Viðmerking til lesarabrævið ”Og hvat so, Regin Jespersen” – skrivað av Sofus í Horni Hansen í Sosialinum 30. apríl

Lat meg fyrst takka tær, góði Sofus fyri at tú tímdi at koma við eini viðmerking til tey fáu orðini eg segði í Útvarpinum flagdagsmorgum.

Tá eg las tína viðmerking, fekk tað meg at hugsa, at eg kanska ikki hevði verið nóg greiður í viðmerking míni, og at tað var tí, tú ikki hevði fatað tað, ið eg legði dent á – ella ætlaði at leggja dent á í útvarpsinnslagnum. Men at fara so langt viðsíðina av, átti tú ikki, um tú hevði lurtað væl eftir – ella viljin var til staðar.

Well – at verða uppringdur kl. 08:30, og standa har við berari reyv, beint komin undan brúsuni, eru ikki tær bestu umstøðurnar til eitt beinleiðis útvarpsinnlegg.

Men tá ið eg í dag 1. mai lesi viðmerkingina hjá skilamanninum Sonna Jacobsen á Vágaportalinum, so havi eg helst ikki verið heilt av leið kortini.

Eg skal beinanvegin siga, at eg eri púra samdir við tær í, at sjálvandi átti ungdómurin í Vágum og aðrastaðni í Føroyum havt møguleikan at íðka tann ítróttin sum umfatar moto-cross og speedway, og skal eg verða tann fyrsti at stuðla eini slíkari ætlan.

At tey ungu fingu eina moto-cross ella speedway breyt, kundi – sum tú sigur – fingið tey at avgergarað, sloppið av við furstratiónir og aggressiónur undir skipaðum og tryggum umstøðum – har eg eri eisini har púra samdir við teg. Eisini vildi hetta gjørt, at hesi ungu blivu betri og tryggari ferðandi á vegunum.

Men sum tú væl veitst Sofus – so kostar alt hetta pening, men eg loyvi mær at halda, at ein slík ætlan hevði kostað so nógv minni enn t. d. ein fótbóltsvøllur, at sett í verk.

Kanska onkur kommuna vaknar aftan á hesi innsløgini/viðmerkingar hjá okkum báðum.

Men Sofus – hvussu leingi hava vit ikki bíðað eftir eini koyri- og hálkubreyt – 40 ár?

Málið verður tikið úr skuffuni undan hvørjum løgtingsvali, men tá ið valið er farið afturum, so verður málið aftur lagt niður í skuffuna.

Eg haldi, at vit báðir kunnu verða samdir um, at hevði ein slík koyri- og hálkubreyt verið gjørd, so hvødu vit sloppið undan nógvum av teimum óhappum – smærri og álvarsligum – sum vit hava havt á okkara vegum gjøgnum tíðina. Ja – helst hevði eisini okkurt mannalív verið spart.

Eg kann nevna, at vit í Vágum hava tríggjar fótbóltsvøllir, tríggjar fimleikahøllir, eina ítróttarhøll, og ætlanir eru um at byggja eitt stórt íttróttarøki í Sandavági við m. ø. fótbóltsvølli og tað sama er ætlanin í Sørvági umframt ítróttarhøll eisini – alt hetta til ítrótt har bóltur er við í spælinum.

At bygt eina moto-cross ella speedway breyt í Vágum hevði verið eitt bagatell, tí sum tú sigur, so eru nógv lendi í Vágum sera væl egnað til júst hetta – og kann hetta lætt gerast uttan tann heilt stóra kostnað.

Og sum tú eisini sigur, so kanska hetta hevði skapt ein nýggjan Ole Olsen, Hans Nielsen ella Gundersen – hvør veit.

Nú fór eg kanska eitt sindur av sporinum, so lat meg venda aftur til prutkoyringina í Vágum.

Lat meg beinanvegin siga, at henda skilaleysa prutkoyringin og hesi óforsvarligu foreldrini als ikki er nakað eindømi í Vágum – nei soleiðis er tíverri óskilið um alt landið!

