Pól er við aftur

Landsdystur: Eftir hálvt annað ár við leikbanni, kom Pól Thorsteinsson beint inn á liðið, sum í sera torførum umstøðum skuldi royna seg á Luzjniki Stadion í Moskva

 

Tað var sjálvandi ein fegin Pól Thorsteinsson, sum eftir dystin kundi staðfesta, at hann fyri fyrstu ferð í hálvt annað ár hevði spælt við í týðandi landsdysti. Eftir dystin móti Luksemburg var leikbann hansara runnið út, men spurningurin tóktist so vera, hvørt tað fór at vera rúmd fyri honum á liðnum.

- Jú, tað hevði eg sjálvandi vónað, men hinvegin kundi eg jú ikki rokna við tí eftir avrikið ´Luksemburg.

- Vónirnar bygdi eg á, at Allan alla tíðina hevur víst mær álit, soleiðis at eg alla tíðina havi kent, at tørvur er á mær. Har afturat havi eg ongan tíð sitið á beinkinum, har eg havi verið, og tí hevði eg kanska nakað ilt við at ímynda meg sjálvan í hesum leiklutinum.

- Boðini um hetta fekk eg so ikki fyrr enn á taktik fundinum, so sjálvandi var eg fegin. Hóast tað merkti at ein spælari (Johan Byrial Hansen, blðm.), sum hevði leikt fram úr í fyrra dystinum varð vrakaður.


Fluttu seg nógv

Nú var talan sum sagt um fyrsta veruliga landsdystin í hálvt annað ár, men sjálvur helt Pól ikki, at tað var nakar trupulleiki at fella inn á liðið.

- Eg kom inn á stopparaplássið, har eg byrjaði á landsliðnum, og hóast mær dámar betri á bakkinum, so spæli eg sjálvandi har, um eg fái boð um tað. Burtur sæð frá fyrstu løtuni, so haldi eg eisini at vit høvdu gott tak á teirra áleyparum.

- Trupulleikin fyrstu løtuna var, at vit ikki høvdu nakran ávísan mann at mansverja, men at Hans Fróði og eg bara skuldu taka teir sum teir komu. Teir vóru bara somikið skjótir, og fluttu seg somikið væl, at hetta als ikki riggaði hjá okkum. Vit gjørdu so av at hava hvør sín, og tá fingu vit so beinan vegin skil á.

Eins og flestu viðleikararnir, so mátti Pól hóast alt ásanna, at talan var um eitt gott úrslit, sum landsliðið fekk í Moskva.

- Eg má siga, at 0-1 í Moskva so avgjørt ikki er vánaligt. Sjálvandi er tíðin farin, har vit bara vóru við fyri at læra, men hinvegin skulu vit heldur ikki fara at rokna við, at vit skulu fara úr Moskva við einum ella trimum stigum, sigur Pól Thorsteinsson at enda.


Mynd av Pól

Tað var ein smílandi Pól Thorsteinsson, sum eftir dystin kundi staðfesta, at hann nú aftur er komin í landsliðshitan