Slakari norðanfyri

Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum norðan fyri er í minking, og summir av sunnanmonnunum, sum hava róð út á Norðhavinum, eru farnir heimaftur

 

Várróðurin

Várróðurin er farin at linka, og frammandu bátarnir norðan fyri eru farnir at fækka í sama mun, sum fiskiskapurin minkar.

Sunnudagin fóru summir av suðringunum, sum hava hildið til á Eiði í vár, suðuraftur.

Teir lótu eitt sindur ójavnt at. Hjá summum hevði verið hampiligt, meðan onkur annar segði seg ikki hava verið hepnan í vár.

Sama er hjá teimum lokalu. Fiskiskapurin hevur verið eitt sindur misjavnur, láta teir at. Onkur er tó, sum hevur gjørt tað rættiliga gott í vár og mestsum bjargað ársinntøkuni.

Ein maður, Sosialurin hitti á Eiði, segði seg hava fingið eini túsund pund upp á dagin. Hann hevði verið 30 dagar á floti í vár, og við tí prísi, sum verið hevur, helt hann ikki, at nakað var at klaga um.

Ein annar helt hinvegin, at tað hevði gingið so mikið tungt at fáa nakað í ár, at tað kundi gera tað sama, hvussu góður prísurin hevði verið. Hann nevndi einki tal, men helt fyri, at várið var mestsum púra miseydnað fyri sítt viðkomandi.

So tað er ymiskt, sum látið verður at. Tað eru tó teir, sum vilja vera við, at allir eru ikki altíð »so haltir, sum teir hinka«, og kanska vilja teir ikki siga ov nógv. Tað er so góðum líkt.

Tosið millum fólk, sum ikki hava róð út í vár, hevur dagliga verið um teir øgiligu pengar, sum útróðrarmenninir hava vunnið. Og so verður eftir gomlum føroyskum siði roknað við, at teir hava fingið eina øgiliga rúgvu.

Men so er helst ikki, heldur ein fyrrverandi útróðrarmaður norðanfyri. Hann sigur, at í grundini hevur verið lítið av fiski at fingið í mun til tað, sum var vanligt í hansara tíð fram móti nítiárunum.

Men tíbetur hevur prísurin bara verið so heilt óvanliga góður í vár, at útróðrarmenninir hava fingið pengar fyri tað, teir hava veitt.

Og kelda okkara metir eisini, at tað avgjørt hevur nakað við viðgerðina av fiskinum at gera.

Hann fer ikki av vegnum fyri at siga, at ikki fyrr enn nú eru føroyingar farnir at viðgera fisk sum matvøru. Fyri ikki so øgiliga nógvum árum síðan varð føroyskur fiskur ikki virdur meira enn tøð.

-Vit tosaðu bara um rúgvu og hugsaðu at kalla als ikki um, hvussu vit fóru við fiskinum, sigur hann og leggur aftrat, at hann veit tað av egnum royndum.