StÍF-VÍF 28-25 (15-12)
Hondbóltur
Mikudagurin var endiliga dagurin, tá VÍF aftur skuldi kunna rópa seg Føroyameistarar á manshondbólti. Eftir at hava skúgva alla mótstøðu til viks, hevði liðið framvegis fult stigatal, tá farið var á vøllin, og munurin niður til næstu liðini var nú so stórur, at teir við einum sigri kundu tryggja sær gullið longu fýra umfør áðrenn kappingarlok.
Tað var tó eitt men við dystinum mikukvøldið, og tað var, at VÍF tapti dystin.
Uttan Áka
Tað var eisini rættiliga tíðliga í dystinum greitt, at tað so undir ongum umstøðum fór at gerast nakar lættur dystur hjá vestmenningum.
Frá byrjan vóru teir skerdir, tí Áki Olsen ikki var tøkur vegna arbeiðsørindi. Maður kemur í mans stað, og í hesum førum varð Daniel Rápa settur at røkja sessin, so hóast tað sjálvandi var saknur í Áka, so vigaði Rápa í stóran mun upp ímóti hesum. Enn er rumenin ikki komin heilt fyri seg, og millum annað hevði hann ilt við at seta ferð á. Hinvegin eru hondbóltsevni hansara frálík, og serliga í fyrra hálvleiki gav hann nakrar royndir upp á fríspælingar, sum tíverri nærum allar vórðu misnýttar.
Tað, sum í nógv størri munn ávirkaði spælið hjá VÍF, var, at Ingi Olsen frá byrjan av dystinum varð sera væl vardur. Tað var sjónligt, at ein av hornasteinunum í StÍF spælinum var at skerja leiklutin hjá Inga, og við skiftivís at fara út við einum eittara, og skiftivís at mansverja, royndu teir at syrgja fyri, at hann ikki slapp at gera ov nógv um seg.
Javnt allan vegin
Tað var tó ongan tíð soleiðis, at VÍF vóru fullkomuliga settir út á síðuspor undir dystinum. Størsta partin av tíðini leikaði sera javnt á, og fyrsta korterið ella so vóru tað eisini gestirnir, sum tóktust at hava yvirvág í spælinum. Eftir eina útvísing til VÍF eydnaðist tað tó strandingum at toga seg fram um, og hóast vestmenningar royndu at hanga í, so eydnaðist teimum ongan tíð at koma upp á javnleik eftir hetta.
Størsta orsøkin til hetta mundi vera, at verjuspælið hjá StÍF eydnaðist rættiliga væl. Ikki minst framdi John Petersen eitt rimmar avrik í hesum, tá hann sum eittari stóran part av tíðini syrgdi fyri, at hvørki Ingi ella Daniel fingu loyvi at gera alt ov nógv um seg. Restin av verjuni eigur tó eisini rós uppiborið, tí hóast framskotni leikluturin hjá John ger hann mest sjónligan í hesum partinum av spælinum, so setir hetta eisini størri krøv til restina av verjuni, sum í størri mun verður noydd at skjóta seg, til tess at verja fyri teimum holum, sum kunnu íkoma.
Í álopsspælinum spældu strandingar kanska ikki heilt so væl, sum vit hava sæð teir fyrr í ár, og kanska serliga í steypafinaluni. Hinvegin skal tað á ongan hátt takast frá teimum, at teir í hesum partinum spældu avbera skilagott. Tað var sera rár hending, at bólturin varð tveittur burtur, og hetta viðførdi so eisini, at VÍF ongan tíð fekk gongd á eitt hitt vandamesta álopsvápnið hjá teimum. Nevnliga kontraspælið har teir vanliga kunnu gera stóra nýtslu av skjótleikanum hjá Martini og Johnny.
