Skuldi trýstast inn

Sigursharrin hjá sundalagsmonnum var fuglfirðingur. Við málinum til 2-1 varð Hanus Eliasen dagsins maður, og so bilti minni, at hann hevði misnýtt tveir stórar møguleikar fyri steðgin.

- Hatta var eitt ótrúliga deiligt mál at fáa. Sjálvur skuldi eg ikki gera so nógv, annað enn at seta fótin á, men hatta var ein veldugur lætti.

Tit sóu moyrir út. Høvdu tit havt orku at spælt hálvan tíma afturat?

- Tað hevði man kanska klára. Men kreftirnar vóru av álvara við at ganga undan. Fyrra hálvleik spæla vit í løtum heilt góðan fótbólt, men eftir steðgin kom ikki veruligt glið á, og tá er altíð strævið at spæla. Men tíbetur megnaðu vit so at avgera dystin, áðrenn tað kom so langt.

Og tá mann kemur til eina finalu, so fer mann væl eisini eftir sigrinum har?

- Ja, sjálvandi. Alt annað vildi jú verið býtt, so vit vóna at klára tað tvey ár á rað, segði Hanus Eliasen.