Nú leggur tú tað soleiðis út, at løgreglan í Vágum kriminaliserar ein stóran part av Vágoynni – maka til møsn skal ein leita leingi eftir Sofus.

Eitt ”vanligt” brot á ferðslulógina er ikki nøkur ”kriminell” gerð.

Men – fylgjurnar av, at foreldrini lata teirra børn koyra á pruttli – lógligum ella ikki – tað kann, um illa vil til, koma undir revsilógina, og annars at koma at fáa ræðuligar fylgjur fyri barn teirra.

Koyrir eitt barn og ger skaða á persón ella lutir hjá øðrum, so kann eitt endurgjald í milliónaupphædd gerast verunleiki, sum barnið kemur at hanga upp á ein stóran part av lívi sínum. Hetta líkamikið um barnið er undir 15 ár, tá ið skaðin hendur!

Eitt pruttl, sum onga nummarplátu hevur, er ikki tryggjað!

Koyrir eitt barn yvir 15 ár eitt fólk í hel á prutli, so kann ákærðan koma at ljóða upp á óviljað manndráp. Hevur tú Sofus - ella heldur tú, at foreldrini hugsa um hetta, tá ið tey lata barnið keypa eitt pruttl fyri konfirmatiónspengarnar – ella sjálvi keypa barninum eitt pruttl?

Eg havi hoyrt umberingar so sum „barnið eigur sjálvt konfirmatiónspengarnar“ – ella „eg klári ikki at stýra hesum (nokta barninum at keypa prutl)” - ella ”øll hini sleppa, so má mítt barn eisini sleppa“ .

Maka til tápuliga umbering skal ein leita leingi eftir – er hetta ikki bara ein umbering fyri at „fáa frið“?

Hava hesi foreldur hugsað um, at tað næsta prutlið, tey kanska noyðast at keypa til barnið, kanska má verða eitt trýhjóla prutl, ella ein eldrivin koyristólur, sum barnið við einum træpinni í munninum, sum einasta møguleika, hevur at stýra hesum koyritóli við?

Tú skrivar, at nú sita ungdómar við stórari skuld – at tað prutlar undir lokinum, dreingirnir kóka av illsini og hugsa um, at hevna seg inn á Regin Jespersen.

Tú veit ikki, hvat tú tosar um Sofus – einki er undómurin í Vágum soleiðis fullur av hevndarhuga – teir vita fullvæl, at tað er skeivt, teir hava gjørt, og teir eru eisini so skilagóðir, at teir taka ábyrgd av hesum – um teir ikki blíva villeiddir av foreldrum, sum forsvarða teirra gerðir, ella sjálvi hava stuðla teimum í hesum – nú knappliga foreldrini kanska noyðast í pengapungin at gjalda bót o.a.

Vit eiga ein góða ungdóm í Vágum, og løgreglan í Vágum hevur eitt gott samband við umgdómin í – ikki bara Vágum, men í øllum okkara økið - herundir Vesmanna.

Løgreglan í Vágum hevur í mong mong ár skipað fyri undirvísing, so at hesi ungu, tá ið tey fylla 16 ár, kunnu fara upp til - og klára eina roynd til knallertkoyrikortið.

Vit vitja javnan inni í nýggja ungdómsklubbanum í Vestmanna, og hava vit varhugan av at tey eru glað fyri okkara vitjan. Tíverri er enn ikki ungdómsklubbi í í øllum bygdum í Vágum.

Lat meg enda við at fortelja tær Sofus – at eg í míni skjótt 38 ár sum løgreglumaður, havi tikið mangt ólógligt prutlið, og eg havi sæð mangar syrgiligar lagnur júst av hesi skilaleysu prutlkoyring og orsaka av óforsvarligum foreldrum.

Tað er kanska seliga eitt mál, sum helst ongantíð ferð frá mær.

Eg hevði tikið ein ungan drong fyri at koyra ólógliga á prutli – hann hevði fingið loyvi frá pápanum at keypa eitt prutl fyri konfirmatiónspengarnar. Kvinnurnar eru sum oftast meira skilagóðar á hesum økinum, so mamman hevði altíð verið í mótið hesum.

