Johan Mortensen
Í farnu viku hevði mentunarframsøgumaður Javnarfloksins Dan Petersen, háttvirdur løgtingslimur úr Fuglafirði, eitt ófantaligt lesarabræv, har hann húðflettur eitt av okkara frægu skaldum, nevniliga Steinbjørn Jacobsen.
Løgtingslimurin heldur Steinbjørn Jacobsen hava eina fordummandi ávirkan á Føroya fólk. Hesin upplýsti løgtingslimurin sær eisini, at Steinbjørn Jacobsen dugir illa at skriva, at stílurin er heldur hjálparleysur og støplandi. Steinbjørn er býttur.
Í 1930 brunnu bókabálini í Nazitýskalandi. Somu tendensir og hógvar stinga seg ídag fram úr føroyska Javnarflokkinum. Stóð tað til Dan Petersen, blivu allar bøkur hjá fullveldisføroyingum brendar á Vaglinum, og rithøvundarnar allarhelst samanvið.
Henda ómegdin hjá Dan Petersen kemur sjálvandi av, at neyvan nakað veruligt føroyskt listarfólk ella nakar intellektuellur føroyingur stuðlar Javnaðarflokkinum ídag. Hin hugsandi Føroyingurin og hin føroyski listarheimurin stuðla fullveldinum og tí listarliga frælsi og nýskapan, sum Republikkin Føroyar verður karmurin um.
Tað er at harmast um, at Javnarflokkurin, sum einaferð átti mentunarmenn sum M. S Viðstein, Villa Sørensen, Petur Mohr Dam, J. F. Øregaard og mong onnur kreativ og góð fólk ídag er degenereraður mentunarliga til eitt støði, har ongar visiónir eru eftir, einans tryggleikanarkomanar og hálv-barbarar.