Sigursrøðin steðgaði á Svangaskarði

Tað eydnaðist ikki HB at vinna fjórða dystin upp í slag í Formuladeildini, tá teir vitjaðu á Svangaskarði í gjár. Gestirnir vóru leikliga omaná, men tóku ikki av, tá møguleikin beyðst. B68 vann eisini síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum

Fótbóltur

 

Jú, tað var eyðvitað, hvør var vónbrotin og hvør var fegin eftir dystin á Svangaskarði í gjár. Í leikaratunlinum í felagshúsinum hálsfevndust toftamenninir, meðan gestirnir úr HB fóru beina leið inn í skiftirúmið.

Sigursrøðin hjá eldra høvuðsstaðarfelagnum stegaði í gjár, tá tað endaði við nullloysn á Toftum. HB hevur verið stórspælandi í fyrstu dystunum, og mest óvæntaða úrslitið hetta vikuskiftið var uttan iva á Svangaskarði. Hóast gestirnir vóru leikliga omaná, so høvdu teir trupult at senda framvið Vlada Filipovic í málinum hjá toftamonnum.

B68 vann sær samstundis síni fyrstu stig í ársins útgávu av Formuladeildini – til stóru gleði hjá fjepparunum.

 

Lítið at bjóða

Allir tríggir framherjarnir hjá B68, Ameth Keita, Jacob Bymar og Jóan Símun Edmundsson, vóru smáskaddir dagarnar undan hesum dystinum, og Bill M. Jacobsen, venjari, hevði av somu orsøk nakað at hugsa um. Hann valdi Keita og Bymar frá byrjan, men tað var skjótt, at 16 ára gamli Jóan Símun Edmundsson slapp á vøllin. Jacob Bymar, sum tóktist væl upplagdur, noyddist at lata seg útskifta eftir fáum minuttum, og tað tók broddin úr framrættaða spælinum hjá B68. Saman við restini av heimaliðnum, so reiðist Edmundsson av álvara í seinna umfarinum. Hóast sín unga aldur, so høvdu Fróði Benjaminsen og Rasmus Nolsøe torført við at fáa tamarhald á honum eftir steðgin.

Fyrri hálvleikur hevði lítið at bjóða. Verjuparturin hjá toftamonnum var lítið sannførandi í løtum, og serliga Jákup á Borg var ofta spældur ígjøgnum í vinstru. Men júst sum allar atsóknirnar hjá HB, so manglaði neyvleikin. Andrew av Fløtum átti næskastu royndina hjá gestunum undan steðginum, tá Christian Høgni Jacobsen slapp í gjøgnum í vinstru. Hann legði bóltin fyri føturnar á framherjanum, sum var staddur á fimm-metra markinum, men Vlada Filipovic vardi fyri royndini.

B68 hevði onga roynd á málið hjá gestunum í fyrra umfarinum. Poul Thomas Dam var ikki tryggur sum vongverji í vinstru, men heimaliðið legði ongantíð trýst á hann. Tað var eisini vongverjin, sum var orsøkin til frísparkið, sum var vandamesta royndin hjá B68 í fyrra hálvleiki. Tað sendi Badara Diedhiou væl oman fyri málið.

 

B68 sínar møguleikar

Longu fyrstu minuttirnar eftir hvíldina góvu Øssur Hansen og Jákup á Borg boð um, at seinni hálvleikur fór at verða meira hendingaríkur. Fyrrverandi og núverandi landsliðsleikararnir vóru í hornatøkum, har hvørgin vildi sleppa troyggjuni á hvør øðrum. Hetta hóast, at bólturin langt síðan var spældur víðari. Gult kort til báðar, og leikararnir tóktist meira uppsettir.

Soleiðis skuldi eisini verða. Serliga var uppleggið hjá HB framrættað, og teir sótu á øllum fyrstu longu løtuna. B68 skapti einki á leikhálvuni hjá gestunum, og tað einasta sum líktist einum møguleika, var, tá sjálvasti Arnbjørn Danielsen, sum spældi í miðverjuni, legði inn fyri málið úr vinstru. Tróndur Vatnhamar loftaði tó bóltinum uttan trupulleikar.

B68 reistist aftur so líðandi, men júst sum í fyrra hálvleiki hjá gestunum, so manglaði avgerandi sendingin ella síðsti neyvleikin.

Rógvi Poulsen var aftur millum teir fyrstu ellivu hjá HB, men hann megnaði ongantíð at gera veruliga vart við seg. Argjamaðurin var sjáldan vandamikil, og tað var bara einu ferðina, at hann setti Øssur Hansen av í fyrra hálvleiki. Hendrik Rubeksen loysti eisini unglingin av miðskeiðis í seinna umfarinum.

Rúni Nolsøe hevði helst fegin vilja sett framrættaða vongverjan, Pætur Jørgensen, á vøllin seinastu minuttirnar, men orsaka av skaða noyddist Hans á Lag at loysa Rasmus Nolsøe av.

Hóast HB var nógv á bóltinum, so var ikki vandi á ferð framman fyri málinum hjá Vlada Filipovic. Einki mál var skotið á Svangaskarði, og í leikaratunlinum eftir dystin var eyðsæð, hvør hevði vunnið og tapt stig.

Sigursrøðin hjá HB steðgaði á Svangaskarði, men høvuðsstaðarfelag er framvegis fremst í Formuladeildini. B68, sum longu hevur spælt móti oddaliðunum EB/Streymi, NSÍ og HB, skulu komandi vikurnar standa sína roynd. Longu mikukvøldið bíðar Skála teimum.