Tilveran sum granskari er rík á serstakan hátt; men hon krevur holla barlast og sterka persónmensku at tola viðgongd og mótgongd. Føroyska veiðimannasamfelagið hevur megnað at framleiða eitt lutfalsiga høgt tal av granskarum, ið tó ikki koma samfelagnum til nyttu í nóg stóran mun
Eitt mát fyri granskingarførleika- og virksemi í einum landi kann vera talið av útbúnum granskarum. Yvirilitið yvir føroyingar, ið hava vart PhD/Doktara-ritgerðir seinastu árini vísir, at ein eksplosión er við at henda á økinum:
Føroyska samfelagið, við nógvum smáum og pisa-kolldømdum bygdarskúlum sum grundarlagi, hevur løgið nokk megnað at framleiða eitt so mikið stórt tal av útbúnum granskarum, at tað gevur allar grundir til undran. Til dømis í fjør (2007) vardu 11 føroyingar PhD/Dokaraheiti!
Eitt er tann talborni/kvantitavi spurningurin. Annað er tann kvalitativi: hvussu er tilveran nú einaferð hjá einum føroyskum granskara? Verða kvalifikatiónirnar nóg væl gagnnýttar, soleiðis at tær framhaldandi byggja upp nýggja vitan, ið eigur at koma samfelagnum, komandi ættarliðum – bæði heima og burturi – til góðar?
Svarið uppá hesar spurningar verður ymiskt, alt eftir, um føroyski granskarin velur at satsa upp á útlandið – ella, um hann/hon tekur avgerð um at halda seg heima á klettunum. »Títt curriculum vitae/CV fær eitt skot fyri bógvin, um tú velur at granska heima í Føroyum« – hevur verið tikið til nýliga í føroyskum fjølmiðlum. Jú, helst er tað so; men ein føroysku granskari er nú einaferð eisini eitt menniskja av kjøti og blóði. Sum ikki bert livir av breyði eina – men eisini av breyði.
Taka vit farandi várið, so hava vit kunna glett okkum um, at fleiri føroyskir granskarar gera vart við seg í altjóða høpi: Bogi Hansen heldur fyrilestur á Veðurlags & Al Gore stevnuni í Norðurlandahúsinum. Hilmar K. Danielsen megnar at finna fram til loyndardómar í stálframleiðslu. Magni Mohr verjir ritgerð, har heilt nýggj og slóðbrótandi vitan inna vøddavirki verður avdúkað og endaliga viðurkend. Fleiri onnur dømi kundu verið nevnd. Og fyri framman her í 2008 standa nógv spennandi evni og bíða at koma fram í ljósi innan føroyska granskingarheimin!
Hóast øll hesi upplyftandi dømi og gleðiligu viðurskifti innan føroyska gransking, fari eg niðanfyri at vísa á, at nógv er , ið krevur ábøtur, til tess at føroyska samfelagið fær fulla nyttu burturúr sínum lutfalsliga stóra heilakapasiteti.
Skipanin við granskingarfígging í Føroyum er soleiðis háttað, at nøkur ávís evni verða vald út frá ári til ár. Ikki er lætt at síggja, hvussu og hví hesi evni / øki verða vald út. Men prinsippið er eftir mínum tykki skeivt. Svarar til at fara niðan í plantasjuna í Havn og taka avgerð um, at í dag gevi eg teim brúnu dunnunum at eta, í morgin svanunum og so í næstu viku villdunnunum. Sum tíðin líður, anir tað mesta – ella doyr líðandi í hungri.
Alt eftir, hvat evni/øki verður valt út, má tann einstaki granskarin tillaga sær sínar umsóknir soleiðis, at tær so frægt sum gjørligt koma inn undir útvaldu evnini. Hervið verða kvalifikatiónirnar hjá granskarunum ikki nýttar til fulnar – og samfelagið fær ikki optimala nyttu burturúr møguleikunum, um granskarin sjálvur ráddi fyri, hvat hann granskaði í. Hetta svarar eisini til, at ein floti av skipum er bygdur: rækjuskip, línubátar, trolbátar, útróðrarbátar. Eitt árið senda vit línubátarnar á trolleið, næsta árið trolbátarnar á línuleið, síðani útróðrarbátarnar á rækjuveiðu osfr. – Nakað kantut sett upp, kanska; men sæð frá granskarans síðu, fæst mest burturúr, um servitanin fyrst og fremst kann nýtast til fulnar.
