Fótbóltsfepur


Fleiri av spælarunum á føroyska landsliðnum liggja sjúkir í Luksemburg


 

Landsdystur

Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg

Tað er ikki sørt, at landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hevur nóg mikið at hugsa um, nú hann skal gera av, hvørjir ellivu skulu byrja inni, tá føroyska landsliðið fer á vøllin leygardagin.

Sjúka ger í løtuni rættiliga nógv um seg í landsliðsleguni, og hetta ger, at tað er nakað langt ífrá, at Allan kann senda sítt ynskislið inn á vøllin.

Klaksvíkálop

Hvussu støðan er, tá lesarin hevur blaðið í hondini, er ilt at siga, men hóskvøldið stóð í øllum førum einki serligt til. Ikki færri enn tríggir spælarar eru í løtuni í seingini, og í øllum førum mugu tveir teirra vanliga roknast millum fremstu evnini í byrjunaruppstillingini.

Longu áðrenn farið varð úr Vágunum mikudagin, var greitt, at tað ikki stóð nakað serligt til við Una Arge. Influensa hevur rakt vandamikla framherjan, og hann hevur so heldur ikki verið við til tær venjingar, sum landsliðið hevur havt higartil. Undan evstamarki okkara varð tosað um, at Uni møguliga fer heim til Føroya, tá liðfelagarnir fara heim.

Tí má tað metast sum sannlíkt, at tað hesa ferð verða tveir klaksvíkingar, sum fara at manna føroyska álopið leygardagin. Todi Jónsson hevur nakað av bruna í einari tá, men spælir heilt víst við, og ivaleyst fer hann at hava Kurt Mørkøre við liðina, tá farið verður á vøllin.

Miðvøllurin hart raktur

Umframt Una Arge, eru eisini tveir aðrir spælarar sjúkir, og fyri báðar er galdanjdi, at teir helst skuldu spælt á miðvøllinum, um teir ikki vóru sjúkir.

Sámal Joensen hevur longu í fleiri ár talst millum føstu fúsirnir hjá Allani Simonsen, men roknast kann so ikki við, at hann eigur pláss á liðnum hesaferð, nú influensan ger um seg.

Av teimum leikarum, sum eru við í hópinum, er Fróði Benjaminsen helst tann, sum líkist mest upplagda avloysaranum hjá Sámali. Nú støðan so tann, at Fróði eisini er sjúkur, og tí tykist júst sentrala miðvallarplássið at vera størsti spurningurin undan leygardegnum. Pól Thorsteinsson kundi ivaleyst røkt sessin, men leikbann hansara viðførir sjávsagt, at hann ikki er tøkur, fyrr enn til dystin móti Russlandi. Allan Mørkøre og Jens Kristian Hansen hava eisini røkt sessin áður, men sum kunnugt eru teir heldur ikki tøkir.

Tað tykist tí sannlíkt, at talan verður um eina nýggja samanseting á miðvøllinum. Júst hvør hendan verður, er ilt at siga, men allar helst verður talan antin um Jóhannis Joensen ella Johan B. Hansen. Triðji møguleikin er at taka Kurt Mørkøre aftur á miðvøllin, men ivaleyst ætlar Allan Simonsen at nýta hann í álopinum.