Sakligt og objektivt kjak
Tað er sera gott við einum sakligum kjaki, og seinastu vikurnar hava tað verið nógvar sakligar og viðkomandi greinar at lesa í føroysku fjølmiðlunum, serstakliga viðvíkjandi árinið av danska ríkisstuðlinum. Tó hava tað eisini verið nógvar ósakligar ræðugreinar at lesa inn ímillum.
Hóast nógvar góðar greinar viðvíkjandi ávirkanina á føroyska búskapin um ríkisstuðulin verður tikin burtur, so sakni eg eina meira objektiva áskoðan hesum umráðnum. Eg kann m.a. partvís taka undir við niðurstøðunum hjá formanninum í føroyska Búskaparráðnum, men meti tó, at tær positivu avleiðingarnar fara at hava eina størri ávirkan á føroyska búskapin.
Neyðugt er, at Føroya fólk verður so væl upplýst um fyrimunir og vansar við at Føroyar taka fullveldi, sum møguligt, og tískil er alneyðugt, at tað almenna kjaki verður so objektivt sum møguligt, fyri soleiðis, at kunna upplýsa um bæði fyrimunir og vansa ? ikki bert annað av teimum.
Ein nýtist ikki at verða búskaparfrøðingur fyra at síggja, at um ríkisstuðulin, ið er uml. 1/3 av føroysku inntøkunum, verður skorin burtur, so kemur hetta at hava eina ávirkan á føroyska búskapin. Serstakliga á almenna sektorin.
Tað hevur verið skriva nógv um, júst hvørja ávirkan hetta fera at fáa, men sannleikin er tann, at allar hesar framtíðar búskaparligu útrokningar bert kunnu nýtast sum vegleiðandi og ikki nýtast at lýsa tann veruleikan, ið vónandi liggur fyri framman.
Tá ið øll hesi búskaparligu sjónarmiðini um hvussu framtíðin fer at síggja út uttan ein ríkisstuðul, verða lýst, er tó neyðugt, sum fyrr nevnt, at lýsa støðuna frá øllum síðum.
Tá ið stórsti parturin av búskaparliga og politiska kjakinum hevur viðgjørt allar tær negativu avleiðingarnar av fullveldi, meti eg tað verða neyðugt, at greiða eitt sindur frá nøkrum av teimum positivu avleiðingunum, fyri at bæði fyrimunir og vansar við fullveldi verða lýstir.
Uttan ríkisstuðul, størri vinnulív
Ein hvør búskaparfrøðingur veit, at ein blokkstuðul so sanniliga ikki bert hevur positivar avleiðingar á eitt samfelag. Tað kann verða positvt við einum eingangs blokkískoyti ella við einum blokkískoyti yvir eitt stutt tíðarskeið, um búskapurin er í einum aldudali, eins og Marchall-hjálpin var eitt gott ískoyti til europeiska búskapin eftir 2. Heimsbardaga. Men ein viðvarandi blokkstuðul, sum ríkisstuðulin má sigast at hava verið, viðførir eitt ?sovandi? samfelag, eitt samfelag, ið er nógv minni virkið og produktivt enn tað vildi verið uttan ein blokkstuðul, serstakliga um hesin stuðul verður nýttur til almennar tænastur heldur enn til at fremja nýggjar vinnur.
Samfelagið fær jú 1/3 av inntøkunum í gávu hvørt ár, uttan at nýtast at geva nakað afturfyri. Hví gera meira enn neyðugt? Føroyingum nýtast ikki at gera ein størri innsats fyri at skapa eitt meiri virkið vinnulív fyri soleiðis, at skapa fleiri arbeiðspláss og fleiri inntøkur til samfelagið, tá ið vit jú fáa pening nokk til at klára okkum sum er.
Hví skal ein risikera sítt trygga arbeiði innan tað almenna øki, fyri at føra síni hugskot inna framleiðslu ella annað út í lívið ? Nei, best man vera, at halda seg til tað trygga, men hetta er samstundis eisini tað, ið relativt gevur samfelagnum minst vinning. Soleiðis velja nógvir føroyingar við góðum samfelagsfremjandi hugskotum, at halda seg aftur ? tí vit hava tað jú so gott sum er. Hetta er vorin ein dagligur setningur millum manna.
