Tað er ein háðan og ein skomm fyri okkum føroyingar, at dagsins politikarar eru so ólátaðir, at teir ikki kunnu standa við sínu føgru lovorð, sum vórðu floygd úr munni teirra fyri bara nøkrum fáum mánaðum síðani, og at teir ikki heldur megna at ganga inn fyri tí, sum teir sjálvir hava samráðst seg til og fest niður í samgonguskjalið. Ár um ár fær politiski veruleikin skyldina, men eg haldi, at talan er um politiskt dramblæti, har allir sum ein brúka heimsins elstu umbering: Tað var ikki eg, tað var hann. Hinir hava skyldina fyri, at eg taki ta avgerð, sum eg taki.
Í valstríðnum lovaðu í minsta lagi 17 av landsins kosnu, óansæð flokk, at Mentanargrunnur Landsins skuldi hækkast upp til 15 milliónir komandi fýra árini. Hetta er ein meiriluti av løgtinginum, so ongin forðing átti at verið fyri, at so varð gjørt. Men nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fram, sær tað út til, at teir hava brotið bæði munnligar og skrivligar avtalur. Og tað so dyggiliga eisini.
Mentanin hevur altíð verið eitt skálkaskjól hjá politikarum. Teir hava í nógv ár, óansæð flokk, fjalt seg aftan fyri ein mentanarpolitikk. Teir hava brúkt hann í sínum egna hugtaki um eina serliga føroyska tjóð, hava brúkt mentanina (sum teir ikki vilja stuðla) sum skálkaskjól fyri eina tjóðarbygging, sum er láturlig, tí at við ongum stuðli til mentan og list, so kunnu teir eins væl geva tjóðini mønustingin – skera høvuðsæðrina av og melda seg inn í okkurt lokalt biddarafelag, ið ikki ætlar sær at gerast ein partur av altjóða pallinum. Kanska Norðurkorea hevði viljað havt okkum við.
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 er enn ein láturlig roynd at fjala seg fyri síni egnu politisku hugmóð og egna dugnaloysi. Mentanin hevur í hesum fíggjarlógaruppskotinum fingið tað sama sum fyrr – nakrar silvurdálar, sum skulu brúkast til, at politikararnir kunnu siga við seg sjálvar, at vit hava hóast alt játtað til mentanina. Men hesar láturligu upphæddir gera ongan mun. Púrt ongan. Hundrað túsund her og hálvtrýss túsund har eru bara til at halda øll, sum eru við til at menna føroysku tjóðina, sum eru við til at skapa hesi ungu tjóðini ein tjóðarsamleika, fyri turra spott. Men, hugsar gløggi lesarin, hvat er so nóg mikið? Jú, upphæddirnar, sum talan er um, eru tær, sum landskassin fær inn í eykaavgjøldum fyri sigarettir í eitt ár (kanska fleiri høvdu lagt av at roykt eisini). Estland stuðlar listafólkum við teimum eykaavgjøldum, sum koma inn frá tubakki og rúsdrekka. Hví lata føroysku politikararnir ikki teir pengarnar til mentan og list? Nei, teir halda, at hasir býttlingarnir, sum sita og skriva, sum mála, gera tónleik, gera orðabøkur og annað, hatta eru bara sovorðnir letingar, sum ikki duga at fáast við okkurt annað.
At Mentanargrunnur Landsins er hækkaður við lúsa 200.000 krónum kennist á sama hátt, sum tá ið ein politikari hevur brúkt allar sínar pengar til valstríðið, og so verður hann ikki valdur á ting. Tær skapandi kreftirnar eru øðiligar í Føroyum, og teir, sum sita við róðrið vilja ikki vanda hendan fong – vilja ikki gera eina íløgu í tjóðina Føroyar. Teir hava ikki sæð, hvønn týdning skapandi og útinnandi listin hevur fyri Føroyar. Upphæddin, sum verður latin í stuðli til mentan og list kemur í minsta lagi fimm ferðirnar inn aftur. Ein annar vegur at gingið hevði verið, at teir pengar, sum listafólk hava goldið í skatti síðani 2000, t.e. pengar, sum listafólk hava fingið í starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, kundu verið nóg mikið til at hækkað játtanina til grunnin munandi. Ja, tað er næstan bara hugflogið, sum setir markið fyri, hvat ið kann gerast. Men, tá ið politikarar skulu semjast um at stuðla list og mentan, so kemur altíð onkur tunnil í vegin, ella eitt ellisheim, ella ein skúli, ella ein skattalætti, ella ein tunnil, ella eitt vaktar- og/ella ferðafólkaskip, ella ein tunnil afturat, ella ein undirsjóvartunnil o.s.fr. o.s.fr. o.s.fr. Umberingarnar fyri ikki at stuðla eru eins nógvar og lyftini, sum teir góvu øllum listafólkum fyri valið.
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 er bara ein ógvuliga kámur skuggi av tí, sum varð lovað fyri valið. Hevði so talan verið um eina risastóra upphædd, so kundi eg skilt teir, men talan er um 10 milliónir í fýra ár til skapandi og útinnandi listafólk, til listafólk, hvørs verk finnast í øllum føroyskum húsarhaldum og í øllum almennum sum privatum bygningum, og sum er týdningarmesta amboð til at byggja tjóðina við.
Hetta er ikki ein meining frá einum kjarrgalnum, ráðaleysum manni – hetta er ein meining frá einum ógvuliga sviknum og skuffaðum manni. Og eg eri ikki einsamallur um hesa kensluna.
Eitt lovað orð eigur at hanga fast sum ein skuggi í einum menniskja, og sum tað ikki eigur at kunna renna ábyrgdarleyst frá. Nú skal so fíggjarlógaruppskotið leggjast fram fyri tær ymisku nevndirnar. Eg vóni, at tá ið uppskotið kemur fyri Mentanarnevndina, so fara teir at bera so í bandi, at Mentanargrunnur Landsins fær tað, sum honum varð lovað. Bill Justinussen og hini í Mentanarnevndini, nú kunnu tit vísa tykkum sum veruligar politakarar, ið standa við síni orð. Vit krevja bara, at tit halda tað, sum tit lovaðu at játta, tá ið tit vóru til setanarsamrøðu við fólkið (t.e. valstríðið).









