Íverksetan: At tora at taka kjansir

- Tú kanst seta tær hægri útbúgving sum mál – ella tú setir tær onnur mál. Tú kanst ikki alt í senn, og um tú kortini vilt alt, forsømur tú okkurt. Ætlar tú tær at stovna egna fyritøku, er tað hetta, tú skalt satsa upp á. Tú kanst ikki vænta, at tú fært vøkstur í fyritøkuna, meðan tú arbeiðir fulla tíð á Kósini. Alt sum skal eydnast, krevur fulla orku - og at tú hevur fingurin á pulsinum, sigur Kitty May Ellefsen

Íverksetan

 

Á íverksetarakvøldinum í Øravík í gjárkvøldið høvdu Rani Nolsøe, leiðari og Kitty May Ellefsen, nevndarformaður, hvør sína áhugaverda framløgu um íverksetan í breiðari merking.

Framløgurnar eru ov drúgvar at taka fram á hesum síðum í dag, og tí fara vit hesaferð at siga eitt sindur um tað, sum Kitty May segði.

Ætlandi fara vit at venda aftur til ymiskt av tí, sum Rani segði, í øðrum blaði.

Kitty May Ellefsen vísti á, at nógv hevur verið tosað um íverksetan í Føroyum, síðan vit fingu Íverksetarahúsið í Klaksvík.

- Íverksetarar hava stóran týdning fyri búskaparvøksturin í einum samfelag. Tað eru íverksetarar, sum koma við teimum nýggju hugskotunum á virkjunum, og tað eru eisini íverksetarar, sum bjóða verandi virkjum av og soleiðis økja um kappingina.

Hon segði, at vóru eingir íverksetarar, hevði framburðurin, sum verið hevur á so mongum økjum, heldur ikki verið skaptur.

- Í øðrum londum, eitt nú Íslandi, Írlandi og USA, hevur man verið tilvitaður um týdningin av íverksetarum, og tí hevur man eisini gjørt nógv við hesi viðurskifti.

Kitty Myi vísti eisini á, at OECD, sum er ein altjóða felagsskapur av londum, hevur fingist nógv við íverksetan.

- Felagsskapurin sigur, at tað eru nøkur grundleggjandi viðurskifti, sum eitt land má hava uppá pláss fyri, at íverksetan skal trívast og veksa. OECD sigur, at íverksetarar mugu sleppa at fokusera upp á hugskotið, men ofta er tað so nógv annað sum tyngir, eitt nú lógir, mvg og onnur viðurskifti.

Hon segði, at møguleikarnir fyri at vinna pening skulu vera góðir.

- Hetta er eingin loyna, og hetta skulu vit bara læra okkum at góðtaka. Tað er peningur, sum drívur verkið – og tað er stuttligt at vinna pening.

 

Dreymar og veruleiki

Kitty May var formaður í visjón-bólkinum, sum undir seinasta landsstýri arbeiddi við íverksetan, og á fundinum í Øravík vísti hon á, at tá var aðalmálið, at Føroyar skulu gerast ein íverksetanardepil, har fólk úr øllum heiminum trívast.

- Enn hava vit nakrar forðingar á hesum øki, og Føroyar eru ikki so glaðar fyri at lata upp fyri fremmandari arbeiðsmegi.

Hon segði, at hugburðurin hjá einum íverksetara er, at “sjálvandi ber tað til - alt ber til”.

- Neyðugt er at tora at taka kjansir. Íverksetarin hevur dreymar, og hann ella hon torir at fara eftir sínum dreymum – og at útliva teir.

Kitty May vísti á, at øll hava vit nógvar dreymar um, hvat vit vilja við okkara lívi, men hon reisti eisini spurningin, hvat tað er sum ger, at dreymar ofta ikki verða førdir út í lívið.

- Vit eru so ymisk. Hví klára summi okkara uttan trupulleikar at føra sínar dreymar út í lívið - og onnur ikki? Summi síggja forðingar allastaðni, og summi síggja forðingar sum nakað, ið skal loysast. Onkur sær glasið sum hálv fult, meðan onnur síggja tað sum hálv tómt.

Hon reisti eisini spurningin, hvørjar forðingarnar eru, og hvussu vit sleppa undan teimum.

 

Støðan í dag

Ein spurningur, sum Kitty May eisini reisti á fundinum í Øravík, er støðan hjá føroyskum íverksetarum í dag.

- Jú, nógv partafeløg og smápartafeløg verða stovnað, og hetta merkir, at føroyingar heldur enn gjarna vilja reka virksemi av ymiskum slagi.

Hon segði, at í 2015-visjónsarbeiðnum gjørdu tey eina kanning av, hvussu føroyski íverksetarin hevur tað.

- Fólkið er kreativt, og okkum dámar væl at arbeiða. Vit síggja hetta fleiri staðni kring landið, at tað trýtir ikki við hugskotum. Spírar spretta allastaðni, bæði innan mentan, sum kann handilsgerast og eisini innan ymiskar vinnur.