Eg meti tað verða stór synd, at vit ikki fáa útnytta øll tey hugskot og alla ta vitan vit føroyingar hava, til at skapa eitt meira sjálvstøðugt og búskaparliga óheft samfelag.
Um ríkisstuðulin hvørvur, hendir hetta ikki frá einum degi til annan, og almenni sektorurin fær soleiðis tíð til at umskipa seg.
Hvør sigur eisini, at ríkisstuðulin ikki hvørvur við tíðini, óansæð, um føroyska fólkið velur fullveldi ella ikki ?
Eiga føroyingar ikki óansæð, at arbeiða fram ímóti, at Føroyar gerast búskaparliga óheftar?
Neyðugt verður uttan iva við einum minni almennum sektori, men afturfyri verður ein stórur partur av hesum arbeiðsplássum endurreist í privata sektorinum, innan føroyska vinnulívið, við tað, at teir mongu føroyingar, ið hava nógv góð hugskot um nýggja framleiðsur og vinnur í Føroyum, tá verða noyddir til at taka í egnan barm, og vilja soleiðis arbeiða við at føra hesi hugskot út í lívið. Eisini verða partar av almennu tænastunum privatiseraðar, og hetta fer at skapa økt virksemi innan tað privata øki. Hetta vil m.a. skapa nýggj arbeiðspláss, og størri inntøkur til føroyska samfelagið.
Av tí at føroyska samfelagið, sum nú er, er bundið at fiskivinnuni ger tað føroyska búskapin sera óstøðugan. Neyðugt er, at nýhugsan innan aðrar vinnur vinna fram, soleiðis, at før-oyski búskapurin ikki gerst so bundin at inntøkunum frá fiskivinnuni, sum í dag. Men av tí at nýggjar vinnur viðføra stóran ótryggleika fyri viðkomandi, ið setur eitt virki á stovn, er tað sannlíkt, at farið ikki verður í gongd við at seta annað á stovn, so leingi, sum tryggari starv finnst innan tað almenna. Tískil er tað sannlíkt, at ikki fyrr enn almenni sektorurin gerst minni, fer stórur partur av tí ?fríu? arbeiðsmegini í aðra vinnu, eisini innan aðrar vinnur enn fiskivinnuna.
Harafturat vil ein politisk skipan við fullari ábyrgd av føroyska samfelagnum, eisini verða noydd til at føra ein meira vinnulívsvinarligan politikk enn í dag, fyri at skapa neyðugu fyritreytirnar hjá íverksetarum til at stovnseta egin virki, fyri soleiðis at skapa nýggj arbeiðspláss og fleiri inntøkur til samfelagið sum heild.
Eisini kappingarførið fer at gerast betri, um ríkisstuðulin verður skorin burtur yvir eitt áramál. Hetta hendir vegna, at lønirnar mugu væntast at blíva relativt lægri enn tær í t.d. teimum skadinavisku londunum. Tað fer tískil at verða relativt bíligari at framleiða eina arbeiðsmegi-intensiva vøru, tvs. eina vøru, ið krevur relativt nógva arbeiðsmegi, í Føroyum, enn í eitt nú skandinavisku londunum.
Lønirnar í Føroyum fara tó ikki at gerast minni við eitt, ella innan øll øki, men væntandi fer inflatiónin, tvs. prís- og lønarvøksturin, í Føroyum, at verða minni enn í londunum rundan um Føroyar, í tíðarskeiðnum har ríkisstuðulin verður skorin niður, ár fyri ár.
Ein meira vinnulívsvinarligur politikkur fer, saman við tí betra kappingarførinum, at elva til størri áhuga fyri at byrja nýggjar fyritøkur og nýggjar vinnur í Føroyum, serstakliga útflutningsvinnur, og ein størri útflutningur viðførir sum kunnugt størri inntøkur til landið. Hetta fer eisini, at gera tað meira áhugavert hjá útlendskum fyritøkum, at investera í nýggjar fyritøkur í Føroyum.
