Landsliðið fer í luftina

Hálvt annað hundrað føroyingar fara at fylgja við á staðnum, tá landsliðið leygardagin fer at spæla í Luksemburg

 

Landsdystur


Í dag klokkan ellivu fer fótbóltslandsliðið úr Vágum. Málið er HM undankappingardystirnir, sum eru á skránni í Luksemburg leygardagin og í Moskva mikudagin i komandi viku.

Tað man hava verið ógvuliga sjáldan, at tað er komið soleiðis fyri, at allir spælararnir, sum Allan Simonsen í fyrstu atløgu hevur tikið út, hava verið við í ferðalagnum. Tað vanliga plagar at vera, at ein ella fleiri hava kent seg noyddar at melda avboð, tí teir hava verið skaddir. Soleiðis er ikki hesa ferð.

Undan úttøkuni var tað greitt, at metmaðurin á landsliðnum Allan Mørkøre og liðformaðurin Jens Kristian Hansen ikki vóru tøkir. Allan Mørkøre varð skaddur á venjingarleguni hjá landsliðnum í Spania, og Jens Kristian Hansen er ikki heilt komin fyri seg eftir skaðan, sm plágaði hann stóran part av kappingarárinum í fjør.

Teir átjan spælararnir í ferðalagnum eru Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen, B68, Rógvi Jacobsen og Jóhannis Joensen, HB, Christian Høgni Jacobsen og Jens Martin Knudsen, NSÍ, Jákup á Borg, Pól Thorsteinsson og John Petersen, B36, Uni Arge, Akranes, Sámal Joensen, GÍ, Jákup Mikkelsen, Herfølge, Johan B. Hansen, OB, Julian Johnsson, og Kurt Mørkøre, Sogndal IL, Óli Johannesen, Hvidovre IF og Todi Jónsson, FCK.

Fleiri av spælarunum hava í síðstu viku skift felag. Tað snýr seg um Rógva Jacobsen, sum er fluttur úr KÍ og til HB, John Petersen og Pól Thorsteinsson, sum eru fluttir til B36 úr ávikavíst Leiftri og Vali, og Sámal Joensen, sum er fluttur úr Leiftri og til GÍ.


Fleiri fylgja við

Umframt landsliðsferðalagið eru fleiri føroyingar í ferðalagnum til Luksemburg.

Umframt teir 18 spælararnar eru átta fólk knýtt at landsliðnum: Allan Simonsen, landsliðsvenjari, Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari, Jens Pauli Marstein, lækni, Álvur Hansen, fysioterapeutur og Birgir og Sigurd Hansen, sum eru ognarrøklar. Ferðaleiðarar eru Jens Erik Magnussen og Mortan Poulsen.

Tað er ikki til hvønn útidyst og heldur ikki á hvørjum ári, at FSF-bossurin og FSF-aðalskrivarin eru til landsdyst á útivølli. Men leygardagin verða Torleif Sigurðsson og Ísak Mikladal í Luksemburg. Teri skulu til UEFA-fund í Sveis hósmorgunin, og haðani fara teir til Luksembuirg áðrenn teir fara heim aftur til Føroyar.

Atlantsflog flýgur annars 75 áskoðarar til dystin, og einir 45 áskoðarar fara við bussi úr Keypmannahavn. Harafturat ferðast umleiðs 30 onnur úr Keypmannahavn til Luksemburg vbið bili ella toki at hyggja eftir dystinum.

Tá landsliðið fer til Moskva úr Luksemburg, verður ferðalagið minni. Tá verða ikki nógv onnur enn fjølmiðlarnir við á ferðini. Fyri Sosialin eru Jákup og Álvur Haraldsen við á ferðini, og teimum fara vit fyrstu ferð at frætta frá í fríggjadagsblaðnum.