Lista- og handverksskúli setast á stovn

Ein arbeiðsbólkur við Birgiri Kruse sum formanni er settur at gera álit um, hvussu undirvísingin í ætlaða lista- og handverksskúlanum verður skipað, og hvar skúlin skal liggja. Álitið skal verða liðugt til várs og skúlin fara í gongd komandi ár.

Hann hevur fleiri ferðir verið uppi og vent, var við í sonevnda skúlapakkanum á sinni, men so spurdist ikki meir burturúr. Nú eru ítøkilig stig tikin til, at ætlan verður til veruleika. Fyrsta dagin fer ein arbeiðsbólkur settur av Undirvísingar- og mentamálastýrinum undir at gera eitt álit um ein framtíðar lista- og handverksskúla. Og gongst sum Hensar Ellingsgaard í Undirvísingar- og mentamálastýrinum ætlar, fer ein slíkur skúli av bakkastokki antin við byrjan av næsta skúlaári ella í seinasta lagi við ársbyrjan ár 2000.

Í hvønn mun ætlaði lista- og handverksskúlin verður tengdur at Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, sum eisini hevur handarbeiðsundirvísing, er óvist enn. Umboð fyri Handsarbeiðsskúlan situr í arbeiðsbólkinum umframt umboð fyri Klaksvíkar býráð.

- Hesi viðurskifti eru ikki greið fyrr enn arbeiðsbólkurin er liðugur við álitið, men tað er greitt, at tað verður lagt upp til úr Klaksvík, at ein slíkur skúli verður í Klaksvík, sigur Hensar Ellingsgaard.


Roynd

Síðani januar í 1995 hevur verið skipað fyri undirvísing í handarbeiði í Klaksvík sambært løgtingslóg frá 1983 um frítíðarundirvísing. Henda undirvísingin hevur verið ætlað sum ein roynd at finna út av, um grundarlag er fyri at skipa hana í hesum líki. Ætlanin hevur ongantíð frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum verið at hildið fram við hesi undirvísing sambært umrøddu løgtingslóg.

Hvussu undirvísingin í nýggja lista- og handverksskúlanum verður skipað, og hvørji viðurskifti hon fer at byggja á, eru mál, sum arbeiðsbólkurin fer at arbeiða við. Men frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum er greitt, at høvuðsdenturin verður føroyskt tilfeingi.

- Tað er av alstórum týdningi at menna føroyska list og listahandverk við atliti at okkara egna umhvørvi, tilfeingi og siðaarvi. Tað merkir kortini ikki, at ein slíkur skúli verður leysur av tí, ið rørir seg uttan um okkum, tí annars verður útbúgvingin ov avskorin. Vit eiga at menna okkum í samstarvi við onnur, men høvuðsdenturin eigur at verða lagdur á tað vit eiga í samfelagnum. Føroyingar hava ígjøgnum øldir drúgvar royndir í handligum virksemi av ymiskum slag og ymiskum listagreinum, og tí eiga møguleikar at vera kannaðir um tað ber til at seta í verk eina skipaða undirvísing á økinum leysa av frítíðarundirvísingini. At seta lista- og handverksskúla á stovn er liður í eini heildarætlan á skúlaøknium, har vit skulu finna út av, hvat eigur at verða gjørt á økinum, tá ið tað ræður um ungdómsutbúgving, sigur Hensar Ellingsgaard.


Nógv at taka støðu til

Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum verður at taka støðu til, um undirvísingin skal verða skipað sum grundskeið og víðkað skeið, har næmingarnir bæði læra grundleggjandi arbeiðshættir, ogna sær verkligt og fakligt innlit, samstundis sum næmingarnir fáa høvi til at ogna sær nágreiniliga vitan um ávís evni og ávísa lærugrein.

Bólkurin skal eisini viðgera um undirvísingin skal geva ávís rættindi til víðari útbúgving í list og listahandverki, og hvørjar lærugreinir útbúgvingin skal fata um. Spurningurin er eisini, hvussu undirvísingin skal verða skipað, sum vikuskeið ella styttri skeið. Og um hon skal verða samskipað við framhaldsdeild fólkaskúlans, soleiðis at ein slíkur skúli kann bjóða næmingum fólkaskúlans verkliga og ástøðiliga undirvísing, ið kann fara fram eins væl í skúlanum og uttan fyri skúlan. Ella um undirvísingin eigur at verða skipað í sjálvstøðugum skúla ella saman við aðrari undirvísing.

Arbeiðsbólkurin, ið skal gera álitið, er um at vera mannaður. Formaður í bólkinum er Birgir Kruse, lærari og lærugreinaráðgevi. Hini eru Katrin Joensen, handarbeiðslærari, Dávur Winther fyri Klaksvíkar býráð, og Tita Winther fyri felagið Føroyska Listafólk. Hvør fer at umboða Føroya Læruráð er ikki heilt greitt enn.


Í vár

Undirvísingar- og mentamálastýrið miðar ímóti, at arbeiðsbólkurin verður liðugur við arbeiðið tíðliga komandi vár. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár eru pengar ikki settir av til ein lista- og handverksskúla.

- Pengar eru í skipanini í og við at frítíðarundirvísingin ræður yvir eini játtan. Í øllum førum fyrsta hálvárið, um skúlin byrjar við skúlaársbyrjan næsta ár, kundi peningur verið fingin til vegar av teirri játtanini, sigur Hensar Ellingsgaard.

Ein nevnd hevur áður arbeitt við setninginum at fyrireika lista- og handverksskúla, men einki ítøkiligt spurdist burtur úr tí. Og ein ítøkilig roynd er áður gjørd við einum lista- og handverksskúla, nevniliga á Sandi. Tað datt niður fyri, tí næmingargrundarlagið var ov lítið og kostnaðurin ov dýrur. Hensar Ellingsgaard stúrir kortini ikki fyri, at sama kann henda aftur.

- Tað hevur verið tosað um ein listaskúla í nógv ár, hann hevur høga raðfesting, forarbeiðið er gjørt og nú fer ein arbeiðsbólkur til verka, sum skal taka støðu til nøkur ítøkilig viðurskifti. Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við álitið móti vári og vit miða ímóti at seta skúlan á stovn næsta ár, sigur Hensar Ellingsgaard at enda í viðtali.