Tað hevur verið tosað um, at føroyska arbeiðsmegin er so mikið mobil, at hon fer at flyta av landinum, um lønarlagið í Føroyum verður lægri enn í londunum runt um Føroyar, men hetta vil eg loyva mær at ivast í. Sjálvssagt vil altíð onkur velja eina hægri løn fram um at búgva í Føroyum, men so hevði viðkomandi verið farin av landinum, óansæð um Føroyar fingu fullveldi ella ei. Lønarlagið í Føroyum hevur seinastu árini ligið væl lægri enn t.d. í skandinavisku londunum, eins og skatturin í Onglandi er væl lægri enn í Føroyum, so um tað er eina hægri løn, ið ein ynskir, so er bert at royna seg uttanlanda, hettar er ikki nøkur nýggj vitan.
Sum sagt, so fer inflatiónin væntandi at verða lægri tey árini í ríkisstuðulin verður skorin niður, m.a. av tí at minni peningur verður í umfari, og hetta fer at skapa eitt relativt lægri lønarlag í Føroyum, tó fer munurin ikki at gerast so stórur, at fólk verða noydd at flyta av landinum, m.a. av tí at lønirnar hjá fiskimonnum eru heftar av fiskamongd og altjóða fiskiprísum, og ynski hjá føroyskum arbeiðsgevarum um at varðveita eina góða og produktiva arbeiðsmegi, v.m..
Um ríkisstuðulin verður skorin niður yvir eitt áramál, hevði ein møguleiki fyri at menna føroyska útflutningin, fyri sostatt at skapa fleiri inntøkur til landið, verið, at oyramerkt eina ávísan prosentpart av ríkisstuðlinum til fremjan av nýggjum útflutningsvørum og -vinnum. Neyðugt fer nevnliga at verða, við einum sera málrættaðum vinnulívspolitikki og er tað neyðugt, at gera korini hjá føroysku útflutningsvinnuni so góð sum møguligt, um ynskt verður, at Føroyar skulu kunna fáa eyka inntøkur frá útflutningi, svarandi til ríkisstuðulin.
Tó skal tað viðmerkjast, at við eini munagóðari umlegging av almenna sektorinum verða almennu útreiðslurnar tað minni, so ikki skal væntast, at tað verður neyðugt, at framleiða og útflyta fyri eina upphædd svarandi til ríkisstuðulin, fyri at livistøði ikki skal falla.
Um olja og gas verða funnin í føroysku undirgrundini og møguleiki verður fyri, at útvinna hetta náttúrufeingið, er støðan ein heilt onnur enn tann støðan vit í dag standa í, og vildi tað uttan iva verið ein fyrimunir, at Føroyar varð eitt sjálvstøðugt land, um so varð. Eg meti tað tó ikki verða rætt, á núverandi tíðspunkti, at taka støðu til fullveldisspurningin við eini møguligari oljuvinnu í tonkunum. Tað einasta rætta er, at føroyska fólkið tekur eina avgerð, um tað ynskir fullveldi ella ikki, við ella uttan eini oljuvinnu, tí ein oljuvinna varar ikki í allar ævir, meðan fullveldi er ein endalig avgerð.
Eg vil við hesu grein ikki gera fullveldi til tað einasta rætta, sjálvsagt eru bæði fyrimunir og vansar, men eg vil vísa á, at tað ikki bert standast negativar, men eisini positivar avleiðingar av, at ríkisstuðulin fellur burtur og av at føroyingar taka fulla ábyrgd av egnum gerðum og egnum samfelagi.
Um føroyska fólkið ynskir fullveldi er neyðugt, at tað verður trú uppá, at tað er møguligt at gera nakað serstakt og at verða nakað serstakt. Um ein ynskir nakað í dag, er neyðugt at arbeiða fyri hesum og soleiðis er eisini um ein ynskir fullveldi.
28. oktober 1998
Kristina Danielsen
Stud. polit