Skála í summarfrí í stórum stíli

1. DEILD: Í gjárkvøldið vunnu skálamenn grannauppgerðina ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ

Martin Johansen skoraði eitt mál og legði upp til hini bæði, tá ið Skála í gjárkvøldið vann 3-0 a heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ

Í gjárkvøldið setti Skála punktum undan summarsteðginum. Tað gjørdu skálamenn við 3-0 heimasigri ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ. Síðsta vikuskifti megnaði NSÍ annars 3-3 á heimavølli ímóti ÍF, eftir at NSÍ eina løtu var frammanfyri 3-1.

 

Stóri maðurin undir Mýruhjalla í gjárkvøldið var Martin Johansen. Hann legði upp til tvey mál, og tað var hann, sum tíggju minuttir undan leikloki staðfesti 3-0 sigurin. Tá var tað Simon Jørgensen, sum átti uppleggið.

 

Eftir 16 dystir hevur Skála vunnið 15 dystir og spælt ein javnan. At málmunurin er 51-5 er staðfesting av, hvussu suverent liðið hjá Paula Poulsen er. Óføru skálamenninir eru farnir at fyrireika nýtt tíðarskeið í bestu deildini, og ein av lyklaspælarunum er Martin Johansen, 21 ára gamli lítlibeiggi 32 ára gamla Jákup Johansen, sum í 2020 flutti av Skála og til Víking.

 

Sum skrivað fyrr í dag so hevur Skála keypt norskan miðvallara. Hann avloysir Patrick Mensah, ið er senegalseiskur miðvallari, sum fyri stuttum flutti av Skála og til B68.

 

Ervin Rasmussen skoraði fyrsta málið í 13. minutti. Hetta var aðru ferð, at 20 ára gamli verjuspælarin var málskjútti. Fyrru ferðina var í oktober 2023.

 

Tveir minuttir eftir steðgin økti Andreas Egeberg Jacobsen um munin til 2-0. Hetta var fyrsta ferðin síðani í 2023, at Andreas Egeberg Jacobsen var málskjútti í 1. deild. Sera evnaríki framrættaði síðuspælarin hevur leingi verið illa darvaður av skaðum. Fyri bæði Andreas og framtíðar vánirnar hjá Skála hevur tað stóran týdning, at Andreas av álvara kemur fyri seg aftur. Í gjárkvøldið var Andreas fyri aðru ferð í ár millum teir fyrstu ellivu, og hann var á vøllinum í 70 minuttir.

 

Fyrsti dysturin hjá Skála eftir summarsteðgin verður 2. august á útivølli ímóti KÍ.

 

2. august fer NSÍ at spæla á heimavølli ímóti B71.

 

NSÍ er á sætta plássi við 17 stigum.

 

At fleiri á besta liðnum eru skaddir ber við sær, at tað er torført hjá NSÍ venjaranum Rúna Rasmussen at manna næstbesta liðið. Í gjár vórðu veteranarnir Oddur Højgaard og Monrad Holm Jacobsen skiftir inn.

 

Martin Johansen skoraði eitt mál og legði upp til hini bæði, tá ið Skála í gjárkvøldið vann 3-0 a heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