Ársaðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya varð leygardagin 31. oktober 1998 klokkan 10.00 hildin í fundarhølinum í ÍSF-húsinum í Havn.
Fyri vali í nevndini í RSF stóðu næstformaðurin Jónsvein Joensen og nevndarlimirnir Niels Nielsen og Martin Berg. Jónsvein Joensen og Niels Nielsen vórðu afturvaldir uttan mótvalevni. Martin Berg bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð nývaldur Dánjal Petur Olsen, ið fyrr var eykalimur í dómsnevndini.
Í nevndini sita nú Hannis Joensen, formaður, Jónsvein Joensen, næstformaður, Dánjal Petur Olsen, skrivari, Niels Nielsen, kassameistari, Hans David Hansen, kappingarleiðari, og Hálvdan Haldansen,
Í dómsnevndini stóð Tummas Hans Gaardlykke fyri vali. Fyri hann varð valdur Steinfinn Mittelstein, og eykalimur fyri hann varð afturvald Johanna í Horni. Eftir aðalfundin sær dómsnevndin soleiðis út: Óla Jákup Kristoffersen, formaður, Hákun Niclasen, næstformaður, og Steinfinn Mittelstein, skrivari.
Ongar lógarbroytingar fóru fram á aðalfundinum, men umrøtt varð m.a at stytta kappróðrarteinin hjá øllum bátastøddum niður í 1500 metrar.
Róðrarteinurin í Klaksvík verður frá komandi árið styttur niður í 1500 metrar fyri 8- og 10-mannafør. Annars er hetta eitt heldur viðbrekið evni, og hóast nógv viðurskifti tala fyri, var tað ikki hildið vera rætt at broyta teinin á øllum stevnum við tað sama, men málið verður tikið upp aftur á næsta aðalfundi, og at arbeitt verður fram ímóti eini varandi loysn á hesum øki.