Molde(NTB)Toskastovnurin í Barentshavinum er í menning og saman er galdandi fyri hýsuna. Hetta úrslitið er norska Havforskningsinstituttet komið til, eftir at fiskirannsóknarskipini G.O. Sars, Johan Hjort og russiska Persey 4 eru liðug við yvirlitstrolingarnar fyri í vetur.
Hesuferð eru øll tey týdningarmiklastu økini í Barentshavinum kannaði, eisini í russiska partinum av Barentshavinum.
Hvat toski viðvíkur sigur Havforskningsinstituttet, at fimm og seks ára gomlu árgangirnir eru best fyri. Lítið er til av eldri fiski og støðan hjá teim yngru árgangunum er nakað undir miðal. stendur at lesa á norsku vevsíðuni Interseafood.
2000 árgangurin er undir miðal og 1999 árgangurin er veikur.
Hóast yngru árgangirnir eru veikir, so eru positiv tekin at síggja. Fyri toskin, so hava livilíkindini verið góð og tí er yngulin vaksin skjótt, tað merkir at meira kemur undan av hesum fiski, enn vanligt.
Hýsustovnurin er væl fyri.