Búskaparráðið gav 1.juli í ár út eina frágreiðing um búskapargongdina. Ætlanin við hesi nýggju frágreiðing er bara at tríva aftur í aftur, og siga heldur stuttorðað frá, hvussu ráðið metir gongdina, sum verið hevur restina av árinum. Ætlanin hjá Búskaparráðnum framyvir er, at geva eina drúgvari frágreiðing um várið og so at geva smærri frágreiðing út aftur um heystið.
Nú longri er liðið út á árið, síðan Búskaparráðið gav frágreiðing út í juli, er høvuðsboðskapurin at búskaparvøksturin heldur fram. Á framleiðslusíðuni sæst vøksturin á, at lønargjaldingarnar sum heild framvegis eru vaksandi, og vøkstur er nærum í øllum vinnugreinum. Onnur tekin um framgongd benda sama veg. Arbeiðsloysið minkar framvegis, og fiskiskapurin hevur verið góður. Útflutningsvirðið er vaksandi, meðan innflutningvirðið ikki veksur so dúgliga. Avlop er sostatt á handilsjavnanum. Og prísvøksturin á fiski heldur fram, hóast tað í vár var torført at hugsa sær at hann kundi vaksa nógv meira. Fiskiskipaflotin hevur av tí sama sum heild rættuliga stór avlop. Hinvegin er vøksturin í innflutninginum tekin um størri eftirspurning, eins og høgu húsaprísirnir og vøksturin í byggivinnuni eisini eru tað.
Framgongdin í búskapinum er rættuliga stór - løngjaldingarnar øktust 11% 12 mánaða skeiðið okt.1997 til sept.1998 í mun til 12 mánaða skeiðið frammanundan. Ráðið dugir tó ikki at síggja nøkur týðulig tekin um, at ov stór ferð er á búskapinum, partvíst tí hetta er vøkstur burtur úr kreppustøðuni frammanundan, og partvíst tí at onnur tekin ikki eru um, at búskapurin er á skeivari kós. Handilsjavnin gevur framvegis avlop, tí at innflutningurin ikki veksur eins nógv og útflutningurin, og tað týður ikki upp á at innlendski nýtslueftirspurningurin veksur skjótari enn framleiðslugrundarlagið. Arbeiðsloysið er framvegis rættuliga stórt - 7% í septembur - eins og eitt ávíst tal av fólki er í arbeiði uttanlands, sum tó eru tøk á føroyska arbeiðsmarknaðinum, um pláss verður fyri teimum og inntøkurnar eru kappingarførar. At enda kann tó nevnast hevur prísvøksturin verið størri hetta seinasta árið, enn frammanundan.
Búskaparráðið sigur, at samanumtikið eru ikki týðulig tekin um ov stóra ferð á búskapinum, men tó eigur eitt vakið eyga at vera havt við gongdini, tí vøksturin í útflutningsinntøkum fyri ein stóran part kemst av prísvøkstri uttaneftir.
Havast skal eisini í huga, at hóast feskfiskaflotin hevur havt eitt av bestu árunum til inntøkur, so eru avlopini hjá reiðaríunum enn ikki nóg góð, til at tey eru før fyri at bera fíggingina til nýggjar íløgur. Hetta eigur ikki at føra til at tað almenna stuðlar nýíløgum, men heldur tvørturímóti, at flotin eigur at fáa frið at laga seg til marknaðarkorini.
Landskassin hevur havt avlop seinastu 2 árini, og ætlaða avlopið í 1999 er 250 miljónir. Men tá landskassin hevur goldið sínar avtalaðu avdráttir til danska statin, eru einar 125 miljónir í spariavlopi. Hetta er heldur lítið, tá havt verður í huga, at fortreytirnar hava verið sera góðar. Tað er neyðugt, at spariavlopið hjá tí almenna er størri í góðum tíðum, skal orka vera til at svara skyldunum í verri tíðum, sigur Búskaparráðið í frágreiðing.