Mánadagin 19. mars andaðist Johan Johansen, fyrrv. fulltrúi á Fútaskrivstovuni.
Johan var føddur í Klaksvík 3. september 1914 og var 86 ár, nú hann legði frá sær.
Áðrenn Johan flutti til Havnar, hevði hann verið í handlinum hjá Clæmint Isaksen og á sýsluskrivstovuni í Klaksvík.
Í 1941 varð heitt á hann um at koma á Fútaskrivstovuna, og hetta beliv lívsstarv hansara ? í 43 ár. Hann legði frá sær fyri aldur í 1984.
Mia og Johan áttu børnini Sonnu og Jógvan, og bústaðurin var á Abbatrøð, í barnaheiminum hjá Miu, í húsum gamla Jógvans Waagstein ? og tað fer at vera vert at nevna, at Johan rættuliga skjótt lagaði seg eftir tí umhvørvi, har var. Evnini mugu hava verið framúr, tí fáur hevur tikið størri lut í tónleikalívi, tí gerandisliga, tí neyðuga, sum hann við trúgva luti sínum sum urguleikari í Havnar Kirkju, har hann tók eftir, tá konan Mia meira og minni slepti ? og álitið var hann á Landssjúkrahúsinum og í kirkjugarðinum, tá brúk var fyri urguleikara í kapellinum.
Hetta vóru neyðugar uppgávur, hann røkti fram í 80 árini.
Nú kreftirnar gingu undan, og megin sveik, var neyðugt hjá Johan at vera undir umsorgan á Landssjúkrahúsinum ? og síðani nýárið 2000 hevur Mia havt sín bústað á Ellisheiminum.
Frið lýsa vit yvir minnið um heiðursmannin Johan Johansen, fyrrverandi skrivstovufulltrúa.
jl