? Tað hevur ongantíð verið ein trupulleiki at samskifta við danir um yvirtøkur, so eg skilji ikki, hví Høgni Hoydal alla tíðina gremur seg um, hvussu vánaligt samskftið er.
Hetta sigur Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fyri Fólkaflokkin, í sambandi við arbeiðið at fáa yvirtikið málsøki eftir sjálvstýrisleistinum hjá landsstýrinum.
Í Dagblaðnum mánadagin sigur Jørgen Niclassen, at hann als ikki skilir, at Høgni Hoydal seinastu tíðina hevur gramt seg óført um, at hann ikki fær svar frá dønum.
Gongst væl at samráðast
? Í seinastuni havi eg í hvørjari tíðindasending í Útvarpinum hoyrt frá Høgna Hoydal um, hvussu illa tað gongst at samskifta við danir. Og eg má siga, at eg eri vorðin troyttur av hesum. Tí í mínum samskifti við danir, um at yvirtaka Skipaeftirlitið, hava eingir trupulleikar verið, sigur Jørgen Niclassen við Sosialin.
? Í sambandi við ætlaðu yvirtøkuna av Skipaeftirlitinum hevur vanlig mannagongd verið, at vit møta væl fyrireikaðir á fund, har vit frá dønum fáa at vita, at teir fegnir vilja hjálpa til. Og eg skilji á mínum partamanni, Bjarna Djurholm, at tað gongst á sama hátt hjá honum, sigur Jørgen Niclassen.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur tí, at landsstýrið heldur má leggja seg eftur at fáa nakað at henda, enn at gremja seg um vánaligt samskifti.
? Eg havi ta fatan, at málini verða best loyst uttan konfliktir, staðfestir Jørgen Niclassen, landsstýrismaður.
Skulu sjálvsagt gjalda
Jørgen Niclassen sigur seg hava fingið at vita frá donskum myndugleikum, at teir meta tað vera í fínasta lagi, at føroyingar yvirtaka, men at hetta merkir, at vit so eisini skulu gjalda.
? Eg havi fingið at vita frá dønum, at teir fegnir vilja vera við til at hjálpa okkum at stápað eitt føroyskt Skipaeftirlit á beinini, men at vit mugu gjalda fyri hetta. Og tað haldi eg vera í fínasta lagi. Sjálvsagt mugu vit gjalda, um vit skulu valda, sigur Jørgen Niclassen.
Hetta sama heldur Jørgen Niclassen vera sjálvsagt í spurninginum um at yvirtaka flogvøllin. Hann sigur, at Fólkaflokkurin sjálvsagt hevði verið fegin, um danir útbygdu flogvøllin, áðrenn føroyingar yvirtóku hann. Men tá danir ikki vilja útbyggja hann, mugu vit velja, um vit vilja yvirtaka vøllin og síðani útbyggja hann, ella um vit skulu lata vera at yvirtaka hann.
? Tað er jú púra sjálvsagt, at tú mást gjalda fyri tað, tú vilt hava ræði yvir, sigur Jørgen Niclassen, sum heldur, at landsstýrið nú bara skal fara í gongd við at arbeiða miðvíst við yvirtøkuætlanunum.