphæddirnar, sum talan er um, eru tær, sum landskassin fær inn í eykaavgjøldum fyri sigarettir í eitt ár [...] almennum sum privatum bygningum, og sum er týdningarmesta amboð til at byggja tjóðina við. Hetta er ikki ein meining frá einum kjarrgalnum, ráðaleysum manni – hetta er ein meining frá einum ógvuliga sviknum [...] til 15 milliónir komandi fýra árini. Hetta er ein meiriluti av løgtinginum, so ongin forðing átti at verið fyri, at so varð gjørt. Men nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fram, sær tað út til, at teir hava brotið
upp á hugskotið, men ofta er tað so nógv annað sum tyngir, eitt nú lógir, mvg og onnur viðurskifti. Hon segði, at møguleikarnir fyri at vinna pening skulu vera góðir. - Hetta er eingin loyna, og hetta skulu [...] skulu vit bara læra okkum at góðtaka. Tað er peningur, sum drívur verkið – og tað er stuttligt at vinna pening. Dreymar og veruleiki Kitty May var formaður í visjón-bólkinum, sum undir seinasta landsstýri [...] fremmandari arbeiðsmegi. Hon segði, at hugburðurin hjá einum íverksetara er, at “sjálvandi ber tað til - alt ber til”. - Neyðugt er at tora at taka kjansir. Íverksetarin hevur dreymar, og hann ella hon torir
Skipini komu nevniliga bert við koli á sumri. Síðan er tað Lágakei, sum er við sunnara enda av gomlu fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð, har tað nú er eitt kappróðrarneyst hjá Knørri. Beint við var kaiin [...] avskipaður. Har hevði Evensen eisini handil í Kristnastovu. Síðan er tað Kongabrúgvin, sum hevur sítt navn frá kongavitjanina í 1874. Seinast er tað sjálv kaiin, sum kom í 1926. Ósjónlig mørk Hóast Havnin var [...] Føroyar nú er. Inni her var eisini Geilaklokkan. Her kundi fylgjast við, nær tíð var at fara til útróðrar við at lurta eftir sløgunum á klokkuni. Millum teir menn, sum plagdu at standa har, vóru Poul á Kirkjuveg