skastovnurin í Barentshavinum er í menning og saman er galdandi fyri hýsuna. Hetta úrslitið er norska Havforskningsinstituttet komið til, eftir at fiskirannsóknarskipini G.O. Sars, Johan Hjort og russiska [...] russiska Persey 4 eru liðug við yvirlitstrolingarnar fyri í vetur. Hesuferð eru øll tey týdningarmiklastu økini í Barentshavinum kannaði, eisini í russiska partinum av Barentshavinum. Hvat toski viðvíkur sigur
tøkur vegna arbeiðsørindi. Maður kemur í mans stað, og í hesum førum varð Daniel Rápa settur at røkja sessin, so hóast tað sjálvandi var saknur í Áka, so vigaði Rápa í stóran mun upp ímóti hesum. Enn er rumenin [...] sjónligan í hesum partinum av spælinum, so setir hetta eisini størri krøv til restina av verjuni, sum í størri mun verður noydd at skjóta seg, til tess at verja fyri teimum holum, sum kunnu íkoma. Í álopsspælinum [...] kanska ikki heilt so væl, sum vit hava sæð teir fyrr í ár, og kanska serliga í steypafinaluni. Hinvegin skal tað á ongan hátt takast frá teimum, at teir í hesum partinum spældu avbera skilagott. Tað var sera
Landsdystur Í dag klokkan ellivu fer fótbóltslandsliðið úr Vágum. Málið er HM undankappingardystirnir, sum eru á skránni í Luksemburg leygardagin og í Moskva mikudagin i komandi viku. Tað man hava verið [...] eguni hjá landsliðnum í Spania, og Jens Kristian Hansen er ikki heilt komin fyri seg eftir skaðan, sm plágaði hann stóran part av kappingarárinum í fjør. Teir átjan spælararnir í ferðalagnum eru Øssur [...] sjáldan, at tað er komið soleiðis fyri, at allir spælararnir, sum Allan Simonsen í fyrstu atløgu hevur tikið út, hava verið við í ferðalagnum. Tað vanliga plagar at vera, at ein ella fleiri hava kent seg noyddar
andaðist Johan Johansen, fyrrv. fulltrúi á Fútaskrivstovuni. Johan var føddur í Klaksvík 3. september 1914 og var 86 ár, nú hann legði frá sær. Áðrenn Johan flutti til Havnar, hevði hann verið í handlinum [...] á sýsluskrivstovuni í Klaksvík. Í 1941 varð heitt á hann um at koma á Fútaskrivstovuna, og hetta beliv lívsstarv hansara ? í 43 ár. Hann legði frá sær fyri aldur í 1984. Mia og Johan áttu børnini Sonnu [...] inum og í kirkjugarðinum, tá brúk var fyri urguleikara í kapellinum. Hetta vóru neyðugar uppgávur, hann røkti fram í 80 árini. Nú kreftirnar gingu undan, og megin sveik, var neyðugt hjá Johan at vera undir
støðan er, tá lesarin hevur blaðið í hondini, er ilt at siga, men hóskvøldið stóð í øllum førum einki serligt til. Ikki færri enn tríggir spælarar eru í løtuni í seingini, og í øllum førum mugu tveir teirra [...] ellivu skulu byrja inni, tá føroyska landsliðið fer á vøllin leygardagin. Sjúka ger í løtuni rættiliga nógv um seg í landsliðsleguni, og hetta ger, at tað er nakað langt ífrá, at Allan kann senda sítt [...] longu í fleiri ár talst millum føstu fúsirnir hjá Allani Simonsen, men roknast kann so ikki við, at hann eigur pláss á liðnum hesaferð, nú influensan ger um seg. Av teimum leikarum, sum eru við í hópinum
á Borg í høgru og Øssur Hansen í vinstru veruliga tóktust at vilja nakað fram eftir vøllinum. Hetta gav eisini at bíta rættiliga skjótt. Føroysku áskoðararnir, sum vóru einir 130 í tali, mundu í øllum førum [...] tá føroyska landsliðið leygarkvøldið fór á Josy Barthels Stadium í Luksemburg. Fyri bæði liðini var galdandi, at ein sjáldsamur sigur var í eygsjón, og hóast okkara helst høvdu vónað sær øll stigini, so [...] órógvaðu mótstøðuverjuna. Gaman í megnaði Todi eina ferð at spæla John Petersen somikið leysan, at hesin ikki visti av tí sjálvur, men so hendi tað, sum so avgjørt ikki mátti henda. Í einari fullkomuliga vandaleysari
er farið burtur í russiska kuldanum. Sámal Joensen er nú aftur komin fyri seg, Pól Thorsteinsson er endiliga aftur tøkur, meðan Súni Olsen í aðru syftu slapp ígjøgnum passeftirlitið í bæði Brüxelles og [...] eina 5-4-1, har Jákup Mikkelsen verður fremsta valið í málinum. Har verjan verður mannað við Øssi Hansen og Pól Thorsteinssyni í borðunum, meðan Johan Byrial Hansen, Óli Johannesen og Hans Fróði Hansen skipa [...] arminum, eftir at Todi Jónsson noyddist av vøllinum í Luksemburg. Seinast Allan Simonsen royndi seg við einum áleypara var, tá Føroyar í fjør taptu 5-1 í Sveis. Úrslitið tað ferðina var tó ikki so nógv úrslit
fegin Pól Thorsteinsson, sum eftir dystin kundi staðfesta, at hann fyri fyrstu ferð í hálvt annað ár hevði spælt við í týðandi landsdysti. Eftir dystin móti Luksemburg var leikbann hansara runnið út, men [...] við at ímynda meg sjálvan í hesum leiklutinum. - Boðini um hetta fekk eg so ikki fyrr enn á taktik fundinum, so sjálvandi var eg fegin. Hóast tað merkti at ein spælari (Johan Byrial Hansen, blðm.), sum [...] sum hevði leikt fram úr í fyrra dystinum varð vrakaður. Fluttu seg nógv Nú var talan sum sagt um fyrsta veruliga landsdystin í hálvt annað ár, men sjálvur helt Pól ikki, at tað var nakar trupulleiki at fella
Johan Mortensen Í farnu viku hevði mentunarframsøgumaður Javnarfloksins Dan Petersen, háttvirdur løgtingslimur úr Fuglafirði, eitt ófantaligt lesarabræv, har hann húðflettur eitt av okkara frægu skaldum [...] illa at skriva, at stílurin er heldur hjálparleysur og støplandi. Steinbjørn er býttur. Í 1930 brunnu bókabálini í Nazitýskalandi. Somu tendensir og hógvar stinga seg ídag fram úr føroyska Javnarflokkinum
Føroyum avbera góða úrslitið í Moskva. Skal nakar takast framum, má tað verða Jákup Mikkelsen, men yvirhøvur stóðu allir leikarar seg javn væl á litaða grúsvøllinum í Luzjniki Stadion í Moskva Leikaraummæli Jákup [...] Hans Fróði Hansen B68 17/1 Tað var fyrst og fremst í spælinum við hóvdinum, at Hans Fróði gjørdi vart við seg í hesum dystinum. Vann so at siga alt í luftini, soleiðis at russar ongan tíð gjørdist vandamiklir [...] hjá Julian er og verður ótrúliga orka hansara. Var við í sera nógvum á vøllinum, men í mun til dystin leygardagin, var Julian ikki so sjónligur í skapandi partinum av spælinum. Partvíst varð hetta tó orsakað