Russland stúrir

- Stóri vøksturin í verjuútreiðslunum hjá Nato-londum fer at føra til skrædl í samgonguni, sigur russiski uttanríkisráðharrin

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, heitir nú á Nato um at brúka sunna fornuft, eftir at verjusamgongan er vorðin samd um at veksa um verjuútreiðslurnar. 

 

- Stóri vøksturin í verjuútreiðslunum hjá Nato-londum fer at føra til skrædl í samgonguni, sigur russiski uttanríkisráðharrin í dag við tíðindastovuna Tass.

 

Á stóra Nato-toppfundinum í Haag í síðstu viku samdust Nato-londini nevniliga um at veksa verjuútreiðslurnar hjá hvørjum landi sær upp í fimm prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

 

Norski professarin, sum starvast á Forsvarets Høgskole, Tormod Heier, heldur, at útsagnirnar hjá Sergej Lavrov vísa, at Russland er órógvað av samanhaldinum í Nato og fyri búskspargongdini í Russlandi.

 

- Tað er helst eitt ynski hjá russiska uttanríkisráðharranum at oyðileggja samanhaldið í Nato og semjuna um at brúka fimm prosent av bruttotjóðarúrtøkuna til verju, sigur professarin við www.tv2.no

 

Tormod Heier skilir væl, at Sergej Lavrov kemur við hesum útsagnum, tí russiski búskapurin kann ikki mátast við tann evropeiska.

 

Professarin leggur aftrat, at evropeisku londini hava eina árliga virðisskapan, sum er seks ferðir so høg sum hin russiska.

 

Útsagnirnar hjá russiska uttanríkisráðharranum koma í kjalarvørrinum av einari útsøgn hjá pólska uttanríkisráðharranum, Radoslaw Sikorski.

 

Hesin hevur óbeinleiðis sagt, at vápnakappingin millum Russland og londini í Nato kann fara at føra til, at russiski forsetin, Vladimir Putin, fer at fella.

 

Tormod Heier sigur, at sosiali stabiliteturin og stabiliteturin inneftir í russisku maktelituni er ein av størstu avbjóðingum hjá russiska forsetaum og stjórn hansara.

 

Professarin leggur aftrat, at Russland hevur stórar avbjóðingar við so stórum hernaðarútreiðslum, samstundis sum landið noyðist at byggja seg uppaftur eftir kríggj í meira enn trý ár.

 

- Russland hevur eina millión av løstaðum, saknaðum og dripnum herfólki higartil í krígnum við Ukraina, sigur norski professarin.

 

Seinasta fríggjadag segði russski forsetin, at Russland hevur ætlanir um at minka um sínar verjuútreiðslur frá og við næsta ár.

 

- Vit leggja ætlanir um at minka um okkara verjuútreiðslur yvir eitt trý ára skeið, segði Vladimir Putin.