Stigtakarin er ímóti nýggju ætlanini

Heðin Mortensen mótmælir yvir fyri býráðnum mannagongdini, sum nevndin fyri grunnin fyri Tórsvøll hevur brúkt

Í fyrradagin vistu vit at siga, at nevndin, sum í summar varð sett við tí bundnu uppgávu í seinasta lagi 1. november í ár at koma við einum tilmæli um, hvussu farast skal fram, tá tað ræður um Tórsvallar ætlanina, var komin við einum tilmæli til býráðið og landsstýrið.

Men nú er greitt, at teir fýra, sum hava mannað nevndina, draga ikki eina línu. Heðin Mortensen, býráðslimur, sum er nevndarlimur, valdur av Ítróttarsambandinum, har hann er formaður, tekur ikki undir við tilmælinum, sum nevndin hevur sent býráðnum og landsstýrinum.


Skeiv ætlan

Í brævi, sum Heðin Mortensen hevur sent býráðnum, vísir hann á og átalar, at alt ruggar ikki rætt í tí arbeiðnum, sum nú er endað við tilmæli til býráðið og landsstýrið. ÍSF formaðurin vísir á, at setningurin, sum varð litin nevndini til, var at finna fram til, hvussu peningurin, sum restaði í, tá sæð varð burtur frá játtaninum frá býráðnum og landsmyndugleikunum, skuldi fáast til vega. Heðin Mortensen vísir í brævinum til býráðið á, at nú er talan um eina ætlan, sum ikki líkist upprunaliga ætlaða Tórsvølli, men í staðin er talan um eitt diskount stadion, sum ikki lýkur krøvini til tað landsstadion, sum Tórsvøllur frá byrjan av varð ætlaður at vera.

Vit skilja á lagnum, at ósemjan millum Heðin Mortensen og í hvussu so er formannin í nevndini, Poul Michelsen, hevur verið alla tíðina, sum nevndin hevur arbeitt. Tá býráðið hevði valt Poul Michelsen til formann í nevndini, varð bræv sent ÍSF við áheitan um, at teir valdu sítt umboð í nevndina, men tað gingu fleiri mánaðir, áðrenn nakað svar kom. Ikki so langt undan fundinum, sum vit í blaðnum í fyrradagin søgdu var í Klaksvík næstsíðsta mánadag, svaraði ÍSF, at formaðurin í ÍSF var teirra umboð í nevndini, men Heðin Mortensen hevur ikki verið við á nøkrum fundi, og nú hevur hann í brævi til býráðið latið frætta um sína misnøgd.


Upprunaliga ætlanin

Heðin Mortensen hevur annars kallað seg fyri stigtakara til Tórsvøll. Tað var hann, sum kallaði inn til tíðindafund í Listaskálanum 1. juni í 1995. Á tí fundinum varð ætlanin um nýtt stadion í Gundadali løgd fram. Heðin Mortensen gav stadioninum navnið Tórsvøllur. Ætlanin var, at fyrsta byggistigið skuldi vera liðugt á sumri í 1997, og tað skuldi fevna um grasvøll, rennibreytir við seks geilum og tvey áskoðaraskýli. Annað byggistigið skuldi fevna um at leggja tekju á tey 7.400 áskoðaraplássini og at innrætta høli til ymisk endamál. Triðja byggistigið skuldi fevna um ein bygning í trimum hæddum, sum skuldi reisast sunnanfyri vøllin og millum tey bæði áskoðaraskýlini, sum ætlaðust at vera vestanfyri og eystanfyri vøllin.

Á fundinum fyri knøppum hálvum fjórða ári síðani varð sagt, at fíggjarliga grundarlagið undir ætlanini fyrst og fremst skuldi fáast til vega yvir raksturin, har inntøkurnar skuldu koma frá tiltøkum á økinum og frá útleigan av hølum, m.a. til fríu vinnuna.

Bæði føroyingar og útlendingar søgdust vera áhugaðir at vera við, men vit hava skilt, at tað síðani tá hevur gingið meiri striltið at fáa undirtøku frá teimum privatu. Einasta játtanin er frá einum felag, sum hevur játtað at lata hundrað túsund krónur til ætlanina.

Upprunaliga var ikki ætlanin, at tað almenna skuldi vera uppií, men síðani tá hevur býráðið í Havnini játtað at latið 15 prosent í stuðli, og landið hevur játtað at lata 30 prosent í stuðli ella umleið átta milliónir av íløgukostnaðinum, sum varð mettur til umleið 27 milliónir. Tá eru tær sjey milliónirnar, sum Tórshavnar býráð fyri einum tíggju árum síðani brúkti at gera økið, har vøllurin skal vera, í tann stand, sum tað síðani hevur verið í, ikki roknaðar uppí.

Fótbóltssambandið hevur verið mett sum størsti brúkarin av vøllinum, men FSF hevur higartil ikki viljað verið beinleiðis partur í ætlanini. Fyri knøppum trimum árum síðani gav aðalfundurin nevndini heimild at seta upp í tríggjar milliónir í Tórsvøll, men nevndin hevur ongantíð viljað brúkt heimildina.

Á aðalfundinum fyri einum knøppum ári síðani ynskti Heðin Mortensen, at FSF gav til kennar, hvat teir ætlaðu í sambandi við Tórsvøll, og Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, staðfesti, at FSF fór ikki uppí, soleiðis sum landið lá. Hetta gjørdi hann m.a. við tí grundgeving, at FSF ikki metti, at raksturin av Tórsvøllinum fór at megna at bera nakra lántøku, og lánið kundi í mesta lagi vera tvær milliónir. Heðin Mortensen var ósamdur í hesum. Hann vísti á útrokningar, sum søgdu, at raksturin fór at megna seks milliónir í láni.

Heðin Mortensen gav til kennar á fundinum, at hann var fegin um, at FSF greitt hevði boðað frá sínari støðu, og hann boðaði samstundis frá, at meiri fór at verða at frætta um fíggjarliga partin av ætlanini stutt eftir aðalfundin.

Einki alment var komið fram, tá nevndin við umboðum fyri býráðið, landsstýrið, ÍSF og FSF varð sett at koma við einum tilmæli, og nú er altso sjónlig ósemja millum nevndina við Poul Michelsen, formanni, á odda, og so nevndarlimin Heðin Mortensen, sum legði ætlanina um Tórsvøll fram 1. juni í 1995.