longu er byrjað í Føroyum, uttan at nakar veit av tí. Í sambandi við arvagranskingina, hevur Helena Dam á Neystabø nevniliga biðið um 180.000 krónur í løn til ein biokemikara í seks mánaðir í 1998, hóast tað [...] skrivara í tríggjar mánaðir í ár. Skrivarin skal hava 60.000 krónur í løn í ár, ættargranskarin og hagfrøðingurin 75.000 krónur. Afturat tí verður biðið um 100.000 krónur til teldur og telduútbúnað í ár Tilsamans [...] hjá landsstýrismanninum í almanna og heilsumálum, Helenu Dam á Neystabø, um at fara undir arvagransking í Føroyum. Ein av fremstu tingmonnunum hjá samgonguni, sjálvur formaðurin í størsta samgonguflokkinum
hetta er fyrstu ferð í søguni hjá Havnar Sjónleikarfelag, at tað verður roynt. Jytta Joensen hevur leiklutin og Eyð Matras leikstjórnar. Poul Johannes Lindberg, sum á sinni var formaður í Havnar Sjónleikarfelag [...] tí innvenda, tað vil siga, at pallmyndin er í leikarunum. Málið er ógvuliga poetiskt og innballað. Ferðin til teir grønu skuggarnar hevur áður verið spældur í Havnar Sjónleikarfelag. Tað var á donskum av [...] Í hesum døgum venur Havnar Sjónleikarfelag nýggjan leik. Leikurin, sum verður frumframførdur 21. november, eitur Ferðin til teir grønu skuggarnar og kendi danski høvundurin Finn Methling, sum hevur fingið
Rólant í Skorini, sum er formaður í siðsemisnevndini og til tað orðaskifti, sum var í Krosskasti í SvF. Í báðum førum varð greidliga mælt frá at samtykkja eykajáttanina, so granskingin kann fara í gongd [...] at hetta málið ikki er so einfalt, sum tað verður gjørt til. ? Í morgin (í dag, blmð) hittast ættargranskarar úr øllum Føroyum til stevnu í Havn fyri at stovna felag. Hesi fólk eru sera hørm um, at teirra [...] eisini á, at ávís sjúka finst í Føroyum, sum kann sporast aftur til Bøhmen í Týsklandi. Men har eru eingir tilburðir av sjúkuni, tí øll tey fólkini eru burtur. Men sjúkan florerar í Ísrael. Hetta helt hon átti
okkum at arbeiða, sigur formaðurin í felagnum, Maria Jacobsen, sum í 14 ár hevur undirvíst í kvøldskúla í ættargransking. Í stríð við lógina Á fundinum, ið var í Nesvík í vár, har avrátt var at stovna æt [...] felagið. Um hálvt hundrað fólk tóku lut á stovnandi fundinum, sum var í MBF-húsinum í Havn. Í nevndina komu Maria Jacobsen, sum er formaður, Katrin Mørkøre, Jóna Lindenskov, Elin Midjord og Andras Joensen. [...] nógv at siga fyri føroyingar, hetta at kunna leita aftur í ættini til sín uppruna. Leygardagin varð felag stovnað fyri ættargranskarar. Tað var í vár at stig vórðu tikin til at seta ættargranskingarfelag
býráðsformanni í Havn, og Signari á Brúnni, landstýrismanni í mentamálum. Annars vísir formaðurin í nevndini til partarnar, sum nú hava fingið tilmælið. Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, hevur í vikuskiftinum [...] Toftum, eru við í ætlanini í Gundadali. Hesir hava arbeitt í samstarvi við ein tekniskan bólk í Havnini, sum er mannaður við Janusi Petersen, verkfrøðingi, Gunnari Hoydal, arkitekti og Tórði í Hoyvík, býargartnara [...] sum skuldi gerast í fyrstu atløgu. Hann sigur, at síðsti nevndarfundurin, har tilmælið varð gjørt liðugt, var í Klaksvík mánadagin í síðstu viku, og frágreiðing og tilmæli vórðu í síðstu viku handað Leivi