Johan tók tað síðsta
Sum sagt, so gekk rættiliga javnt á allan vegin, men sum dysturin leið, so gjørdist tað alt meira sannlíkt, at VÍF ikki fór at taka strandingarnar. Tað tóktist á ein hátt, sum um tað ongan tíð eydnaðist vestmenningunum at finna tað gearið, sum teir hava átt eyka í mun til hini liðini hetta kappingarárið. Eksplosiónirnar í spælinum vóru snøgt sagt ikki til staðar, og við skilagóða spælinum hjá heimaliðnum var so als ikki sannlíkt, at teir á nakran hátt skuldu megna at tveita sigurin frá sær.
Líkt var eisini til, at heimaliðið fekk ein avgerandi fyrimun, tá teir tíggju minuttir fyri leiklok øktu munin upp í fýra mál fyri fyrstu ferð í dystinum.VÍF fekk tó skapt nakað av spenningi í aftur, tí eftir eitt time-out fingu teir umskipað verjupartin, soleiðis at teir fóru út at mansverja bæði Artur og Costin. Vanliga trívast strandingar sera væl undir hesum umstøðum, men hsa ferð tóktist einki at rigga hja teimum, meðan teir spældu fýra móti fýra. Í seks minuttir eydnaðist tað á hendan hátt hjá vestmenningum at halda málið reint, og teir høvdu eisini møguleikar at eta leiðsluna hjá strandingum, men teir megnaðu tó ikki at taka av.
Orsøkin til hetta var sera einføld. Tá VÍF endiliga tóktist at hava fingið takið úti á vøllinum, lyfti Jóhan Danielsen seg eitt stig upp, og burtur sæð frá tveimum royndum frá Inga, megnaði hann at taka alt tað, sum vestmenningar royndu at tveita eftir honum hesa løtuna. Tá so strandingar aftur kundu økja upp í trý mál við hálvum øðrum minuttir eftir, varð endaliga greitt, at tað ikki var hendan dagin, at VÍF skuldi ogna sær FM.
John á landsliðið
Hóast tapið, so er tó neyvan nakar vandi fyri, at tað ikki skal eydnast vestmenningum at vinna gullmerkini. Hinvegin man tað helst svíða nakað, at tað ikki fer at eydnast við fullum stigatali, og so man tað vera ein fátøk troyst, at gullið nú kann vinnast á heimavølli.
Strandingar prógvaðu hinvegin, at tað als ikki var av tilvild, at teir vunnu steypakappingina, og helst munnu tað vera fleiri folk á Skálafirðinum, sum iðra seg um, at John Petersen ikki hevur spælt við strandingum alt árið. Í steypafinaluni prógvaði hann, hvønn týdning hann hevur fyri liðið. Í verjupartinum er hann stinnur sum fáur, ikki minst takkað verið skjótleikanum. Í álopspartinum hevur hann ikki eins stóran leiklut, men tað er ferð eftir ferð sjón fyri søgn, at hann verður nýttur her, tá nógv stendur á, og sjáldan svíkur hann álitið.
Fyri komandi landsliðsvenjaran er tað tí stórt spell, at John ikki er tøkur til hondbóltslandsliðið. Flestum kunnugt hevur fótbólturin her fingið fyrsta prioritet, og tað kunnu tey hondbóltshugaðu so bert iðra seg um, tí um maðurin kann spæla somikið væl uttan at venja?
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Costin Dumitrescu 12(7), Alexandur Johansen 5, Artur Johansen 3, Marius Joensen 3, Bent Djurhuus 2, John Petersen 2, Sveinbjørn Poulsen
VÍF: Igni Olsen 9(2), Martin Hummeland 7, Sámal Joensen 6, Daniel Rápa 2, John Zachariasen
Brotskøst: StÍF 8, VÍF 2
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 5
Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen. Hóast áskoðararnir av og á tóktist alt annað enn nøgdir um dómarnar, so tóktist hetta ikki á nakran hátt at nerva teir báðar, og hetta er helst týdningarmiklasti eginleikin hjá dómarum, tá slíkir dystir eru á skránni.