Eg eri greiður yvir, at mótsvarið móti hesum páhaldið frá mínari síðu, vil vera, at ein granskari eigur at kunna umstilla seg skjótt og effektivt og bara fara í gongd við tað umbidna og royna sum frægast! Alt eftir fak-øki, kann hetta eydnast viðhvørt; men eftir mínum tykki bert í einum brøkparti av projektunum.
Mín niðurstøða verður tí, at samfelagið við verandi skipan ikki fær nóg nógv burturúr. Betri loysnir fáast, um granskarin sjálvur í størri mun sleppur at seta dagsskránna og sjálvur ger av, hvat hann granskar í. Rákið nú, har tann valda kósin fyri føroyska gransking, í størri og størri mun er centralt stýrd, eftir vinnu- og ella politiskum ynski, førir ikki á mál.
Nær í heimssøguni hava stórar uppdagingar verið gjørdar, við boðum ella kravboðum frá myndugleikum ella ráðum? Har finnast tíverri óteljandi dømir um, at myndugleikar og ráð als ikki skilja ella hava hugflog til at ímynda sær, hvat liggur fyri framman av uppdagingum og loysnum av grundleggjandi spurningum á vísindaøkinum. Gamaní blivu roknimaskinurnar og teldurnar betri í kjalarvørrunum av rakett-ætlanum hjá stórveldunum; men grundarlagið var gjørt áðrenn við grundgransking.
Skal so granskingin vera totalt frí – og ongin sum helst stýring? Her er sjálvsagt trupult at svara greitt “ja”; men eg vildi sagt: latið granskingina vera so fría og lítið stýrda sum á nakran hátt gjørligt. Hetta vil í longdini føra til bestu og mest djúptøknu úrslitini.
Hin 11. august i ár eru júst 10 ár liðin, síðani at mær fall í lut ta út um alt mark stóru frøi og sælu at kunna verja eina phd/dr.-ritgerð. Gleðin er óendaliga stór yvir lokið verk, ið fær viðurkenning. Sjálvt um alt aftaná ikki gekk snórabeint eftir ætlan, má eg samanumtikið siga, at tilveran sum granskari er heilt serstøk. At kunna –av og á – totalt fordjúpa seg í einum fakligum spurningi, møguliga eisini saman við øðrum vísindafólkum – er ein serstakliga rík og gevandi tilvera. Sera hørð viðhvørt, har viðrák og mótrák krevja nógv av persónmenskuni: ikki at flúgva ov høgt, um alt gongur eftir vild – og heldur ikki at leggja seg í kjallaran, um mótgongin í einari tíð kann vera ógvuslig. Um eitt ungt fólk kemur til mín og spyr: “var hatta nú alt stríðið vert”, so verður í hesum føri svara treytaleyst JA!
Skal føroyska samfelagið fáa enn betri nyttu úr sínum vælútbúna granskaraflota, sum í ov stóran mun liggur fyri teymi, eigur skjótast gjørligt at verða gjørt ein munandi útbygging av føroyska universitetinum, Fróðskaparsetrinum. Kombinatiónin gransking og undirvísing er og verður hin dyggasti og besti vitanarframleiðsluhátturin fyri samfelagið og hin einstaka. Eitt stórt og fakliga sterkt føroyskt universitet kann og eigur eisini at draga fólk úr øllum heiminum higar. Hetta skapar kontaktir – varandi kontaktir, ið sum tíðin líðir aftur verður ein fyrimunur á øllum økjum fyri landi: vísindasamstarv um landamørk, mentanarsambond, vinarbond – og síðani eitt munadygt vinnuligt samstarv, samhandil og samskifti.