at investera í nýggjar fyritøkur í Føroyum. Tað hevur verið tosað um, at føroyska arbeiðsmegin er so mikið mobil, at hon fer at flyta av landinum, um lønarlagið í Føroyum verður lægri enn í londunum runt [...] endurreist í privata sektorinum, innan føroyska vinnulívið, við tað, at teir mongu føroyingar, ið hava nógv góð hugskot um nýggja framleiðsur og vinnur í Føroyum, tá verða noyddir til at taka í egnan barm [...] enn í eitt nú skandinavisku londunum. Lønirnar í Føroyum fara tó ikki at gerast minni við eitt, ella innan øll øki, men væntandi fer inflatiónin, tvs. prís- og lønarvøksturin, í Føroyum, at verða minni
til úr Klaksvík, at ein slíkur skúli verður í Klaksvík, sigur Hensar Ellingsgaard. Roynd Síðani januar í 1995 hevur verið skipað fyri undirvísing í handarbeiði í Klaksvík sambært løgtingslóg frá 1983 um [...] Hensar Ellingsgaard í Undirvísingar- og mentamálastýrinum ætlar, fer ein slíkur skúli av bakkastokki antin við byrjan av næsta skúlaári ella í seinasta lagi við ársbyrjan ár 2000. Í hvønn mun ætlaði lista- [...] avskorin. Vit eiga at menna okkum í samstarvi við onnur, men høvuðsdenturin eigur at verða lagdur á tað vit eiga í samfelagnum. Føroyingar hava ígjøgnum øldir drúgvar royndir í handligum virksemi av ymiskum
Róðrarsambandi Føroya varð leygardagin 31. oktober 1998 klokkan 10.00 hildin í fundarhølinum í ÍSF-húsinum í Havn. Fyri vali í nevndini í RSF stóðu næstformaðurin Jónsvein Joensen og nevndarlimirnir Niels Nielsen [...] Martin Berg bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð nývaldur Dánjal Petur Olsen, ið fyrr var eykalimur í dómsnevndini. Í nevndini sita nú Hannis Joensen, formaður, Jónsvein Joensen, næstformaður, Dánjal [...] stytta kappróðrarteinin hjá øllum bátastøddum niður í 1500 metrar. Róðrarteinurin í Klaksvík verður frá komandi árið styttur niður í 1500 metrar fyri 8- og 10-mannafør. Annars er hetta eitt heldur viðbrekið
Í fyrradagin vistu vit at siga, at nevndin, sum í summar varð sett við tí bundnu uppgávu í seinasta lagi 1. november í ár at koma við einum tilmæli um, hvussu farast skal fram, tá tað ræður um Tórsvallar [...] áheitan um, at teir valdu sítt umboð í nevndina, men tað gingu fleiri mánaðir, áðrenn nakað svar kom. Ikki so langt undan fundinum, sum vit í blaðnum í fyrradagin søgdu var í Klaksvík næstsíðsta mánadag, svaraði [...] millum Heðin Mortensen og í hvussu so er formannin í nevndini, Poul Michelsen, hevur verið alla tíðina, sum nevndin hevur arbeitt. Tá býráðið hevði valt Poul Michelsen til formann í nevndini, varð bræv sent
húsaprísirnir og vøksturin í byggivinnuni eisini eru tað. Framgongdin í búskapinum er rættuliga stór - løngjaldingarnar øktust 11% 12 mánaða skeiðið okt.1997 til sept.1998 í mun til 12 mánaða skeiðið [...] ætlaða avlopið í 1999 er 250 miljónir. Men tá landskassin hevur goldið sínar avtalaðu avdráttir til danska statin, eru einar 125 miljónir í spariavlopi. Hetta er heldur lítið, tá havt verður í huga, at fo [...] Tað er neyðugt, at spariavlopið hjá tí almenna er størri í góðum tíðum, skal orka vera til at svara skyldunum í verri tíðum, sigur Búskaparráðið í frágreiðing.