Eg, kom – fyrstu ferð eg tók sonin – heim til tey, bankaði á dyrnar og segði míni ørindi. Eg fekk eins so verbala lortaspann oysta yvir meg frá pápanum – „hava tit einki annað at gera“ o.s.f. o.s.f.

Stutt eftir tók eg aftur sonin fyri at koyra á ólógligum prutli – eg gloymdi at siga, at hann hevði ikki nátt aldur til at hava koyrikort.

Aftur hesa hesaferð eg bankaði á dyrnar heima hjá teimum, fekk eg somu verbalu lortaspannina frá pápanum sum m. a. rópti í høvdið á mær: ”eg eigi sonmin sjálvur og eg ráði yvir hvat hann sleppur – og far so til helvitis við tær” – alt hetta meðan sonurin hoyrir. Eg hoyrdi mannuna inni í gongini siga – ”eg segði við teg at hann (sonurin) skuldi ikki sleppa at keypa knallert”.

Eg kundi tá ikki bara mær, men segði við pápan, at kanska næstu ferð eg komi og banki upp á dyrnar, so er tað fyri at fortelja tær at sonurin kemur ikki heimaftur. ”skrub av við tær” var heilsanin eg fekk.

Tað bar tíverri so á, at eina tíð aftaná, stóð eg aftur og bankaði uppá dyrnar – hesaferð var sonurin ikki við – og pápin segði bonskliga ”hvat vil tú nu – er tú aftur her”.

Eg segði við pápan – at tíverri hendi tað, sum eg segði við teg seinast eg var her – sonurin kemur ikki heimaftur – hann liggur á Landssjúkrahúsinum og er deyður – hann hevði koyrt seg í hel á einum ólógligum prutli.

Hesaferð leyp pápin beint á meg og rópti ”hví fanin gera tit ikki nakað við hatta, ístaðin fyri at sita í Jónas Broncksgøtu og spæla ludo”.

Eg mátti biða tey koma við mær út á Landssjúkrahúsið at identificera (prógva) at tað var teirra barn, sum lá har á stálborðinum á skaðastovuni og at síggja hann, kanska fyri seinastu ferð, (áðrenn han bleiv lagdur inn á 6-tímar stovuna, við einum snóri festan á seg, sum var bundin í eina skipan, sum skuldi siga frá, um hann vaknaði við aftur – hetta hendir ongarntíð – og ein seðil við frámerki bleiv bundin til aðru stórutá á barninum) - Hetta seinasta segði eg sjálvandi ikki við foreldrini, men eg visti at so var.

Tað er henda syrgiliga sjónin, sum enn situr inni í mær – tá tann annars prúði pápin – og mamman samankropin fylgdust við mær inn á skaðastovuna.

Upp á eitt splittsekund, var alt teirra lív, teirra heim og teirra framtíð í skjeljasorið.

Eg hugsaði við mær sjálvum - Guð vit hvat mannam hugsaði – hon hevði so ofta sagt við pápan, at hetta var ikki rætt at sonurin slapp at keypa sær prutl - og hvat mundi pápin hugsa, meðan tey gingu inn móti hurðini á skaðastovuni – hetta var jú hansara dumstolta avgerð, sum var atvoldin til støðuna sum hon nú var.

Eg sá ella hoyrdi ongantíð aftur nakað til hesi foreldur – hoyrdi at tey vóru farin av landinum. – Men sonurin – hann liggur enn úti við Velbastaðvegin.

Tað er millum annað hetta eg vil fyribyrgja og sum var tað eg ætlaði at siga (poengið) í míni viðmerking í Útvarp Føroya flaggdagsmorgun.

 

P. s. Góði Sofus – tú ert altíð so hittinorðaður, skemtingarsamur og beinrakin við tínum viðmerkingum í bilasendingini hjá ÚF – halt fram við hesum, mær dámar hetta sera væl – men eg kann ikki lata vera við at prika teg eitt sindur: Góði Sofus – set nú handan fallhjálmin á høvdið, tá ið tú koyrir á tíni heilt fantastiska vøkru motorsuklu – sjálvt um hann kanska órógvar tínar vøkru slangukrúllur eitt sindur.