longri tíð, men tað er ikki fyrrenn í hesum seinasta árinum, at hann hevur førkað seg heilt fram í oddin. Hann vann sterka kapping Týsklandi herfyri, nevnd 3rd Julian Borowski, framanfyri góðar menn sum Jusupow [...] tá hann vann ein dyst ímóti Boris Spassky. Eisini annar amerikumaður, Gata Kamsky, hevur høgt tal, men hevur hann ikki leikt í eini fýra ár vegna læknaútbúgving. Ilt er at siga um hann fullkomiliga er givin
ikki nógv, sum bendi á, at hetta skuldi gerast dagurin hjá LÍF. Spælið frá báðum pørtum var rótut, men teir flestu møguleikarnir, sum vóru, hevði HB kortini. Tað eydnaðist eisini gestunum at koma á odda [...] hálvleiki varð tó skjótt greitt, at HB nú hevði sett sær meira fyri. Teir fingu skjótt tak á spælinum, men tað skuldi ein deyðbóltur til, áðrenn mál kom. Eitt fríspark varð sent úr vinstru síðu, og tá bólturin [...] sigrinum er nú líkt til, at HB fer at blanda seg í oddin. LÍF misti hinvegin eitt fet í stríðnum, men sum úrslitini í deildini hava verið higartil, tykist kappingin at gerast sera jøvn, og tí kann alt
nakað í ár, at tað kundi gera tað sama, hvussu góður prísurin hevði verið. Hann nevndi einki tal, men helt fyri, at várið var mestsum púra miseydnað fyri sítt viðkomandi. So tað er ymiskt, sum látið verður [...] vunnið. Og so verður eftir gomlum føroyskum siði roknað við, at teir hava fingið eina øgiliga rúgvu. Men so er helst ikki, heldur ein fyrrverandi útróðrarmaður norðanfyri. Hann sigur, at í grundini hevur [...] verið lítið av fiski at fingið í mun til tað, sum var vanligt í hansara tíð fram móti nítiárunum. Men tíbetur hevur prísurin bara verið so heilt óvanliga góður í vár, at útróðrarmenninir hava fingið pengar
seg á mótstøðuhálvuni. Gestirnir vóru í sera verjukendari útgangsstøðu. Bergur Magnussen hevði fýra menn í verjuni, ein í álopinum og fimm á miðvøllinum. Gunnar á Steig, fyrrverandi KÍ málverjin, var millum [...] hornasparksinnlegg úr vinstru í kassan. Vindurin burtur Eftir steðgin hevði EB/ Streymur undanvind, men ólukktíð fyri teir, so var tað heilt skjótt, at tað bleiv stilli. Tað luktaði kanska eitt sindur av [...] tá Jón Sigurd Gleðisheygg fýra minuttir eftir hvíldina eftir aftur og fram støðu skoraði til 3?1. Men tað kom ongantíð spenningur í, og Marek staðfesti sigurin, eftir fleiri ferðir eitt tvey samanspæl
útvarpinum, ynksti eisini Jógvani tillukku við fólkatingssessinum. Men stutt eftir gjørdist greitt, at tað var ikki Jógvan Sundstein, men Óli Breckmann, sum varð valdur í fólkatingið. Hann fekk 11 atkvøður [...] Breckmann hevur verið, bæði í føroyskum og donskum politikki. Rættuliga víðgongdur í sínum sjónarmiðum, men seinnu árini hava fólk ikki tikið tað so nógv í álvara, hava líkasum vant seg við, at tað mest er oman
c5 [37...g5 hevði verið betri, men tó verður ringt at vinna hjá Flóvini] 38.Kf4 DIAGRAM(Flóvin er als ikki í vanda at tapa, og kundi hann um hann vildi hildið fram, men helst er troyttleiki komið í leikin [...] hxg3+ 26.Kxg3? [betri hevði verið: 26.Nxg3 Bxc2 27.Rxc2 Rd2+ er ikki beinleiðis tapt fyri hvítan, men stendur sanniliga í undirkantinum] 26...Rd1! 27.Rff2 Rh8 28.Ng5 Rh4 29.Bc3 Rg1+ 30.Kh2 Rgg4 (Flóvin
almenninginum. Svimjihøllin hevði ein lívbjargara í høllini hesa tíðina á degnum fyri nøkrum árum síðani, men vegna sparingar var ikki møguligt at hava fólk í høllini allatíðina. ? Støðan hevur ikki verið nøktandi [...] eina alarmskipan í verk. Skipanin hevur virkað soleiðis, at lívbjargarar hava verið í bygninginum, men teir hava havt aðrar uppgávur aðrastaðni enn í høllini. Um nakað var áfatt í høllini, hava lærarar [...] sigur, at hann metti ikki, at tað var neyðugt at steingja svimjihøllina fyri skúlum og barnagørðum, men hann mælti ístaðin til, at barnagarðarnir senda færri børn í svimjihøllina, so lættari er hjá pedagogum
sendarin á Brúnaskarði fer at varpa sendingarnar hjá Lindini út til størsta partin av Norðoyggjum. Menn frá telefonverkinum hava verið og sett ein sendara upp á skarðinum, og hann stendur nú klárur. ? Málið [...] í Lindini í havn, har fólk kunnu støkka inn á gólvið. Lindin sendir vanliga frá kl. 13 til kl. 23, men nú verður senditíðin longd, so at byrjað verður nú klokkan 9 hvønn morgun. Teir í nevndini í Lindini [...] samdøgrið, so teir sleppa undan at sløkkja sendaran yvirhøvur. ? Málið er at senda alt samdøgrið, men vit mugu fyrst fáa eina avtalu við KODA og Gramex um tónleikin, sigur Preben Hansen. Nevndin í Lindini
og vit enda sum ein partur av Danmark. Tað verður ein vanlukka. Hetta málið snýr seg ikki um jura men um pengar. Jógvan Páll Lassen spyr, hvat hendir, um eitt slíkt mál fellur við eina fólkaatkvøðu? Eru [...] brúkast til nakað annað enn at standa og proklamera. ? Fólkaflokkurin segði, at vit skulu hava loysing, men tað skuldi ikki kosta okkum nakað serligt. Tað vísti seg ikki at halda. Síðani varð sagt, at vit skuldu [...] sigur víðari, at tann dag Nyrup sigur, at vit ikki kunnu fáa loysing, tá hava vit ein trupulleika. ? Men hann sigur jú, at vit kunnu fáa loysing, tá vit vilja. Tá hevur hann longu viðurkent, at vit hava øll
yvirtaka, men at hetta merkir, at vit so eisini skulu gjalda. ? Eg havi fingið at vita frá dønum, at teir fegnir vilja vera við til at hjálpa okkum at stápað eitt føroyskt Skipaeftirlit á beinini, men at vit [...] Fólkaflokkurin sjálvsagt hevði verið fegin, um danir útbygdu flogvøllin, áðrenn føroyingar yvirtóku hann. Men tá danir ikki vilja útbyggja hann, mugu vit velja, um vit vilja yvirtaka vøllin og síðani útbyggja