Kitty May segði, at nógv hugskot eru góð, men neyðugt er at duga at prioritera.

- Tú kanst seta tær hægri útbúgving sum mál – ella tú setir tær onnur mál. Tú kanst ikki alt í senn, og um tú kortini vilt alt, forsømur tú okkurt. Ætlar tú tær at stovna egna fyritøku, er tað hetta, tú skalt satsa upp á. Tú kanst ikki vænta, at tú fært vøkstur í fyritøkuna, meðan tú arbeiðir fulla tíð á Kósini. Alt sum skal eydnast, krevur fulla orku - og at tú hevur fingurin á pulsinum.

Hon ásannaði, at hennara trupulleiki altíð hevur verið, at hon hevur 1000 jørn í eldinum í senn, sum hon tók til.

- Tað ber eisini væl til í eina tíð, men gongur ikki í longdini.

Kitty May vísti á, at hon keypti 1/3 av eini fyritøku fyri eini tíð síðani.

- Eg helt, at eg kundi føra hetta út í lívið samstundis, sum eg arbeiddi fulla tíð aðrastaðni. Eg hevði mann og fýra børn, fleiri nevndarsessir og nógvar vinkonur. Forget it. Fyritøkan er ikki komin víðari, síðan eg keypti, men nú havi eg valt at satsa uppa fyritøkuna – og trúgva upp á hana, legði hon aftrat.

 

Jantelógin

Kitty May segði, at jantelógin er sterk.

- Hvussu ofta hoyra vit ikki: Hvat heldur hon seg vera - nú skal hon…? Og tá so íverksetarar fara á húsagang við teirra verkætlanum, hoyra vit: Ja eg segði tað altíð, eingin dugur var í hasum.

Hon segði, at íverksetarar mugu læra ikki at lurta eftir slíkum, men hetta krevur samstundis, at tú trýrt upp á tíni hugskot og tínar ætlanir, eins og tú málrættað arbeiðir við at føra dreymin ella hugskotið út í lívið.

- Trúgv upp á dreymin og trúgv uppá teg sjálvan. Tá ið janti-røddin kemur og sigur: “Nei, hatta klárar tú ongantíð”, skalt tú taka kvalaratak um hana og skumpa hana burtur. Tess oftari, tú skumpar hana burtur, tess veikari verður hon – og at enda fert tú bara at hóma hana í bakgrundini.

Kitty May greiddi eisini frá, hvussu hon hevði tað, tá hon á sinni tók avgerð um at útbúgva seg.

- Eg hugsaði, at nú fert tú at søkja – og far avstað við tær. Meðan eg fylti út umsóknarblaðið, kom janti-røddin aftur: Hvat er tað, tú gert? Søkir tú inn sum cand merc.? Tú dugir jú slett ikki matematik. Tú fert at dumpa, og øll fara at finna út av, at tú dugir ikki til nakað.

Hon segði, at hendan dagin, hon sat við umsóknarblaðnum, megnaði hon at skumpa røddina burtur.

- Eg fylgdi mínum dreymi, og stívliga fimm ár seinni stóð eg við prógvinum í hondini.

Kitty May segði, at hon hevði fylt sínum dreymum síðan hendan dag, og at hon fylti dreyminum um útbúgving, hevur hann størst týdning í hennara lívi.

- Hetta gav mær eina inniliga trúgv upp á, at eg megni tað, eg seti mær fyri – og fái tað, sum eg fari eftir.

 

Niðurgjørdir

Íverksetarar siga ofta, at almenna fyrisitingin í Føroyum er stirvin. Reglurnar eru so nógvar, og tey á Taks eru óvinarliga og fara við fólki sum skurkum.

- Allir íverksetarar hava upplivað at byrja í tí smáa, og nógvir hava eisini upplivað at vera niðurgjørdir. Tú eigur eisini at prioritera, tá ið ræður um tey menniskju, tú umgongst. Summi fólk drena allan mergin úr tær. Eitt tað ringasta er slatur og sleyg, og hetta heldur nógvum fólki aftur í at royna síni hugskot og fylgja teimum.

Á fundinum í Øravík legði Kitty May dent á, at tú sum íverksetari ikki eigur at hugsa um, hvat onnur halda um teg.

- Tað er líkamikið, hvat onnur halda. Tað einasta, sum hevur týdning, er, hvat tú heldur um teg sjálvan - og tú skal trúgva, at tú gert tað besta. Tú eigur heldur ikki at tosa niðursetandi um onnur. Ert tú glaður, hevur tú tað eisini gott og eigur ikki at tosa ringt um onnur.

Kitty Myi Ellefsen segði í Øravík, at Íverksetarahúsið í Klaksvík rættiliga hevur verið eitt frambrot fyri føroyskar íverksetarar.

At enda hevði hon hesi ráð til íverksetarar:

- Takið altíð kjansir við skili, og um tit ætla tykkum undir nýggja fyritøku, kannið so øll viðurskifti fyrst, segði hon.